Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-02, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. apríl 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. apríl 2013 · Nr. 37 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn Týsdagin 2. apríl fylti Finnleif 70 ár. Hann er føddur í Trøð­ um á Sandi 2. apríl 1943. Foreldur hansara vórðu Ejvind Winther Durhuus úr Vest­manna (1912 – 2001) og Maren Karolina Durhuus, f. Joensen, av Sandi (1912 – 2000). Tey búsettust í Trøðum. Finnleif er miðlingurin av 5 systkjum, tríggir brøður og tvær systrar. Í húsinum var fitt av jørð (28 áseyðir), kúgv o.a., og av tí at pápin var til skips frá mars til oktober, var nokk at takast við í samband við eplir, torv, hoyggj og annað. Hetta var alt eitt gott íkast til húsarhaldið, orsakað av tí oftani misjøvnu inntøku, sum ein sjómaður hevði tá í tíðini. Í Trøðum var eitt sera vak­ urt og spennandi umhvørvi at vaksa upp í saman við teim­um mongu børnunum, sum tá vóru har. Har vórðu fýra 6-marka garðar, eitt maskin­snikkaravirki, bilarnir í Mið­stovuni og har afturat var vatnið, mølheyggjarnir, lógvin og onnur eksotisk støð at spæla í. Sum 12 ára gamal fekk Finn­leif starvið sum mjólkar­ kontrolørur fyri Sands bygd. Arbeiðið snúði seg um í høv­ uðsheitum eina ferð um mán­aðin at kanna mjólkina við atliti til mjólkanøgd og fitiinnihald hjá øllum neyt­ unum á Sandi. Tá vórðu um­ leið 150 mjólkineyt í bygdini. Bóndafelagið og Føroya Jarð­ arráð stóðu fyri hesi kann­ ing. Útbúgving Liðugur við barnaskúlan, 14 ára gamal, mælti Hákun Dam, lærari, Finnleifi til at fara á læraraskúla. Hann hevði góðan hug til tað bókliga og kundi hugsað sær at farið í Hoydalar. Men tað vóru ikki ráð til tað. Hák­ un helt, at best var at fara til skips í eini trý ár, síð­ani á háskúla og haðani á lær­ara­ skúla. Við hesum í hyggju skuldi Finnleif í 1959 fara til skips við trolaranum Venus. Men meðan teir lógu á Havnini, klárir at fara avstað, bleiv motorurin í ólagi og fóru teir tí ongan veg. Í staðin fyri fór hann at arbeiða hjá Peturi í Gong, byggimeistara í Havn. Tá ið hann hevði arbeitt har í einar tríggjar mánaðir, spurdi Petur, um hann ikki vildi koma í læru til húsasmið. Eftir at hava hugsað seg væl um, fór hann í læru og tók sveinabræv í mai 1963. Hetta varð ein spennandi og læru­rík tíð, har Finnleif fekk nýggjar vinir fyri lívið. Tað var eisini í hesum árunum, at Finnleif, ið komin var til persónliga trúgv, fór at ganga á møti í Ebenezer, sum bleiv hansara andaliga heim. Finn­ leif, ið er musikalskur, og sum elskar sang og tónleik, fór í sangkórið í Ebenezer í 1960 og er framvegis í kór­ in­um. Hann syngur eis­ini við í manskórinum. Har­ aft­ur­at hevur hann eisini ver­ið partur av ymiskum sang­bólkum. Í 1963 varð sang­bólk­urin “Sang­brøð­ur” stovn­að­ur, har sungið varð á møt­um í Ebe­nez­er og ann­ ars kring landið. Men ser­liga lut­tóku Sang­brøður á ung­ dóms­møt­unum og í Bíbliu­ flokk­inum hjá Petur Háberg í Ebe­nezer. Teir, ið mann­aðu henda sangbólk, vóru afturat Finnleifi, Øssur Berg­hamar, Árni