Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-26, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2013síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 27. mars 2013 · Nr. 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Varaleiðari til handilin í Tórshavn søkist Í Handlinum í Havn starvast millum 11 og 17 fólk (søla og goymsla), og sølan liggur um 50 mill. kr. árliga. Handilin í Havn stendur fyri knapt helminginum av samlaðu søluni hjá Rúsdrekkasøluni, og er handilin í Havn tí ein týðandi partur í virkseminum hjá Rúsdrekkasøluni. Viðkomandi, ið settur verður, skal saman við leiðaranum standa fyri leiðsluni av handlinum í Havn, herundir kunda tænastu, ráðgeving av vørunum, sølu og starvsfólkaleiðslu. Aftrat dagligu leiðsluni fevnir arbeiðið eisini um tvørgangandi arbeiðsuppgávur, loypandi ad hoc uppgávur, íverksetan og verkætlanarleiðslu. Arbeiðsuppgávan er breið og fjølbroytt, og tí er neyðugt við góðari stýring og fokusering. Varaleiðarin í handlinum vísir til handilsleiðaran. Faklig førleikakrøv Viðkomandi royndir innan: • Leiðslu • Tænastu • Broytingar- og starvsfólkaleiðslu Persónligir førleikar • Menningarsøkin • Góð tænastuevni • Nýskapandi og skipað arbeiðslag • Góð leiðslu-, samskiftis- og samstarvsevni • Góðar telduførleikar • Fyrimyndarligan leiðslustíl • Góður sparrari og mótspælari Setanartreytir Setanartreytir eru sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið. Starvið er lønt eftir lønarfl okki 5 hjá Starvsmannafelagnum. Umsóknir Skrivligar umsóknir við CV og avritum av prógvum um førleikakrøv og møguligum viðmælum skulu vera Rúsdrekkasølu Landsins í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 12. apríl 2013. Umsóknir skulu sendast við maili til kmj@ rusan.fo. Vilt tú hava meira at vita um starvið, vinarliga set teg í samband við Ronnie Davidsen, handilsleiðara ronnie@rusan.fo, tlf. 340411.