Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. apríl 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. apríl 2013 · Nr. 37 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Rannvá G. Fossaberg Leygardagin 6. apríl verður formansval á skránni, tá Føroya Lærarafelag hevur aðalfund. Herálvur Jacobsen, ið hevur sitið sum formaður síðani september 2010, stillar upp­aftur. Mótstøðumaður hansara er 39 ára gamli Hans Jón Thomsen, sum í løtuni er í farloyvi frá starvinum sum varaskúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt. – Felagið stendur fyri stór­um fakfelagsligum broyt­ingum komandi tíðina. Játtan­in til fólkaskúlan hev­ ur staðið í stað seinastu fýra árini, og tískil mugu broyt­ ingar og sparingar gerast. Av tí sama er eitt stórt trýst á løn og tíð hjá lærarunum. Haldi eg fram sum formaður, verða komandi árini eitt stríð, sum vit sum felag avgjørt fara útí, sigur 56 ára gamli Herálvur Jacobsen. Hesum er Hans Jón Thomsen samdur um, men hann heldur, at felagið átti at verið meira sjónligt og aktivt. Og tí bjóðar hann seg fram sum formann í Lærara­ felag­num. – Felagið skal vera nógv meira progressivt og agress­ ivt og hava ein greiðan boð­ skap. Lærarafelagið eigur í størri mun enn tað ger í dag at tora at melda greitt út, hvør hugburðurin er til tey ymsu evnini, og hvat tað er, felagið vil, sigur Hans Jón Thomsen. Eitt aktivt felag At Føroya Lærarafelag ikki er nóg aktivt ella sjónligt í kjak­inum, er nakað, sum nú­ ver­andi formaðurin als ikki er samdur í. – So at siga hvørja ferð okkurt kjak er um fólka­ skúlan, tá er tað Lærara­ felagið, sum hevur tikið evnið upp, so tað ber ikki til at siga, at felagið ikki er aktivt, sigur Herálvur Jacobsen, sum tó vísir á, at felagnum manglar ein sparringspartnara, og at felagið saknar meira útspæl frá Mentamálaráðnum. Men júst samstarvið mill­ um Føroya Lærarafelag og Mentamálaráðið heldur Hans Jón Thomsen ikki virkar nóg væl. – Lærarafelagið og Menta­málaráðið eiga at vera í tættasta dialogi. Tað ber ikki til at høgga eftir Menta­málaráðnum og vera negativur um ráðið í teimum ymsu kjakunum, sum taka seg upp, heldur Hans Jón Thomsen. – Samstarvið við menta­ málaráðið hevur eftir mínum tykki verið fínt. Føroya Lærarafelag svevur als ikki í tímanum, og eg haldi, at vit luttaka aktivt í tí kjakinum, sum er. Men veruleikin er tann, at vit hava nógvar bólt­ ar í luftini, og tá kann koma fyri at onkur dettur á gólvið sigur Herálvur Jacobsen. Rationaliseringar mugu til Bæði formansvalevnini eru á einum máli um, at orsakað av peningajáttanini, sum er sett av til fólkaskúlan, er neyð­ugt at gera broytingar í skúla­ bygn­aðinum. Hesar broytingarnar eiga at hava fyrstu raðfesting, held­ur Hans Jón Thomsen. Hólmgonga um for Hans Jón • Skúlabygnaður – størri eindir • Arbeiðstíðaravtalan skal endurskoðast • Eftirútbúgvingar • Betra um møguleikan hjá lærarum at arbeiða í toymum • Forskúlar setast á stovn Top-5 raðfestingarlisti Navn: Hans Jón Thomsen Aldur: 39 ár Bústaður: Tórshavn Starv: Varaskúlastjóri í farloyvi í Skúlanum við Løgmannabreyt Annar heldur, at landið eigur at varð­veita á meðan hin er vorðin sannførdur um tað øvu meira aggressivt fakfelag við greiðari boðs felagið longu hevur ein konstruktivan leiklu Herálvur Jacobsen bjóða seg fram til for­man