Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. apríl 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 3. apríl 2013 · Nr. 37 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Jón Brian Hvidtfeldt Landsstýrið roknar við at fáa væl burtur úr BankNordik næstu árini. Sambært fíggj­ar­kør­mun­ um skal Fígging­ar­grunnurin útluta lands­kassa­num 10 milliónir krón­ur næsta ár, og 25 millión­ir krónur árið eftir, tvs. í 2015. Árini 2016- 2018 skal útlutingin vera millum 25,7 og 27,3 milliónir krónur um árið. Tá einasta endamál við Fígg­ingargrunninum frá 1992 er at eiga partabrøvini hjá tí almenna í BankNordik, so merkir tað alt annað líka, at landsstýrið roknar við at bank­in fer at lata eitt rímiliga stórt vinningsbýti, eini 75-80 millión­ir krónur um árið, til sín­ar eigarar næstu árini. Men her skjýtur lands­stýr­ ið yvir málið, sam­b­ært nevnd­ ar­for­mann­i­n­um í Bank­ Nordik, sum á aðal­fundi­num í dym­bilda­ga­viku­ni út­lut­aði 10 millión­ir krón­ur í vinn­ings­ býti fyri rokn­skapar­ár­ið 2012. - Vit rokna við at vinn­ ingsbýtið næstu ár­ini verður millum 10 og 30 milliónir krónur um árið. Tað framgongur av árs­rokn­ skapi­num, og tað er tað, ið vit fyrihalda okkum til, sigur Klaus Rasmussen, og leggur aftur­at, at sjálvandi lurtar nevnd­in eftir ynskjum frá sín­um eigarum og roynir at stýra bankanum eftir hesum. - Men tað má sjálvandi setast upp ímóti teimum krøv­um, ið verða sett til bankar­nar, sigur Klaus Ras­ mus­sen. Nevndarformaðurin sipar her til tey krøv, ið verður lagt upp til í sonevndu SIFI- frágreiðingini, har ein ser­frøð­inganevnd undir donsku stjórnini í síðsta mán­að peikaði á nakrar pen­ inga­stovnar, ið hava so­mik­ ið stóran týdning fyri sam­ felag­ið, at teir koma undir heitið ”system­bankar.” - Henda frágreiðing vís­ir millum annað, at solvens­ krav­ið til Danske Bank skal vera 15,5 prosent, tí bankin er so stórur í dans­ ka samfelagnum. Gera vit eina samanbering við okk­ara støðu í føroyska sam­felag­num, so skulu vit styrkja um solvens­in. Og tað gera vit ikki við at útluta allar pengarnar sum vinningsbýti, sigur Klaus Rasmussen. Nevndarformaðurin vís­ ir á, at solvensurin í Bank­ Nord­ik í dag er 14,8 prosent. Harvið liggur bankin væl oman­fyri galdandi krøv, men niðan­fyri tey krøv, sum eru í væn­tu. - Ímynda vit okkum eitt solvenskrav á 15,5 pro­sent, so skal man sum banki væl saktans liggja nak­að omanfyri. So ja, tað setir størri krøv til okk­um, staðfestir Klaus Ras­mus­s­en, og peikar aftur á ársfrágreiðingina fyri 2012, har lagt verður upp til vinn­ings­b­ýti millum 10 og 30 millión­ir um árið næstu ár­ini. Enn eru eingi formlig krøv sett til sonevndar ”system­bank­ar,” og tí kann bankin í princippi­num velja at venda blin­da eygað til donsku SIFI-frá­grei­ð­ingina. Tað verður tó ikki gjørt, sambært nevnd­ar­fo­r­manni­ num: - Vit hava stóran sam­ felags­lig­an týdning í før­ oys­ka samfelagnum. Og vit skulu sum banki styrk­ja okk­um. So nei, tað er ikki realist­iskt at Bank­Nor­dik fer at útluta 75-80 millión­ir krón­ur um árið í vinn­ings­ býti næstu árini, sigur Klaus Ras­mus­sen. Hann biður í staðin lands­stýrið fegnast um, at kurs­urin á partabrævinum gong­ur rætta vegin. - Bara síðani á nýggj­ári­ num er kursurin farin úr 70 upp um 100, og harvið er marknaðarvirðið økt úr 700 milliónum upp um eina milliard. Landskassin eigur sum nevnt ein triðing av parta­brøvu­num í bankanum, og hesi eru also 100 milliónir krón­ur meira verd í dag enn tey vóru á nýggjárinum, ljóð­ ar heilsanin frá Klaus Ras­ mus­sen. Órealistiskt krav um vinningsbýti Vit kunnu ikki bæði styrkja bankan og gjalda pengarnar út sum vinningsbýti. Tí er órealistiskt, at vit koma at gjalda partaeigarunum 75-80 milliónir um árið í vinningsbýti, soleiðis sum landsstýrið leggur upp til í fíggjarkørmunum, sigur Klaus Rasmussen sagt ikki, at vit hava nakran kjans í somáta. Vit hava sæð aðrar bank­ar gera ta royndina, men úrslit­ini hava verið so sum so. Eg trúgvi, at vit mugu hug­sa meira langsigtað, sigur Klaus Ras­ mus­sen og heldur fram: - Fyri tað fyrsta mugu vit upp­føra okkum ordiligt. Vit mugu vera ein reiðiligur og seriøs­ur banki, sum dugir at tjena pengar og samstundis veit­ir kundunum nøkur góð tilboð. Hetta mugu fólk sígg­ ja og uppliva í verki, og so má tíðin annars arbeiða fyri okkum. Vit mugu arbeiða lang­sigt­að, og so trúgvi eg eisi­ni, at rákið við tíðini fer at venda. Klaus Rasmussen sigur seg samstundis skilja, at fólk hava eina neiliga fatan av bankunum eftir mongu húsa­gang­ir­nar síðstu árini, ið aftur hava kostað dýrt. - Men vit biðja bara um, at alt ikki verður koyrt í sama sekk og umrøtt sum ”bankarnir”. Vit eru ikki ein av hesum fallitbankunum. Tað eiga fólk at minnast, og ser­liga haldi eg, at leiðandi po­liti­k­ar­ar í samfelagnum ei- ga at ”skrue lidt ned for reto­ rikk­en”, argumenterar Klaus Rasmus­sen. Nú ber til at keypa og lesa Sosialin á iPhone og iPad – eins og øllum øðrum snildfonum SOSIALURIN NÚ Á iPHONE OG iPAD Lætt og ómakaleyst Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn, tel. 341800, post@sosialurin.fo eblaðið sos.fo Talan er um somu e-útgávu, sum seinastu árini hevur verið tøk á www.sos.fo E-blaðið kann keypast í leysasølu á www.sos.fo fyri 10 krónur, ella tú teknar tær hald upp á hesa tænastu. Tað kostar 75 krónur um mánaðin, og tá kanst tú bæði lesa blaðið á tíni iPhone, tínum iPad, á aðrari snildfone eins og í øllum teldum.