týsdagur 2. apríl 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 3. apríl 2013 · Nr. 37
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsa
Árni Joensen
Tuberklatilburðirnir í Grøn
landi eru fækkaðir nógv síð
ani miðskeiðis í seinastu øld,
men framvegis eru tilburð
irnir lutfalsliga líka nógvir
sum í einum menningarlandi
í Afrika.
Í mong ár gjørdi sjúkan
serliga um seg í Suðurgrøn
landi, men nú eru trupul
leikarnir serliga í Eysturgrøn
landi. Kring heimin eru fleiri
nýggjar og mótstøðuførar
tuberklabakteriur staðfestar,
og á altjóða tuberkladegnum
í ár vóru røddir frammi um,
at tað eru tuberklar, sum
neyvan kunnu lekjast.
Í Grønlandi hava heilsu
myndugleikarnir bara stað
fest ein tilburð við mót
støðuførum
tuberklum.
Heilsuverkið ger eitt stórt
arbeiði fyri at finna møgu
ligar sjúklingar, og árliga
brúka myndugleikarnir mill
um seks og sjey milliónir
krónur til bardagan ímóti
tuberklum.
– Í áttatiárunum hildu vit,
at vit høvdu fingið tamar
hald á sjúkuni, men tað
gjørdi tíverri, at vit slakaðu
eitt sindur. Úrslitið av hesum
kom skjótt, tá tað vísti seg, at
sjúkan var komin fyri seg
aftur. Tí er tað avgerandi
neyðugt, at vit halda fram við
stríðnum ímóti tuberklunum,
sum er ein dýr sjúka fyri
samfelagið, og sum kann
vera lívshættislig, um illa vil
til, segði Thomas Rendal hjá
landslæknaembætinum
í
Nuuk við grønlendska kring
varpið á tuberkladegnum.
Enn í Føroyum
Tuberklarnir
eru
heldur
ikki útdeyðir í Føroyum,
men tilburðirnir her eru
munandi færri enn í Grøn
landi. Sambært teirri sein
astu ársfrágreiðingini hjá
Landslæknanum
vórðu
tveir tilburðir við tuberklum
fráboðaðir í Føroyum í 2011
og tveir í 2010. Tey seinastu 15
árini fekk Landslæknin boð
um 21 nýggjar tilburðir.
Bara ein føroyingur er
deyður av tuberklum tey
seinastu 20 árini.
Heimssamfelagið brúkar
fleiri milliardir krónur um
árið
til
bardagan
ímóti
tuberklum. Fólk fáa sjúkuna,
tá tey anda í seg bakteriuna
Mycobacterium Tuberculosis,
sum vanliga festir seg í lung
unum, og haðani breiðir sjúk
an seg.
arni@sosialurin.fo
Tuberklarnir framvegis ein avbjóðing í Grønlandi
Pálmasunnudagur var altjóða tuberkladagur, og hóast sjúkan er millum tær sjáldsomu
her hjá okkum í dag, er hon framvegis ein avbjóðing í Grønlandi
Nógv bendir á, at fimmti hvør drongur í USA hevur ADHD, og at sjúkan
er tvær ferðir so vanlig millum dreingir sum millum gentur. New York
Times skrivar, at í USA eru tilburðirnir av ADHD fleirfaldaðir tey seinastu
árini, men summir læknar siga, at alt ov mong børn verða søgd at hava
sjúkuna, og at nógv fáa heilivág, sjálvt um tey ikki eiga at fáa hann.
tíðindi
Áki Bertholdsen
– Vil samgongan landi og
fólki væl, hevði hon hildið
upp at at sáa ótta ímillum
fólk.
Tað heldur Selma Ellings
gaard, forkvinna í landsins
størsta
fakfelagi,
Starvs
mannafelagnum.
Men at sáa ótta og mis
treysti, er akkurát, hvat
Selma Ellingsgaard heldur,
at samgongan ger.
Í játtanarkarmunum, sum
Løgtingið fer at viðgera í dag,
dugir hon nevniliga ikki at
síggja nógv upplyftandi og
eggjandi.
– Ístaðin fyri at eggja og
stimbra, verður bara tosað
um at tálma og spara og tað
kann ikki annað enn leypa
ótta og ekka á fólk, sigur
Selma Ellingsgaard.
Ongin vón
Selma Ellingsgaard sigur, at
í vánaligum tíðum, sum vit
eru í nú, ræður um at føra
ein politikk, sum eggjar og
stimbrar.
Tað ásannaði samgongan
eisini og tað var ein høv
uðsorsøk til, at skipanin við
flatskatti varð sett í gildi.
