Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-26, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 27. mars 2013 · Nr. 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 John »Faxe« Jensen skoraði eitt av avgerandi málunum fyri Danmark í EM-finaluni fótbólti millum Danmark og Týskland í 1992, og seinni seðgi hann um skotið, at hann rakti bóltin »beint í reyvina«. Júst somu kenslu situr tú við, tá tú hevur tendrað Dell XPS 12. At Dell hevur rakt »beint í reyvina«. Tí alt er bara gjørt á rættan hátt. Somikið rætt, at hetta kanska er besta Windows-baserað ultrabook, sum vit nakran tíð hava roynt. Meira fyri pengarnar Byrja vit við teknikkinum, sum stendur XPS 12 set framúrskarandi í okkara benchmark- royndum. Tað er bert Asus Taichi, sum hevur betri tøl, men tað er eisini bara akkurát, og í veruleikan eru tær báðar teldurnar javnar á økinum. Og við XPS 12 fært tú meira fyri pengarnar. Hon hevur 8 heldur enn 4 GB ram, battaríini halda betur og skíggin er eitt lítið sindur størri. Við einum Intel Core i7-Gerli og 256 SSD omaná ber illa til at fáa betri kravfestingar í hesum flokkinum. Ferhynt, praktiskt og gott Men tað er við sínum hybridu møguleikum, at Dell XPS av álvara imponerar. Loysnin hjá Dell er ikki eins fancy og reyput sum teir báðir skíggjarnir hjá Asus Taichi. Nei – ístaðin er hetta gjørt á ein praktiskan og at kalla genialan hátt. Og hann riggar hvørjaferð! Stutt sagt líkist XPZ 12 eini vanligari farteldu, men skíggin situr í eini sterkari aluminiums­ rammu og snarar runt um sín egna aksi. Soleiðis kanst tú bara snara skíggjanum 180 stig og leggja telduna saman, og so hevur tú ein kraftmiklan teldil við 12,5 tumma skíggja og Windows 8. Ella tú bara letur vera við at leggja telduna, men ístaðin snarar skíggjanum móti hinum, um tú skalt vísa okkurt á einum fundi. Tað ljóðar ikki heilt so flott við tveir skíggjar, men í gerandisdegnum er tað ein loysn, sum liggur beint til høgrabeinið. Brúkaravinarligt Og so er tað kanska eisini betri við einum framúr góðan skíggja, heldur enn tveimum, harav annar ikki er meira enn hampuligur. Og Dell XPS 12 hevur í øllum førum ein fantastiskan WLED skíggja, sum uttan nakra kapping yvirhøvur er tann besti í hesi testini. Sjálvandi hevur hann touch-funkur, men hann er eisini sera hvassur, litirnir er sterkir og hann er júst somikið stórur, at hann riggar perfekt til eina farteldu og júst so lítil, at hann ikki er ov stórur sum ein teldils-skíggi. Niðurstøða Dell XPS 12 er upp á allar hugsandi hættir ein framúr hybridtelda. Sum ultrabook gevur hon nógva megi fyri pengarnar, og ein framúrskarandi og sera einføld hybrid-loysn ger hann í eini handavend til ein sera væl nýtiligan teldil. Hartil kemur besti skíggin í testini og ein sniðgeving og byggigóðskan sum rópar hart um brúkaravinarligheit. Vit vóru ongan tíð í iva: Best í testini! Dell XPS 12 Á allar hugsandi hættir Stýriskipan: Windows 8 Skíggi: 12,5", 1920 x 1080 pixel Geril: 2,4 GHz Intel Core i7 Minni: 8 GB Goymsla: 256 GB SSD Tráðleyst: 802.11n, Bluetooth 4.0 Íbindan: 2 x USB 3.0, eSATA, Mini Display Mát: 31,7 x 21,5 x 2 cm Vekt: 1,52 kg Battarí: Upp til 6 tímar Tað er ikki uttan orsøk, at Lenovo hevur doypt