týsdagur 26. mars 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. mars 2013 · Nr. 36
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein av nýskapandi funkunum í nýggju
stýriskipanini, Windows 8, er innbygda
touch-stýringin, sum merkir, at alsamt fleiri
framleiðarar nú gera farteldur við touch-
skíggja. Og touch-stýringin hevur eisini latið
upp fyri einum nýggjum telduslagi, sonevndu
hybrid-teldunum, sum koma alskyns útgávum
við hvør sínum snildum.
Vit hava hugt at sjey ymsum hybrid-teldum,
sum hava tað í felag, at tær rigga sum vanlig
fartelda, og at tær koyra við Windows 8. Men
tær finnast í ymsum sniðum, har nøkur uttan
iva yvirliva á marknaðinum og eisini leggja
støðið, meðan aðrar helst skjótt hvørva í
gloymibókini.
Tekstur: Peter Gotschalk
Kynstrið at blása við mjøli í munninum
Vegleiðandi prísur 12.469,-
+
-
Tað er fyrst og fremst sterka góðskan, sum
tú leggur til merksi við Acer Aspire S7. Hon
er sera tunn, sera løtt og bygd úr aluminium
og Gorilla Glas 2. Samstundis er skil á smá
lutunum. Um tað so eru skíggjahongslini, sum
bæði eru sterk og halda skíggjanum í einum
føstum taki, so hann ikki koppar aftur og fram
undir nýtslu, og samstundis kann brúkarin
koyra skíggjan upp og aftur eins lætt, sum
ein knívur sker í bleytum smøri. Eisini eru
yvirgongdirnar og samansetingarnar millum
ymsu lutirnar sera neyvt settir saman. Alt í alt
er talan um eina vøru, har tilfarsval, byggi
góðska og snið gongur upp í eina hægri eind.
Nyttuleys funka
Tað er heldur ikki nógv at finnast at við
skíggjanum, sum er hvassur, gevur klárar litir
og hevur fulla HD-upploysn. Sum heild bjóðar
S7 top-útgerð, nokk av plássi á innbygdu
flash-goymsluni og góðar íbindingarmøgu
leikar – m.a. tvær ferðir USF 3.0, Micro HDMI
og Bluetooth 4.0. Okkara testamboð vísa tó,
at tað ikki er Acer, sum fær mest av megi úr
sínum vøddum, men tað togar nú ikki serliga
nógv niður.
Tað ger tað hinvegin, at hybridurin ikki er so
hybridur kortini. Teldan hevur ein vælvirkandi
touch-skíggja, men tað eru tað so nógvar
ultrabooks, sum hava, nú Windows 8 er
komið. Fakta er, at einasta hybrid-funkan
hjá S7 er, at skíggin kann opnast upp í 180
stig, so skíggi og knappaborð flukta. Acer
veit at siga, at hetta ger tað lættari hjá fleiri
persónum at samstarva um somu teldu, men
tað er í besta føri ein roynd. Í veruleikanum
riggar tað nevnliga ikki serliga væl.
Niðurstøða
Acer Aspire S7 er ein lekkur high-end vøra,
sum avgjørt er pengarnar verd. Kravfestingar
nar eru avgjørt góðkendar, teldan er væl bygd
og sterk, og tú sært, at sniðgevarnir veruliga
hava hugsað seg um. Tó ikki heilt so væl, tá
teir settu teknini á knappaborðið, og tá teir
skuldu koma við onkrari hybrid-funku. Tað
flytur í øllum førum ikki tað heilt stóra at
hava ein skíggja, sum kann opnast upp í 180
stig og annars ikki so nógv annað...
Acer Aspire S7 13,3"
Ikki so hybrid, at tað bilar
GADGET: Windows 8 hybridteldur
Saman við Windows 8 koma hardware-framleiðararnir
við hybrid-teldum, sum vilja vera teldlar og ultra
books í senn. Í hesi stórtestini hyggja vit nærri
eftir, um tað nú eisini er eitt gott hugskot
Heildarmeting:
★★★★★★
Lekkur tilfar, flott
snið og sterk
byggigóðska.
Skíggin kann opnast
180º og ikki nógv
annað.
Ávísir knøttar hava ov
nógvar funkur, aðrir
eru settir løgin støð.
Stýriskipan: Windows 8
Skíggi: 13,3", 1920 x 1080 pixel
Geril: 2,4 GHz Intel Core i7
Minni: 4 GB
Goymsla: 256 GB SSD
Tráðleyst: 802.11n,
Bluetooth 4.0
Íbindan: 2 x USB 3.0,
Micro HDMI, SD/MMC
Mát: 32,33 x 22,35 x 1,19 cm
Vekt: 1,3 kg
Battarí: Upp til 6 tímar
Her er nevnliga talan um eina farteldu við
tveimum skíggjum. Annar vendir inneftir
móti knappaborðinum, meðan hin – ein
touch skíggi – vendir úteftir, tá farteldan
verður løgd saman. So verður tað ikki nógv
meira hybrid.
