týsdagur 26. mars 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. mars 2013 · Nr. 36
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rólant Waag Dam
Christian Høgni Jacobsen er
í dag 32 ára gamal. Skírisdag
tørna gomlu liðfelagarnir í
NSÍ til við Stórá í Trongis
vági, har TB tekur ímóti.
Christian Høgni fær tó ikki
fylgt við, sum hann gjarna
vildi, tí samstundis sum
NSÍ fer í eldin fyri triðju fer
í ár, skal hann stjórna besta
mansliðnum hjá ÍF Føroyum í
ársins fyrsta landskappingar
dyst í Keypmannahavnar
seriuni í Danmark.
– Hetta er ein spennandi
avbjóðing. At skipa venjingar
og gera taktisk upplegg fyri
vaksnar menn, er ikki sum
at standa á odda fyri nøkr
um smádreingjum. Hesir
hava meiningar um alt, og
hóast teir fara á vøllin og
stríðast fyri felagið og meg,
so er tað eg, sum standi við
evstu ábyrgdini. Eg havi fulla
ábyrgd nú, og tað er gevandi.
ÍF Føroyar er eisini spenn
andi á tann hátt, at hetta er
sum eitt landslið. Her koma
leikarar úr øllum landinum,
sum skulu spælast saman. Og
talan er um lutfalsliga stór
nøvn og góðar leikarar. Fleiri
hava spælt á A-landsliðnum
ella verið í hitanum kring tað,
nógvir hava spælt á onkrum
ungdómslandsliði, og teir
allar flestu hava drúgvar
royndir úr bestu føroysku
deildini. Hópurin er breiður,
so var eg venjari í Føroyum og
hevði henda hópin, so hevði
eg fari eftir einum plássi
millum fýra tey fresmtu lið
ini. Hetta sjálvandi treytað
av, at vit vandu undir somu
umstøðum og líka nógv, sum
hini liðini í deildini, greið
ir Christian Høgni frá um
nýggju uppgávuna og hans
ara nýggja leiklut á vøll
inum.
B68 var ein brølari
Christian Høgni býr saman
við unnustuni í Keypmanna
havn, hagar hann flutti í
fjørheyst. Hann hevur áður
spælt
við
bæði
Esbjerg,
Vejle og AB í Danmark, so
tað frættist skjótt millum
donsku feløgini, at royndi
føroyski áleyparin var aftur
í Danmark. Christian Høgni
hevði eisini fleiri tilboð á
hondini, men valdi ivaleyst
minst lukrativu loysnina,
og tók av tilboðnum, um at
gerast leikandi venjari hjá ÍF
Føroyum.
– Eg var troyttur av fót
bólti á hægsta stigi. Tað var
ein brølari, at eg tók av at
fara út á Toftir í fjør. Hugurin
til fótbólt hvarv fullkomiliga
har. So um eg ikki hevði verið
venjari hjá ÍF Føroyum, so
hevði eg nokk spælt við felag
num kortini, tí eg misti hugin
til at spæla fótbólt í B68. Alt
gekk illa. Eingin stríddist
fyri hvørjum øðrum, og tað
var trupult at koma inn at
leikarunum og finna henda
felagsviljan, sum eg havi sæð
alla aðrastaðni, eg havi spælt.
Hetta hevur einki við felagið
ella toftafólk at gera tó. Og
tað býr heldur ikki nakað
ringt millum Paula Poulsen
og meg, tvørtur ímóti. Men
eg hevði ikki hug at forplikta
meg til at venja fýra-fimm
ferðir um vikuna, tá árið í fjør
var av. At vera leikandi venj
ari passar mær væl, og hetta
er eitt slag av nýggjari byrjan,
heldur Christian Høgni.
Droymir um gulu
troyggjuna
Um
hálvanannan
mánað
verður Christian Høgni 33
ár. Gongst sum ætlað, verður
hann í Danmark næstu fýra
árini.
– Ja, eitt ella annað stað
havi eg takkað fyri meg, og
eri givin á hægsta stigi. Eg
skal tó ikki útihýsa, at eg ikki
verið at síggja í føroyskum
fótbólti onkra summarferiu,
tí eg vóni at sleppa aftur í
gulu troyggjuna og enda
ordiligt. Um tað verður í
summar ella um fýra ár, tað
veit eg ikki, men at spæla
ein dyst fyri NSÍ fyri síðstu
ferð, kanska bara ein hálvleik
ella tíggju minuttir, tað vóni
eg ber til, ti tað er har, eg
havi følt meg best, og tað er
har, eg havi blomstrað, sig
ur Christian Høgni, sum er
NSÍ'ari um ein háls, hóast
hann hevur umboðað fimm
ítróttur
Størsta upplivingin var at leiða barndómsfelagið á
vøllin í móti Fulham. Størsta fyrimyndin er Jens Martin
Knudsen. Størsti brølarin var at royna seg í B68. Størsti
saknurin er í pápanum, og størsta uppgávan nú, er at
vera leikandi venjari hjá ÍF Føroyum í Danmark. Vit
hava hitt stóra málslúkin Christian Høgna Jacobsen
fótbóltur profilurin
og óroyndi
venjarin
Royndi
leikarin
Tað var ein brølari, at eg tók av
at fara út á Toftir í fjør. Hugurin til
fótbólt hvarv fullkomiliga har
Christian Høgni Jacobsen stýrdi innlegginum frá Øssur Hansen í
netið, og legði síðani upp til málið hjá Kurt Mørkøre í 0-2 sigrinum á
Luksemburg í næsta landsdysti hansara tann 24. mars 2001