B. Jensen, sáli og Páll á Lakjuni. Í seksti­árun­um góvu teir út tríggj­ar LP- plátur. Sigast má, at hesin sangbólkur var sera væl um­ tóktur og var teirra sangur ný­skapandi og fram­brot inn­an andaligan sang í Før­ oy­um. Í 2004 góðu Sangbrøður út eina CD við 13 sangum. Finnleif hevur verið orga­ nistur í Ebenezer í umleið 40 ár. Síðani 1984 hevur Finnleif verið við til at samskipa tær kristiligu, sjónvarps- og út­ varpssendingar og andaktir frá brøðrasamkomunum, sum sendar verða í Kring­ varp­inum. Hjá Landsverk­ frøðinginum Frá 1964-66 gekk Finnleif í kvøldskúla til Tekniska Fyri­ reiking og fór hann í 1966 til Danmarkar at lesa til byggi­ frøðing og var liðugur í 1969. 15. apríl 1969 varð Finn­ leif settur í starv hjá Lands­ verkfrøðinginum. At arbeiða saman við Mikkjali Helmsdal, ið sat sum Landsverkfrøðingur frá 1948 – 88, var sera spennandi, mennandi og gevandi. Hann vísti álit og gav ábyrgd. Mikkjal var høgt í metum og virdur um lond fyri síni við­ føddu evni og sín tekniska før­leika. Tey fyrstu árini arbeiddi Finnleif mest við projektering av vegum, brúgvum og ogn­ ar­tøkumálum. Hevði eisini ábyrgdina av nøkr­um verk­ ætlanum, m.a. nýggja veg­ num gjøgnum Kolla­fjarðar bygd. Í juni 1973 varð hann settur sum leiðari av vega­ um­sitingardeildini, herundir størri ábøtur og trygdartiltøk á landsvegakervinum. Hann hevði eisini ábyrgdina av studningsskipanini, sum land­ið lat til kommu­nal­ar veg­ir, men sum varð broytt í 1992. Á vega­um­sitingar­deild­ ini arbeiddu tá umleið 150 fólk. Fyri at verða betur ílatin til hesa stóru avbjóðing, las hann um kvøldarnar til merko­nom. Síðani í 1983 hevur Finn­ leif verið aktivur í Norður­ lendskum samstarvi. Í 1983 gjørdist hann limur í NVF (Nordisk Vejteknisk For­ bund) og var hann formaður fyri Føroysku deildina “Rakst­ur og hald av vegum” í 14 ár. Síðani 1984 hevur hann umboðað Lands­verk­frøð­ ingin í “Nordisk Chef­for­um”, har deildar­stjór­arnir í teim ymisku Vej­direkto­rat­unum møttust eina ferð um árið at umrøða aktuell mál. Í 1992 gjørdist hann lim­ur í tí Norðurlendska Vet­rar­ haldsbólkinum, sum arbeiddi við gransking og menning innan vetrarhaldi. Frá 1981 til 2006 hevur hann verið í leiðslubólkinum á Landsverki. Sigast má, at Finnleif, í ein mansaldur, hevur verið við til at útbygt, umsitið og ment landsveganetið til eitt væl útbygt og nútímans vega­ kerv, sum hevur verið landi og fólki at gagni. Í sínum arbeiði er hann komin víða um og munnu tey verða fá, ið kenna landið so væl sum hann. Í 1970 giftist Finnleif við Jóhannu Mariu Durhuus, f. Samuelsen úr Havn. Hon er dóttir Mikkjal Sam­uel­sen (Mikkjal í Horni), Tórs­havn (1902-1974) og Ingu Sam­ uel­sen av Viðareiði (1908- 1976). Finnleif og Jóhanna Maria búsettust á trøðni hjá Mikkjali, á “Perskonufløtu”. Tey eiga 3 børn, Mikkjal, Kára og Ingunn. Mikkjal arbeiðir á Føroya Tele og Kári í Eik banka. Ingunn er gift við Eiriki Norðberg úr Vági. Tey lesa bæði í Keypmannahavn, hon til arkitekt og hann til verkfrøðing. Í 2010 valdi Finnleif at fara frá sum leiðari, og hevur hann síðani arbeitt