Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-03-26, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. mars 2013síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 27. mars 2013 · Nr. 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur onn­ur feløg á hægsta stigi á síni yrkisleið. Hagtølini lata heldur ong­ an iva vera um, hvar Christian Høgni trívist best. Hann hev­ur skotið 119 lands­kapp­ ingar­mál í 235 dystum. 105 av hesum hevur hann skotið fyri NSÍ, hóast hann hevur um­boðað bæði HB og B68, har tað í báðum feløgunum til­samans einans bleiv til 14 landskappingarmál til­sam­ ans. – Tað einasta staðið, har eg hevði eitt sindur av undan­vindi annars, var í Vejle, tá eg skeyt átta mál og var toppskjútti har, áðrenn eg sleyt mær krossbandið. Í HB var tað stong út ella beint fram­við, heldur enn stong inn. Møguliga havi eg havt størri ábyrgd í NSÍ. Í øllum før­um kenni eg meg væl har, karm­ar­nir eru kendir, har er ein tryggleiki og leikararnir kenna meg. Har gleði eg meg altíð at venja og spæla dyst. Eg elski at vera við Løkin, sigur Christian Høgni, hvørs fyri­mynd eisini hevur slitið sínar barnaskógvar sama stað sum hann. – Jens Martin Knudsen hev­ur altíð verið mín stóra fyrimynd. Hann er fan­tast­ iskur fyri eitt lið. Ótrúligur! Hansara vilja og áræði kunnu øll brúka. Hann meinar tað, sum hann ger við lív og sál. Margháttligar hendingar Tað er eisini saman við Jens Martini Knudsen og restini av liðfeløgunum í 2007, at Christian Høgni hevur eitt av teimum bestu minnunum á fót­bóltsvøllinum. – Eg gjørdi síðsta mál­ ið í 3-1 sigrinum á VB, tá vit tryggjaðu okkum føroya­ meistara­heitið á næst­sein­ asta leikdegi. Tað var fan­tast­ iskt og eg minnist, hvussu øll Runa­víkin kókaði í fleiri dag­ ar, greiðir Christian Høgni frá, sum fýra ár eftir gull­ krón­urnar í 2007 fekk eina upp­aftur størri uppliving við barn­dómsfelagnum. – At leiða barndómsfelagið á vøllin sum liðformaður í móti einum Premer League- liði var heilt fantastiskt. At vit so megnaðu at spæla 0-0 á heima­vølli var eisini ótrúligt, greið­ir Christian Høgni frá, meðan hann minnist aftur á mongu upplivingarnar, sum fót­bólturin hevur givið honum. – Mín fyrsti altjóða HM- undan­kappingardystur var eisini nakað serligt, tá kom inn fyri Toda Jónsson, skor­ aði eitt mál og legði upp til málið hjá Kurt Mørkøre, og vit vunnu 2-0 á Luksemburg, for­telur Christian Høgni, sum eisini minnist aðrar minni hugaligar hendingar. – Eg var við, tá NSÍ flutti upp fyri seinastu ferð. Eg var blaðungur og kom ikki á vøllin, men eg var við í hóp­ inum hjá barn­dóms­felag­num henda avgerandi dystin. Síð­ ani var eg við, tá NSÍ legði til­veruna sum elevatorlið aftur um seg, og etableraði seg í ovaru helvt av føroysku lands­kapp­ingini. Men í mínum síðsta kappingarári í Før­oy­um, tá skifti eg frá NSÍ til grannarnar B68 , sum hevði ein sterkan hóp, og so flyti eg niður við teimum. Tað er eitt sindur margháttligt og eg skilji væl, at summi hava hug at flenna at hesum, sigur Christian Høgni. Pápin var altíð við Sigrar og tap hóra fót­bólt­ inum til. Tað er ein partur av spælinum. Men tað er ein hend­ing uttanfyri vøllin í 2009, sum fall saman við, at Christian Høgni ikki fekk lands­liðs­boð, ið Christian Høgni minnist best, og sum kom at hava avgerandi ávirk­ an á seinastu árini av yrkis­ leið hansara.. – Fyri fyrstu ferð síðani eg varð boðsendur av Allani Simonsen, varð eg ikki út­ tikin. Eg hevði fingið eina grund­geving frá Brian Kerr, men var ikki samdur. Aftaná eg hevði fingið hesi boðini, so spæla vit í Streymnesi í móti EB/Streymi. Kerr er til staðar og eg geri tvey mál. Landsliðið var tó úttikið, so eg skuldi ikki við avstað nakrar dagar seinni. Men so hendir tað, at pápi mín doyr brádliga í eini arbeiðsvanlukku á Eiði. Pápi mín hevur altíð fylgt mær, hvønn einasta dyst, eisini á landsliðnum. Men tá eg fyri fyrstu ferð ikki verði úttikin, síðani eg varð boðsendur av fyrstan tíð, so fellur tað saman við, at pápi mín doyr, fortelur Christian Høgni. Eitt undarligt samanfall, sum er trupult at greiða frá. Christian Høgni dylir ikki yvir, at hetta er nakað, sum hevur sett síni spor. Pápin, sum var svorin NSÍ'ari, hugdi eftir hvørjum einasta dysti hjá soninum. Sjálvt tá Christian Høgni spældi við HB og pápin sat í nevndini hjá NSÍ, so hugdi hann hvønn ein­asta dyst eftir soninum. – Vit kundu skifta orð í fleiri tímar um fótbólt. Eftir hvønn dyst, hvønn dag. Eg tori næstan ikki at hugsa um, hvussu nógvir tímar, sum bara eru farnir við fót­ bólts­práti. Hann var mín størsti stuðul, og fótbólturin hev­ur ikki verið heilt tann sami síðani, sigur Christian Høgni. Slík tómrúm er trupul at fylla, men hóast hetta hevur Christian Høgni sanniliga prógv­að sítt virði sum leikari síð­ani tá. Við 22 málum gjørd­ist hann toppskjútti sam­an við Arnbjørn Hansen úr EB/Streymi í 2010. Sum liðformaður leiddi hann NSÍ til størsta altjóða úrslitið nakran­tíð, tá vespurnar spældu málleysan javnleik móti Fulham í 2011, og nú hevur málslúkurin tikið á seg nýggja avbjóðing og er vorð­in leikandi venjari hjá føroyskum útisetum í Dan­ mark, sum hann áður hevur dyst­ast saman við ella í móti. rolant@sosialurin.fo fótbóltur profilurin ítróttur Christian H. Jacobsen Føddur: 12. mai 1980 Foreldur: Høgni Jacobsen, sáli, og Sólfríð Jacobsen Trúlovaður Anniku Due Eyðusndóttir Yrkisleið: Landsdystir: 50 Feløg: NSÍ, HB, B68, Esbjerg, Vejle, AB og ÍF Føroyar Eg vóni at sleppa aftur í gulu troyggjuna og enda ordiligt Mynd: Rólant Waag Dam Mynd: Rólant Waag Dam Christian Høgni Jacobsen og Sjúrður Petersen skifta orð undir venjingini hjá ÍF Føroyum mánakvøldið Christian Høgni og tíggju ára gamli sonurin Jóel tosa nógv um fótbólt saman Christian Høgni hevur skotið omanfyri 100 mál fyri barndómsfelagið