týsdagur 2. apríl 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. apríl 2013 · Nr. 37
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
- Eg haldi faktiskt, at vit hava
goldið ótrúliga nógv fyri
ólukkurnar hjá øðrum.
Klaus Rasmussen ljóðar
sannførandi, tá hann skal
útgreina sítt egna uppáhald
um at leiðandi røddirnar í
samfelagnum
tekna
eina
órímiliga fíggindamynd av
bankanum.
- Tað er heilt opinlýst,
at nógvir politikarar og al
menningurin annars í longri
tíð hava peikað á bankarnar
sum stóru bandittarnar í
okkara samfelag. Tað er
blivið ”legalt” at peika eftir
bankanum og geva honum
skyldina fyri alt.
BankNordik hevði aðal
fund í dymbildagavikuni,
og har legði Klaus Rasmus
sen fram sína frágreiðing,
har hann lýsti støðuna hjá
bankanum, sæð úr stólinum
hjá nevndarformanninum.
Hann teknaði eina mynd
av einum banka, sum í dag
noyðist at gjalda í dýrum
dómum fyri skrællini hjá
kappingarneytunum.
- Í BankNordik kennist
tað eitt sindur sum um at
vit skulu hava skyldina fyri
húsagangin hjá Eik Banka.
Og ikki nóg mikið við at vit
fáa rokningina fyri dugna
loysi aðrastaðni. Vit verða
eisini útnevnd til at vera
bandittarnir, og millum poli
tikarar og almenningin verð
ur kókað undir ein stemning,
ið sigur at bandittarnir nú
skulu gjalda. Tað er órímu
ligt, sigur Klaus Ras-mussen.
Primitivt
Klaus Rasmussen er sjónliga
irriteraður av retorikkinum
móti bankanum.
- Hetta er klassiska mynd
in av politikki. Tá tað gongur
illa innanríkis, so fert tú í
kríggj fyri á tann hátt at fáa
fólkið at standa saman um
okkurt. Nú er man so farin í
kríggj móti bankunum, sigur
Klaus Rasmussen, nevnd
arformaður í BankNordik,
sum skýrir kritikkin at vera
órímiligan.
- Vit gjalda í dag fyri
bankapakkar og økt krøv
frá myndugleikunum. Eisini
skulu vit gjalda í trygdar
grunnin fyri innskjótarar, ið
tryggjar kundarnar móti at
missa sína uppsparing, tá ein
banki fer á húsagang. Bara
tann rokningin til trygdar
grunnin er 25 milliónir krón
ur um árið, næstu fýra árini.
Afturat øktu krøvunum
og eykarokningunum koma
krøv frá politikarum og al
menninginum, ið gera við
ferðina heilt órímiliga, sam
bært nevndarformanninum:
- Tá politikarar og al
menningurin annars krevja
lægri
útlánsrentu,
hægri
innlánsrentu, ongi gjøld fyri
tænastur, umframt at vit
ikki skulu stongja deildir og
siga fólki úr starvi – ja, tá er
tað væl eingin, ið fær rokni
stykkið at ganga upp, sigur
Klaus Rasmussen og spyr
retoriskt, hvussu fólk halda
at bankarnir gjalda fyri eyka
rokningar:
- Tað eru bara kundarnir
og
partaeigararnir,
sum
kunnu gjalda rokningina.
Meira innviklað er tað ikki.
Sjálvandi skulu vit gera
raksturin
av
bankanum
effektivari og bíligari, og tað
arbeiða vit sum kunnugt
hart við, sigur Klaus Ras
mussen og sipar til umfat
andi rationaliseringarnar í
bankanum síðstu árini.
Kritikkurin fellur nevnd
arformanninum fyri bróstið,
tí sambært honum er tað
eftirhondini
soleiðis,
at
starvsfólkini í bankanum
merkja tað á egnan kropp:
- Starvsfólkini hava sanni
liga merkt tær rationali
seringar, ið vit hava gjørt
innanhýsis í bankanum, og
hava hóast tað hildið geisti
num uppi og gjørt eitt gott
arbeiði. Men tá tey har
umframt skulu kenna seg
forfylgd og niðurgjørd í
almenna rúminum, bert tí
at tey arbeiða í einum banka,
tá er neyðugt at tala at. Tað
er simpulthen ov langt úti,
sigur Klaus Rasmussen, sum
eftirlýsir eitt sindur av for
stáilsi, serliga frá leiðandi
røddunum í samfelagnum.
Tjena ov lítið
Samstundis sum nevndar
formaðurin verður møttur av
krøvum um lægri útlánsrent
ur og hægri innlánsrentur,
færri og lægri gjøld og betri
tænastur, so heldur hann
fast um, at bankin tjenar ov
lítið.