sum ráð­ gevi. Ynskt verður Finnleifi hjarta­liga tillukku við føð­ ing­ardegnum. ó. Góði babba! Ikki trýtur við rósandi orð­um, ið eg kundi fest á blað um teg, góði babba. Títt lætta og jaliga lyndi er eyð­kent. Eisini ert tú prógv um, at aldur einans er eitt tal. Altíð hevur tú sýnt áhuga fyri tí, eg havi tikist við. Tá uppgávur skuldu skrivast í studentaskúlanum, var tú altíð fúsur at hjálpa. Ser­ liga dámdi tær væl at kava djúpt í søgufakini. Tey gomlu orðatøkini og orð­ing­ arnar, sum tú hevur lagt teg eftir at minnast, komu væl við sum ífylla í stílarnar. Setn­ingin ”Eins og løkur leit­ar sær lættastu leiðina, fer heldur ikki fótur fram eftir fummum, men fylgir høg­ligastu farleið, hetta tví­føtt sum ferføtt” minnist eg væl tá evnið var fyrsti koyri­vegur í Føroyum. Nú fyrireikingarnar til mína endaligu uppgávu á arki­tekta­skúlanum eru byrjaðar, sær eisini lovandi út. Á lands­bókasavninum varð tú spurdur, um tú vart søgu­granskari. Í øllum tú gert ert tú nær­lagdur. Dent hevur tú lagt á at læra meg at lýsa øll mál væl, fyri at hava eitt gott grundarlag at taka eina avgerð á. Tá tú hevði 40 ára starvs­ dag á Landsverki varð nevnt, at tú kennir hvørja stein­pirru í Føroyum. Og rætt er tað! Tú kennir land­ ið væl og hevur eisini altíð lagt teg eftir at læra okkum føroyska landalæru. Nógvir hava túrarnir verið, har mat­pakkin er etin undir frí­ um lofti. Tað eru nokk eisini fá, ið koyra so nógvar túrar runt í Føroyum sum vit. Eftir sunnudagsskúlan var biltúrurin út á molan fastur táttur. Sigast kann, at mangt vit gera, gera vit sum vit plaga. Ikki dámar tær at vera tikin á bóli. Men tá siðvenjurnar gerast so hugna­ligar sum hjá okkum, so er als ikki neyðugt við broyt­ingum. Hugsast kann ikki annað enn, at tú ert optimist, síð­ ani tú, ið elskar hita og sól, hevur búsett teg í Før­oyum. Er ein løta í døgverða­steðg­ in­um og sólin sær, ert tú skjótur út á terassuna. Nú eg og Eirikur hava búð niðri í nøkur ár, hava vit eisini merkt hvørja árstíð tær dámar best at koma á vitj­an. So at siga hvørt ár hava vit verið ein summartúr í Sand­oynni, har tú er upp­ vaksin. Tá eru vit bæði altíð farin biltúrin til Annfinn at keypa tey serliga góðu rundstykkini. Hetta eru alt góð og stuttlig minnir. Eg havi altíð merkt tín kærleika og umsorgan fyri sam­komu Guds, serliga sam­komuni í Ebenezer, har tú hevur havt tína dagligu gongd. Sangur og tónleikur hevur altíð fylt nógv hjá tær. Í nógv ár spældi tú á urguna í Ebenezer, tú ert við í Ebenezerkórinum og mans­kórinum í Suður­ steym­oy, og so ikki at gloyma Sangbrøður, ið tit ung­dóms­vinir mannaðu. Hetta hevur ríka okkara heim, og løturnar tú situr við klaverið ella orglið njóta vit. Hvørt kvøld setti tú teg á songarstokkin hjá mær at biðja eina bøn til Harra og frelsara okkara ein tøkk fyri dagin og bøn um varðveitslu. Við hesum fáu tonkum vil eg ynskja tær hjartaliga tillukku við stóra degnum, góði babba, og takka fyri tína kærleiksfullu um­sorg­ an og vegleiðing. Heilsanin er frá okkum øllum. Ingunn Finnleif Winther Durhuus sjeyti Finnleif Durhuus 70 ár