Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-02, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. apríl 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 3. apríl 2013 · Nr. 37 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nøvn “Eg eri fødd í ’13,” hevur omma altíð svarað, tá onkur hev­ur spurt hana, hvussu gom­ul hon er. Omma er nummar seks av átta systkjum, harav tveir doyðu sum smádreingir - báð­ir itu Símun. Omma plagdi at siga, at hjá teimum var Símun óeydnisnavn. Teir báðir dreingirnir vóru elstir, síðani kom Kristian (Gigga), so Betty, Oluffa, omma, Saloma og yngst var Petra. Omma vaks upp á Høvdanum á Strondum. Har var nógv virksemi, handil við øllum, ið har til hoyrir, fiska­ arbeiði, fiskaturking og nógv annað.Jógvan, pápi hennara, hevði eisini mynstring og inn­klarering av skipum um hendi. Omma var ofta sjúk sum smágenta, ”tey væntaðu ikki, at eg fór at liva,” hevur hon ofta tikið til. Nú hevur hon so nátt teimum hundrað, so væl hevur hildnast kortini, og er hon einasta eftir av systkjunum á lívi.Skúlaárini á Strondum vóru góð og hon dugdi væl í skúlanum - at rokna og at skriva bæði føroyskt og danskt. Tað, at duga væl í skúlanum, hevur hon mett høgt og ofta spurt børn, ið komu á gátt: ”Dugir tú væl í skúlanum?” Sum ung fór hon til Havn­ar at tæna og at læra at seyma. Hetta kom henni væl við seinni. Sera snøgg og fitt í hondunum hevur hon altíð verið, og óteljandi eru tey pløgg, omma hevur bundið og seymað okkum og øðrum. Tók ofta til, hvussu góð kensla tað var, tá eitt plagg var liðugt og væl úr hond­um greitt. Á Fløtunum var ein fittur ungur maður, Jóan Karl Danielsen, og tey bæði omma og abbi vórðu betri enn væl. Omma og abbi vórðu trúlovað, meðan abbi gekk á sjómansskúla í Havn. Tey bygdu hús á Fløtunum og giftust í 1939. Annar verðaldarbardagi var byrjaður og luftverju­ kanón beint undir sovi­kam­ ars­vindeyganum. Men kær­ leikin teirra millum yvir­vann allan ótta. 2. ok­tober árið eftir fingu tey dóttrina Jóhannu – tey vóru eydnusom. Men, sum omma mangan plagdi at taka til: ”Sorrig og glæde de vandre til hobe”. Tann 21. novembur komu telefonboð úr Havn; abbi var deyður á útróðri. Og har sat hon, einsa­møll við ný­føðingi – larm­urin frá loft­verju­ kanón­um og ávaringarljóð um bumbuálop hava kenst sum koyrlasløg – ongin Jóan Karl at ugga og troysta ungu einkjuna. Hon fall tó ikki í fátt. Móðurkenslan, meiri enn nakað annað, fekk hana í gongd aftur. ”Hvor der er vilje, er der vej,” hevur altíð verið ommusa motto. Tær báðar, omma og skyldkonan Marsanna, fóru saman at seyma fyri fólk, og somikið væl kom burturúr, at tær vunnu til lívsins uppihald. At familjan, bæði á Fløtunum og á Høvdanum, og bygdarfólkið annars hava lívgað um tær báðar, ommu og mammu, er ongin ivi um, men saknurin og sorgin var hennara. Tað var, sum um feigdin hevði lagt eftir systkjunum. Gigga misti konuna, Oluffa misti mannin. Teir tríggir synir Gigga vórðu móður­ loys­ingar. John fór til omm­ una á Toftum og teir báð­ ir beiggjarnir, Jógvan og Frits, fóru til ommu sína á Høvdanum at vera. Í 1948 doyði langabbi á Høvd­an­um, og omma flutti við mammu út á Høvdan at búgva og at hjálpa til í stóra húsar­ haldinum. Hetta hevði hon lovað pápa sínum. Á Høvd­ an­um hjálpti hon mammu síni við øllum tí húsliga og kom í hennara stað, so hvørt sum langomma eld­ ist. Har var nógv at taka sær av. Nógv fólk var í húsi, hús­djór, handil, turkihús, mynstring og ikki minst um­sorganin fyri børnunum og ógiftu systrunum, Betty og Petru, sum eisini búðu har. Afturat húsfólkinum kom nógv fólk á gátt, bæði tey, ið høvdu okkurt ørindi, men eisini tey hjá Salomu og Oluffa við børnunum, sum vitjaðu um sumrarnar. Á