Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 2. apríl 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 3. apríl 2013 · Nr. 37 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin – Ein avger um skúla­ bygn­aðin má takast nú. Vit eiga at niðurleggja smáu bygda­skúl­arnar soleiðis, at vit einans hava eini sjey til níggju skúlaeindir, og á tann hátt frígeva nakrar resursur, greiðir Hans Jón Thomsen frá og undirstrikar samstundis, at tað ikki merkir, at lítlu skúl­arnir á útoyggjunum skulu niður­leggjast. Herálvur Jacobsen hevur eisini fleiri ferðir verið frammi og víst á, at broyt­ ingar í skúla­bygnað­inum eru neyð­ugar, men hann heldur tað vera alneyðugt, at talan ikki bara verður um eina sparings­verkætlan. – Eg eri við uppá at broyta skúlabygnaðin, soleiðis at vit hava hesar sjey til níggju eindirnar, men fyri meg er tað umráðandi, at vit so ikki bara niðurleggja smáu skúlarnir, og lærararnir síð­ ani bara verða sleptur upp á fjall. Tað ber ikki til at gera broytingarnar, og so fáa fleiri arbeiðs­leysar lærarar, sigur Herálvur Jacobsen. Hans Jón Thomsen ímyndar sær, at lærararnir, sum eru á smáu skúlunum, ið blíva niðurlagdir, kunnu endur­útbúgva seg. – Teir pengarnir, ið verða spardir við broytingum í skúlabygnaðinum, kunnu brúkast til endurútbúgving og eisini til Nám. Á tann hátt kunnu vit fáa meir fyri pengarnar. Rationaliseringar mugu gerast líka mikið hvussu víkur og vendir, sigur Hans Jón Thomsen. So lætt er tað ikki sam­ bært Herálvi Jacobsen. – Tú kanst ikki bara utt­an víðari rationalisera, tí skúlin er so illa sperdur framman­ undan, sigur Herálvur Jacobsen. Kommunurnar kunnu yvirtaka skúlan Seinastu árini hevur aftur­ vendandi kjak verið um kommunurnar eiga at yvirtaka fólkaskúlan. Núver­ andi formaðurin í Lærara­fel­ ag­num heldur tað ikki vera eina skilagóða loysn. – Vit eru eitt lítið land, og eg haldi, at vit eiga at hava eina sentrala skúlafyristing, sigur Herálvur Jacobsen og heldur fram: – Kommunurnar eru ym­ iskt fyri fíggjarliga, og eg eri bangin fyri at júst tað kann ganga út yvir arbeiðs­ viðurskifti og góðsku. Soleiðis hevur hugsanin hjá Hans Jón Thomsen eis­ ini verið, men hann hevur í dag aðrar hugsanir um at komm­unurnar skulu yvir­ taka fólkaskúlan. – Skúlabygnaðurin og komm­unal­bygnaðurin skulu vera eins, tað vil siga, at vit skulu hava færri komm­un­ ur og færri skúlar. Við at vit niðurleggja smáu skúlar­nar og harvið fáa størri eind­ ir, so verða skúlarnir eisini fíggjar­liga sterkari. Har­ afturat haldi eg, at tey økini, sum kommunurnar higartil hava yvirtikið, eru blivin væl um­sitin, og tí síggi eg ongar vandar í, at skúlin verður lagdur út til kommunurnar, sigur Hans Jón Thomsen. rannva@sosialurin.fo manssess Herálvur • Skeiðsdagar um nýggjar námsætlanir og próvtalsstigan • Eftirútbúgvingar • Skipan fyri hvussu nýútbúnir lærarar verða móttiknir á skúlunum • Ætlan fyri inklusión • Játtanin til Nám skal hækka, so mann fær nýtt undirvísingartilfar Top-5 raðfestingarlisti Navn: Herálvur Jacobsen Aldur: 56 ár Bústaður: Sørvágur Starv: Lærari og KT-vørður í Sørvágs skúla byrgdina av fólka­skúlanum, ugta. Annar eftirlýsir eitt kapi, har hin heldur, at ut. Hans Jón Thomsen og nn í Føroya Lærarafelag Formansvalið í Føroya Lærarafelag verður leygardagin 6. apríl á aðalfundi felagsins Mynd: Álvur Haraldsen