Men tað miseydnaðist full
komiliga, tí skatalættin varð
latin teimum, sum høvdu nóg
mikið frammanundan og tað
førdi ikki til nakað.
– Skuldi ein skattlætti
gjørt mun og fingið gongd
á búskapin, skuldi hann ver
ið latin lág og miðalinntøk
unum. Høvdu tey við lægri
inntøkunum fingið meiri
pening um hendi, høvdu tey
eisini brúkt meir og sett ferð
á samfelagshjólini.
Hinvegin staðfestir Selma
Ellingsgaard, at í játtanar
karmunum, sum nú eru
lagdir fram, sæst einki til,
at samgongan ætlar at birta
vón í fólki við tí fyri eyga at
fáa tey at brúka meiri.
Tvørtur
ímóti
verður
mest tosað um at spara og
rationalisera fyri at spara.
Samstundis
verður
nógv
gjørt burtur úr at útveita al
mennar tænastur – eisini fyri
at spara.
Selma Ellingsgaard sigur,
at hetta fær fólk at stúra fyri
sínum starvi og tí torir ongin
at brúka pengar.
– Fólk hava sæð, hvussu
nógvar uppsagnir hava verið
og tí hevur tað bara negativa
ávirkan, at halda fram við
einum politikki, sum bara
hevur til endamáls at spara
og skerja, tí so torir ongin at
brúka pengar.
– Tað førir so aftur til minni
inntøkur
til
landskassan
í mvg og avgjøldum, og til
minni inntøkur til vinnuna,
sum framleiðir vørur og tæn
astur.
Selma Ellingsgaard ásann
ar, at vit hava øll skyldu til at
rationalisera so nógv sum
gjørligt.
Men hjá samgonguni er
sparingin einasta grundgev
ingin fyri rationaliseringum.
– Hevði samgongan held
ur rationalisera við at før
leikament almenn starvs
fólk, so at meiri fekst burtur
úr hvørjum starvsfólki, hevði
størri gagn fingist burtur úr
tilfeinginum.
Hon ivast onga løtu í, at vit
hava brúk fyri eini sterkari
almennari fyrisitingum og
sterkum stovnum og hon
ivast heldur ikki í, at almenn
starvsfólk gera sítt ítarsta,
hvønn einasta dag.
Samstundis ávarar hon
ímóti ætlanini at útveita al
mennar tænastur.
– Tað hevur tað almenna
roynt fyrr, onkuntíð við iva
somum úrslitum. Posta varð
gjørt til alment partafelag,
men tað man vera skúladømi
um, hvussu tað ikki skal ger
ast og tey, sum hava goldið
prísin fyri tað, eru starvs
fólkini, tí nógv eru uppsøgd
og
setanartreytirnar
eru
munandi versnaðar. Sam
stundis er tænastan til brúk
aran versna munandi.
Forkvinnan
í
Starvs
mannafelagnum ivast eisini
stórliga í, hvussu stórur
fíggjarligur vinningur tað
er at útveita almennar tæn
astur.
Hon dugir heldur ikki
at síggja, hví niðurstøðan í
samgonguni er, at bara tæn
asturnar verða útveiddar,
verða tær bæði bíligari og
betri.
Á nógvum økjum er út
boðið av privatum veitarum
lítið, so tað er stórur vandi
fyri, at vit bara fáa eitt privat
monopol ístaðin fyri eina al
menna tænastu og tað verður
neyvan til gagns fyri okkara
samfelag.
Politikarar hava nevnt
reingerð, sum eitt dømi um
eitt øki, sum kann útveitast.
– Á donskum sjúkrahúsum
er reingerðin útveitt, men
donsk sjúkrahús eru sanni
liga ikki reinari enn tey før
oysku, sigur Selma Ellings
gaard.
Verður ein tænasta útveitt,
missur tað almenna fyri ein
stóran part tamarhaldið á
tænastustøðinum
og
tað
kann verða ein dýrur læri
pengi.
Hon nevnir eisini, at
landið hevur bygt bæði hús
og vegir og tunlar. Tað hevur
alt verið nógv dýrari enn
mett, so tað er í hvussu so er
ikki rætt, at bara tað er privat,
so er tað bíligt og gott.
Spjaða ótta ístaðin fyri
at geva fólki vón
JÁTTANARKARMAR Samgongan sáar mistreysti og ótta niður í fólk, ístaðin
fyri at eggja og stimbra, heldur forkvinnan størsta almenna fakfelagnum
Selma Ellingsgaard,
forkvinna í Starvs
mannafelagnum