Soleiðis riggar tað
Tað eru ikki færri enn fýra hættir at nýta
teir báðar skíggjarnar uppá. Fyrst og
fremst kanst tú brúka vanliga notebook-
skíggjan, men her loypur ketan hjá Asus
eitt sindur, tí partvíst er júst hesin skíggin
sera mattur, og partvíst er hann ikki ser
liga hvassur. Tú kanst eisini bara leggja
fartelduna saman, og so ger tann nógv
hvassari og litríkari skíggin við multitouch
Taichi til ein – heldur stóran – teldil.
Og tú kanst eisini brúka báðar skíggjarnar
ísenn. Antin so innihaldið á innara skíggj
anum verður speglað til ytra skíggjan – tú
kanst t.d. vísa myndir ella tekst til tey,
sum sita yvir av tær – ella tú nýtir báðar
skíggjarnar sum eitt skíggjaøki. Tá kunnu
tveir brúkarar nýta telduna í senn – annar
teirra tó bert við touch-skíggjanum.
Hetta er veruliga hugkveikjandi, og tað
sama er galdandi fyri megina í teldini,
har Asus endaði ovast av teimum sjey
teldunum, sum vórðu testaðar hesaferð.
Samstundis eru kravfestingarnar í topp –
Taichi er løtt, hevur øll portur og tráðleysar
íbindarmøguleikar, sum tú kanst ynskja
tær, og 256 GB flash-goymslan er heldur
ikki at forsmáa. So hví vinnur teldan ikki
testina?
Tað er tí, at Asus bæði hevur høgt av hæli
og klipt av tánni, tá seinastu smálutirnir
skulu fáast í lag. Hetta eru lutir, sum
tú kanska ikki leggur til merkis í einum
hálvmyrkum felagsrúmi, men sum síggjast,
tá tólið verður tikið fram í dagsljós.
Fyri tað fyrsta er knappaborðið plastik-
kent, og tað gevur eftir, tá tú skrivar. Í
øðrum lagi hendir tað dekan ov ofta, at
skíggjarnir ikki skifta arbeiðsstøðu, so sum
teir eiga – eitt nú tá farteldan verður løgd
saman, uttan at skíggjamyndin kemur fram
á ytra skíggjanum. Í triða lagi verður teldan
enntá sera heit í botninum, um hon verður
nýtt leingi. Í fjórða lagi tí innari skíggin
er ov myrkur og mattur. Og í fimta lagi tí
hetta er dýrasta teldan í testini.
Niðurstøða
Tá tað er sagt, so gevur vit framvegis Asus
Taichi okkara heitasta viðmæli. Sniðið
við tveimum skíggjum hava vit ikki sæð á
hendan hátt, og tað er veruliga so, at tú
fært eina ultrabook og ein teldil í sama
pakka. Hon er drønandi skjót og hevur
sterkar væddar. Hevði sniðið verið heilt í
toppi, høvdu stjørnarn eisini verið tað.
Vegleiðandi prísur 13.499,-
+
-
Hetta tólið fær teg at spíla eyguni upp. Teldan er ikki
perfekt, men her hevur framleiðarin veruliga hugsað
um, hvussu ein telda kann gerast hybrdid
Her er ein lekkur og kløn ultrabook við einum dismi
av hybridfunkum. Hon kundi væl nýtt nakrar fleiri
ASUS Taichi
Frammaífrá og aftanífrá
Heildarmeting: ★★★★★★
Hópatals hybrid-
møguleikar.
Tveir skíggjar.
Kravfestingar
og megi í toppi.
Bíligt knappaborð.
Verður heit í botninum.
Innari skíggin er ov
myrkur og mattur.
Stýriskipan: Windows 8
Skíggi: 1 x 11,6" við
multitouch + 1 x 11,6",
1920 x 1080 pixel
Geril: 2,4 GHz Intel Core i7
Minni: 4 GB
Goymsla: 256 GB SSD
Tráðleyst: 802.11
b/g/n, Bluetooth 4.0
Íbindan: 2 x USB 3.0, Micro
HDMI, Mini VGA, SD-kort
Mát: 30,6 x 19,9 x 1,74 cm
Vekt: 1,25 kg
Battarí: Upp til 5 tímar
tøkni
Vit testa:
Acer Aspire S7 13,3" . . . . . . . . . . . DKK 12. 469,-
ASUS Taichi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . DKK 13. 499,-
Dell XPS 12 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . DKK 12. 600,-
Lenovo IdeaPad Yoga . . . . . . . . . . DKK 9. 990,-
serligt viðmæli