Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-26, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2013síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. mars 2013 · Nr. 36 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Jón Brian Hvidtfeldt Tað er ikki longur bara í makrel­fiskiskapinum, at Før­oy­ar ganga egnar og buld­ rutar leiðir. Føroyska silda­ kvotan, ið varð ásett mána­ dagin, brýtur so dyggiliga við leist­in síðstu árini. Með­ an stranda­landa­semjan gav Føroyum góð fimm prosent av sildakvotuni, hevur lands­ stýrismaðurin sprongt karm­ ar­nar og meira enn trýfaldað føroyska partin, sum nú er 17 prosent av samlaðu kvotuni. Í nøgd gevur tað 105.000 tons til føroysk skip at fiska í før­ oyskum sjógvi í ár. Afturat hesum kemur makrelurin, har Føroyar aft­ ur í ár ganga egnar leiðir og áseta sær sjálvum eins stóran part av samlaðu kvotuni, svarandi til 126.000 tons í ár. Hartil koma 32.000 tons, sum ikki eru fiskað í fjør og tí flutt til í ár. Virðini Velja vit lægsta felagsnevnara fyri alt, ein miðalprís á trígg­ jar krónur kilo fyri bæði sild og makrel, so er av­reið­ ing­arprísurin 800 milliónir krónur. Tað er tó ein sannroynd, at stórur partur av makrelinum varð seldur fyri ein miðalprís á 5,70 krónur kilo í fjør. Fram­leiðsluskipini fingu væl hægri miðal­prís, meðan aðrir skipa­bólkar fingu minni burturúr. Somuleiðis ber til at stað­festa, at í fjør heyst var sildin avreidd fyri miðalprís á 6,50 krónur kilo. Hesi bæði miða­l­tøl geva eitt samlað avreiðingar­virði á 1,6 milli­ard krónur. Afturat kemur so virði­s­økingin av tí, sum kemur uppá land. Í fjør komu góð 65.000 tons av upp­sjóvar­fiski upp á land og virkað til matna í Føroyum, meðan før­oysk skip frystu góð 35.000 tons umborð. Býtið Enn veit eingin, hvussu silda­ kvotan og makrelkvotan verða býttar. – Tað verður gjørt við kunn­gerð eftir páskir, sigur Jacob Vestergaard, lands­ stýrismaður í fiski­vinnu­ mál­um. Tað er tó sannlíkt, at telv­ ingin um virðini er langt síð­ani byrjað. Í fjør var yvir­skipaði boðskapurin úr Fiskimálaráðnum, at allir skipa­bólkar skuldu fáa part av makrelinum. Men tað vóru tó bara nótaskipini og ídnaðarskipini, sum kláraðu at fiska sína kvotur, og ein avleiðing av hesum varð, at eftir hálvan september varð givið leyst og frítt hjá øllum skipabólkum at fiska. Kortini standa 32.000 tons eftir frá í fjør, av hesum eru bara 8000 tons oyramerkt til skip við eginkvotu frá í fjør, meðan írestandi 25.000 tonsini fara inn aftur í felagspuljuna til lands­stýrismannin at býta út. Sildakvotan var í fjør 43.000 tons. Nótaskipini fingu 28.000 tons, góð 5000 tons vórðu trekt av fyri hjá­ veiðu í 2011, onnur 5000 tons fóru til hjáveiðu hjá øðrum skipabólkum í makrel­fiski­ skap­inum, ídnaðarskipini fingu 2000 tons og síðstu gott 2000 tonsini vórðu latin Grøn­landi. Í ár er sildakvotan sum nevnt 105.000 tons, og við Miðla­húsið segði Jacob Vester­gaard, at: – Generelt kann eg siga um býtið, at allir skipabólkar skulu sleppa framat, so ella so. Fólk til Matvørudeildina Søkt verður eftir tveimum fólkum til Matvørudeildina: . einum djóralækna / fiskaheilsukandidati og . einum eftirlitsfólki Umsóknarfreistin er 17. apríl 2013. Nærri fæst at vita á www.hfs.fo Vit søkja eftir barnsburðaravloysara í tíðarskeiðinum 15. mai 2013 til 15. mars 2014. Talan er um eitt fulltíðarstarv, og arbeiðið umfatar: • Vanligt bókhalds- og roknskapararbeiði. • Lønar- og tollavgreiðsla • Aðrar skrásetingaruppgávur t.d. ognaryvirlit v.m. Vit vænta, at tú hevur: • skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving • góðan málsligan kunnleika, serliga í føroyskum • góðan kunnleika til bókhaldsarbeiði • góðan telduførleika • góð samstarvsevni og ert fyrikomandi • evni at arbeiða sjálvstøðugt og ert málsøkin • evni at tillaga teg til broyttar arbeiðsumstøður Lønar- og setanartreytirnar eru sambært sáttmála við Starvsmannafelagið, lønarflokkur 3. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til starvsfólkaleiðaran á tlf. 224434. Umsóknir við avritum av prógvum, CV og møguligum ummælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 8. apríl 2013 kl. 12:00 Klaksvíkar Kommuna Nólsoyar Pálsgøta 32 Postboks 2 710 Klaksvík ella á: klaksvik@klaksvik.fo Klaksvíkar Kommuna Nólsoyar Pálsgøta 32 FO-700 Klaksvík Tel. +298 410000 Fax +298 410001 klaksvik@klaksvik.fo Barnsburðaravloysari til Roknskapardeildina hjá Klaksvíkar Kommunu Matskráin hesa vikuna Matstovan í Hoyvík Tel 660058 Hósdag 28. mars. Stongt Fríggjadag 29. mars Stongt Leygardag 30. mars Svínakambur Mánadag 1. apríl Stongt Týsdag 2. apríl Fiskafrikadellur Gjørd hara Mikudag 3. apríl Stoktur fiskur Kjøtfrikadellur Populerasti maður á páskum 263.000 tons av uppsjóvarfiski eru løgd út á borðið hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at býta út. Virði fyri millum 800 milliónir krónur og 1,6 milliard krónur. –Býtt verður eftir páskir, sigur Jacob Vestergaard Makrelkvotur og –fiskiskapur í 2012: Kvota Fiskað Nótaskip 55.000 64.000 Ídnaðarskip 9000 13.000 Trolarar 30.000 17.000 Flakatrolarar 4000 3700 Rækjuskip 8000 2800 Skip úr altjóða sjógvi 6000 1500 Línuskip 5000 4700 (kvota seld øðrum) Útróðrarbátar, garnaskip 3000 0 Trolbátar 2000 0 Royndarfiskiskapur 12.000 0 Tilsamans 134.000 106.000 Samlað kvota fyri 2013: 158.652 tons Kelda: Felagið Nótaskip og Fiskiveiðieftirlitið Fakta Sildakvotan í 2012 (í tonsum) Nótaskip 28.000 Hjáveiða 2011 5000 Hjáveiða aðrir skipabólkar í 20115000 Ídnaðarskip 2000 Umbýti við Grønland 2000 Tilsamans 42.000 tons Samlað kvota fyri 2013: 105.000 tons Fakta Fíggjarkarmar: Vilja seta ferð á búskapin s4 Jacob Vestergaard: Populerasti maður á páskum s30 Magni Arge: Eg má tola kritikk s18-19 Mikudagur 27. mars 2013 Nr. 36 87. árg. kr. 20,00 í leysasølu Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo HARO 3-stAv pARkettgólv nú 219,- glAsvev pAkkAtIlBOÐ 25 MtR. glAsvev / 10 ltR. líM / 10 ltR. MálIng nú Bert 699,- Birgir fingið Alzheimer: sjúkuna Christian Høgni: B68 var ein brølari ítr 38-39 – Eg kann blíva so glaður eina løtu, njóta løtuna so mikið nógv, at eg púra gloymi, at um eina løtu havi eg kanska gloymt alt aftur, sigur Birgir Enghamar, sum hevur fingið staðfest Alzheimer og er givin at koyra taxa eftir 30 ár í vinnuni s8,9,10 ViðhVørt gloymi eg