vári í 1973 var feigdardagur, tá útróðrarbáturin ”Gamli Tummas” gekk burtur og svág­urin Hannus og Frits, ið var sum ein sonur fyri ommu, sjólótust. Hóast mótburð, og væl komin til árs, bygdi Betty nýggjan handil, og tær báð­ ar systrarnar starvaðust har, líka til Betty doyði og handilin varð rikin víð­ari av yngri kreftum. Systr­ ar­nar vóru farnar væl um pensjónsaldur, tá tær enn so trúliga rokaðust í handli­ num. Tað er fortalt, at eina­ ferð kom ein sølumaður at selja okkurt. Hann var eitt sindur ovfarin av hesi gomlu ’ekspeditrisuni’ – ommu. Sum hann fór at forklára, helt hon fyri, at hon heldur mátti fara eftir stjóranum. ”Og”, fortaldi sølumaðurin, ”so kom ein uppaftur eldri dama út av kontórinum”. Ein av ommusa leiklutum í handlinum var, sum altíð, tann umsorganarligi, at alt var reint og ruddiligt og ikki minst, at tað var heitt kaffi og okkurt gott afturvið. Tann 2. apríl 1998 vóru aftur sorgarboð í familjuni. ”Sjó­borgin” gekk burtur og allir sjólótust – ófatiligt hvussu bygdir og familjur verða raktar. Ommu hevur ongantíð dámað at útseta nakað til í morgin, ið kundi gerast í dag. ”Tú veitst ikki um tú livir í morgin,” plagdi hon at siga. – og so fortaldi hon hesa søguna um abba: Teir róðu út um heystið, og sum vanligt var, varð matur borin útróðrarmonnunum, tá teir vóru afturkomnir. Abbi hevði verið á útróðri, men mamma var sjúk, so omma slapp ikki oman í Langanes við døgurða sum hon ætlaði. Komin at húsum sigur hann við ommu: ”Sanna, eg væntaði, at tú komst oman,” hon var so forharmað og lovaði, at næstu ferð, so skuldi hon fáa onkran at vera inni hjá dóttrini. Men ’næstu ferð’ kom bara ongantíð. Omma hevur altíð ver­ið stillfør og blíð, og vit ommu­ børn hava altíð notið gott av ommusa umsorganarfulla og stillføra lyndi, bæði tá vit ferðaðust á Strondum, og tá hon ferðaðist hjá okkum – tá vóru jóladagar! Mamma vildi so fegin fáa mynd tikna av '5 ættarliðum', tá omma varð vorðin oldur­ omma. Helt ikki, at hetta var nakað at bíða við, tí vit vistu jú ikki, hvussu leingi omma fór at liva. Ikki visti hon, ella nakar annar, at tað bleiv mamma, ið varð tann fyrra av teimum báðum at fara hiðani. Vildu ynskt at hon slapp at upplivað 100 ára dagin hjá mammu síni. Omma hevur altíð gleðst um at búgva á Strondum. Sein­astu ellivu árini hevur hon tó búð hinumegin fjørðin á Røktar- og Ellisheiminum í Runavík. Mongu fetini, hon gongur aftur og fram á Ellis­ heiminum, kann hon líta yvir á Strendur - men um henni leingist, tað vita vit ikki. Eitt er tó vist, hon hevur tað gott, har hon er. Tá Ellisheim hava verið umrødd, hevur hon oft­ani tikið til, at ”har hava tey tað vist gott”. Og jú, hon hevur tað gott hjá ómetaliga fittum fólkum, ið eru so sera góð við hana og bera vit teim­ um eina stóra tøkk fyri tað. Lív okkara her á fold er mangan líknað við ein dag – frá morgni til kvøldar. Hjá ommu er farið væl um vanliga niðurfaringartíð, men tað er gott at vita, tá henn­ara lívssól slóknar, at Hann, ið hon, sum ung genta valdi sum sín trygga skjøldur, stendur klárur at taka hana í sín favn. Nú skriva vit aftur '13. Fríggjadagin 5. apríl er ein stórur dagur, tá omma fyllir 100 ár. Dagurin verður hildin á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi í Runavík fríggja­ dagin kl. 15–19 og eru øll hjarta­liga vælkomin. Kári, Heidi og Sanna við familjum 100 ár Sanna Rosa Danielsen, Strendur vanliga nevnd Sanna á Høvdanum Hugleiðingar, nú omma fyllir hundrað 5. apríl Borg l Runavík, tel. 477272 l Klaksvík, tel. 455149 l www.borg.fo HARO 3-stAv pARkettgólv Eik hvítt bustað matlakk 13,5x180x2200 mm nú 219,- FYrr 369,- glAsvev pAkkAtIlBOÐ 25 MtR. glAsvev / 10 ltR. líM / 10 ltR. MálIng nú Bert 699,- spar 337,-