- Vit hava ein eginkapital
á umleið tvær milliardir. Tað
er ikki eitt óvanligt krav at
eginpeningurin
skal
for
rentast við 10 prosentum, og
tað gevur also 200 milliónir
krónur, sigur Klaus Rasmus
sen og samanber við úrslitið
fyri 2012, ið gav 121 milliónir
krónur í yvirskoti fyri alt
samtakið.
Fleiri orsøkir eru til at
úrslitið fyri 2012 gjørdist
lakari enn tað burdi, sam
bært nevndarformanninum.
Bankin hevði nógvar serligar
útreiðslur av at umleggja og
tillaga sítt virksemi í kjalar
vørrinum av uppkeypum
uttanlands, bankin hevði
eykaútreiðslur av banka
pakkum og øktum krøvum
frá
myndugleikunum,
og
hartil var marknaðarrentan
sera lág.
- Men vit eru á rættari kós
og koma at tjena fleiri peng
ar, sigur Klaus Rasmussen.
Nevndarformaðurin
nevnir eitt lán á 800 millión
ir krónur, sum bankin tók
frá statinum til eina rentu
á umleið 10 prosent um árið.
Framvegis eru 650 milliónir
eftir av láninum, og rentu
útreiðslurnar tyngja tí rokn
skapin.
- Vit kundu sjálvandi latið
vera við at tikið hetta lánið,
men so hevði ikki borið til
at keypa Amagerbankan.
Men tað er also neyðugt at
fara út um landoddarnar
at tjena pengar. Tað er har,
BankNordik hevur møgu
leika at veksa og tjena peng
ar, sigur Klaus Rasmussen.
Tað er tó ikki ein loysn fyri
BankNordik at tekna nýggj
an partapening fyri á tann
hátt at fíggja afturgjaldið.
- Nei, til tað er kursurin alt
ov lágur. Vit koma at gjalda
lánið aftur við teimum peng
um, sum vit tjena næstu ár
ini, sigur Klaus Rasmussen,
sum roknar við at lánið er
afturgoldið um eini trý til
fýra ár.
Føroyska projektið
Hóast BankNordik síðstu ár
ini hevur brúkt nógva orku
og pengar uppá at víðka sítt
virksemi til Íslands, Grøn
lands og Danmarkar, so legg
ur nevndarformaðurin stór-
an dent á, at talan er um eitt
føroyskt projekt.
- Vit eru ein føroysk fyri
tøka, sum bæði ynskir og
dugir at gera seg galdandi
uttan fyri Føroyar. Ein fyri
tøka, sum skal vera við til at
tryggja tilverugrundarlagið
hjá føroyska samfelagnum
í framtíðini. Projektið er at
skapa eina fyritøku, sum
dugir at tjena nógvar pengar,
sum
allir
føroyingar
og
partaeigarar annars kunnu
vera glað fyri og errin av, sig
ur Klaus Rasmussen.
Tað skal tó, sambært
nevndarformanninum, ger
ast varliga.
- Vit taka tað í smáum.
Eitt fet í senn. Á tann hátt
skulu vit tryggja, at vit ikki
detta á vegnum, sigur hann.
Í dag eru umleið 59 pro
sent av partabrøvunum í
BankNordik á føroyskum
hondum. Landsstýrið eigur,
umvegis Fíggingargrunnin
frá 1992, sum kunnugt góð 33
prosent av partabrøvunum.
Aðrir, í høvuðsheitum smær
ri, føroyskir íleggjarar eiga
26 prosent, meðan síðstu 41
prosentini eru á útlendskum
hondum.
- Tað er okkara vón, at
bankin framhaldandi verður
eitt føroyskt projekt, har
føroyingar eiga meirilutan,
hóast bankin er skrásettur á
keypsskálunum, sigur Klaus
Rasmussen og dylir ikki fyri,
at boðskapurin serliga vend
ir sær til føroyska høvuðs
partaeigaran.
Hann hevur onga meining
um, hvørt landsstýrið skal
selja síni partabrøv ella eiga
tey í allar ævir.
- Men velur man at selja,
so vóni eg bara at tað verð-ur
gjørt soleiðis at eisini føroy
ingar fáa ein reellan møgu
leika at keypa, sigur Klaus
Rasmussen.
Rákið má venda
Hóast nevndarformaðurin
alment eftirlýsir, at bankin
fær eina meira fair viðferð
frá leiðandi røddunum í sam
felagnum, so er eingin offen
siv sjarmukampagna í væntu
frá bankanum.
- Nei, eg trúgvi snøgt
Órímilig mynd av einum
samfelagsfígginda
- Hetta er klassiska myndin av politikki. Tá tað gongur illa innanríkis, so fert tú í kríggj fyri á tann
hátt at fáa fólkið at standa saman um okkurt. Nú er man so farin í kríggj móti bankunum, sigur
Klaus Rasmussen, nevndarformaður í BankNordik, sum skýrir kritikkin at vera órímiligan