hesa hybridu ultrabook »Yoga«, tí hon dugir nøkur ræðandi kynstur. Lenovo IdeaPad Yoga er útgjørd við einum skíggja, sum kann snara 360 stig. Yoga kann altso broytast frá at vera ein afturlatin fartelda til at verða løgd saman á ranguni, so lok og botnur eru løgd saman. Millum hetta eru nakrar upplagdar skíggjastøður, so teldan samanlagt – eins og Asus Taichi – hevur fýra ymsar brúkarastøður. Umframt at vera ein vanlig fartelda verður hon við skíggjanum snaraðum 360 stig til ein – heldur stóran – teldil. Við skíggjanum 270 stig frá útgangsstøðuni verður Yoga umskapað til »tjaldið«, sum fær telduna at líkjast eini myndarammu. Og loksins kanst tú við skíggjanum í somu støðu brúka niðurvenda knappaborðið sum fót. Og tað riggar væl, um tú t.d. ætlar tær at hyggja at filmi ella bara surfa á netinum, meðan tú nýtir touch-skíggjan. Liðilig sum ein yogi Gløggi lesarin hugsar longu, at snarar tú skíggjanum meira enn 180 stig, venda knøttarnir út- ella niðureftir, og tað er faktiskt nakað, sum órógvar eitt annars gott hugskot. Men flatan við síðurnar av knøttunum er framleidd úr sterkum plasti, sum er viðgjørt, so tað líkist leðri (riggar tí væl at hvíla hendurnar á, meðan skrivað verður), og knappaborðið læsist sjálvvirkandi, so skjótt sum teldan hevur snarað um sín egna aksa. Grenj Sjálvandi hava vit funnið okkurt, sum vit kunnu grenja um. Eitt nú er tað spell, at vakri skíggin hevur fulla HD-upploysn, og hóast kravfestingarnar eru í toppi, so megnar Yoga ikki tað sama sum kappingarneytarnir frá Dell og Asus í okkara benchmark-royndum. Loksins er tað – um vit skulu halda fast í smálutunum – høgri Shift-knøtturin, ið er so lítil, at tað til tíðir er trupult at raka hann. Niðurstøða Í seinasta enda eru tað tí skíggja-upploysnin og benchmark-úrslitini, sum gera, at Lenovo IdeaPad Yoga ikki vinnur hesa testini. Á báðum økjum er stutt upp til Asus Taichi og testvinnaran, Dell XPS 12, men við hesum er ikki sagt, at vit ikki viðmæla Yoga, tí tað gera vit. Fyri ein prís, ið er undir teimum 10.000 krónunum, fært tú væl og virðiliga góðkenda megi og eitt einastandandi, nýskapandi og sera nýtiligt snið, og tí er tað sjálvsagt, at hendan teldan verður vald sum besta keypið. Hevur tú nakran tíð sæð eina teldu, sum kann venda sær á ranguni, eins og Lenovo IdeaPad Yoga? Tað halda vit ikki... Dell XPS 12 tók okkum á bóli. Uttan hóvasták yvirhálar hon kappingarneytarnar og vísir, hvussu hetta við »hybrid« skal gerast Lenovo IdeaPad Yoga Hybridkonturin Stýriskipan: Windows 8 Skíggi: 13,3", 1600 x 900 px Geril: 2,4 GHz Intel Core i7 Minni: 8 GB Goymsla: 256 GB SSD Tráðleyst: 802.11n, Bluetooth 4.0 Íbindan: USB 3.0, HDMI, SD/SDHC/MMC Mát: 33,34 x 22,48 x 1,69 cm Vekt: 1,54 kg Battarí: Upp til 6 tímar tøkni best í testinum Vegleiðandi prísur 12.600,- + - Heildarmeting: ★★★★★★ Sterk, brúkara­ vinarlig og lekkurt tilfar. Bílig, prak­tisk og nýtilig hybrid­ loysn. Hvassur og litsterkur skíggi. Manglar lesara til minniskort. Er heldur tung sum geril. Vegleiðandi prísur 9.990,- + - Heildarmeting: ★★★★★★ Yoga-konceptið. Góð góðska í mun til prísin. Skíggja-upploysnin. Knappaborðið vendir á ranguni, tá skíggin er snaraður um egnan aksa. Besta keypið