mikudagur 3. apríl 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 3. apríl 2013 · Nr. 37
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Jón Brian Hvidtfeldt
Landsstýrið
roknar
við
at
fáa
væl
burtur
úr
BankNordik næstu árini.
Sambært fíggjarkørmun
um skal Fíggingargrunnurin
útluta landskassanum 10
milliónir krónur næsta ár,
og 25 milliónir krónur árið
eftir, tvs. í 2015. Árini 2016-
2018 skal útlutingin vera
millum 25,7 og 27,3 milliónir
krónur um árið.
Tá einasta endamál við
Fíggingargrunninum
frá
1992 er at eiga partabrøvini
hjá tí almenna í BankNordik,
so merkir tað alt annað líka,
at landsstýrið roknar við
at bankin fer at lata eitt
rímiliga stórt vinningsbýti,
eini 75-80 milliónir krónur
um árið, til sínar eigarar
næstu árini.
Men her skjýtur landsstýr
ið yvir málið, sambært nevnd
arformanninum
í
Bank
Nordik, sum á aðalfundinum
í dymbildagavikuni útlutaði
10 milliónir krónur í vinnings
býti fyri roknskaparárið 2012.
- Vit rokna við at vinn
ingsbýtið
næstu
árini
verður millum 10 og 30
milliónir krónur um árið.
Tað framgongur av ársrokn
skapinum, og tað er tað, ið
vit fyrihalda okkum til, sigur
Klaus Rasmussen, og leggur
afturat, at sjálvandi lurtar
nevndin eftir ynskjum frá
sínum eigarum og roynir
at stýra bankanum eftir
hesum.
- Men tað má sjálvandi
setast upp ímóti teimum
krøvum, ið verða sett til
bankarnar, sigur Klaus Ras
mussen.
Nevndarformaðurin
sipar
her
til
tey
krøv,
ið
verður
lagt
upp
til
í
sonevndu
SIFI-
frágreiðingini,
har
ein
serfrøðinganevnd
undir
donsku stjórnini í síðsta
mánað peikaði á nakrar pen
ingastovnar, ið hava somik
ið stóran týdning fyri sam
felagið, at teir koma undir
heitið ”systembankar.”
- Henda frágreiðing vísir
millum annað, at solvens
kravið til Danske Bank
skal vera 15,5 prosent, tí
bankin er so stórur í dans
ka
samfelagnum.
Gera
vit eina samanbering við
okkara støðu í føroyska
samfelagnum,
so
skulu
vit styrkja um solvensin.
Og tað gera vit ikki við at
útluta allar pengarnar sum
vinningsbýti, sigur Klaus
Rasmussen.
Nevndarformaðurin vís
ir á, at solvensurin í Bank
Nordik í dag er 14,8 prosent.
Harvið liggur bankin væl
omanfyri
galdandi
krøv,
men niðanfyri tey krøv, sum
eru í væntu.
- Ímynda vit okkum eitt
solvenskrav á 15,5 prosent,
so skal man sum banki
væl saktans liggja nakað
omanfyri. So ja, tað setir størri
krøv til okkum, staðfestir
Klaus Rasmussen, og peikar
aftur á ársfrágreiðingina fyri
2012, har lagt verður upp til
vinningsbýti millum 10 og 30
milliónir um árið næstu árini.
Enn eru eingi formlig
krøv sett til sonevndar
”systembankar,” og tí kann
bankin í princippinum velja
at venda blinda eygað til
donsku SIFI-frágreiðingina.
Tað verður tó ikki gjørt,
sambært nevndarformanni
num:
- Vit hava stóran sam
felagsligan týdning í før
oyska samfelagnum. Og vit
skulu sum banki styrkja
okkum. So nei, tað er ikki
realistiskt at BankNordik
fer at útluta 75-80 milliónir
krónur um árið í vinnings
býti næstu árini, sigur Klaus
Rasmussen.
Hann
biður
í
staðin
landsstýrið fegnast um, at
kursurin á partabrævinum
gongur rætta vegin.
- Bara síðani á nýggjári
num er kursurin farin úr
70 upp um 100, og harvið
er marknaðarvirðið økt úr
700 milliónum upp um eina
milliard. Landskassin eigur
sum nevnt ein triðing av
partabrøvunum í bankanum,
og hesi eru also 100 milliónir
krónur meira verd í dag enn
tey vóru á nýggjárinum, ljóð
ar heilsanin frá Klaus Ras
mussen.
Órealistiskt krav um vinningsbýti
Vit kunnu ikki bæði styrkja bankan og gjalda pengarnar út sum vinningsbýti. Tí er
órealistiskt, at vit koma at gjalda partaeigarunum 75-80 milliónir um árið í vinningsbýti,
soleiðis sum landsstýrið leggur upp til í fíggjarkørmunum, sigur Klaus Rasmussen
sagt ikki, at vit hava nakran
kjans í somáta. Vit hava
sæð aðrar bankar gera ta
royndina, men úrslitini hava
verið so sum so. Eg trúgvi,
at vit mugu hugsa meira
langsigtað, sigur Klaus Ras
mussen og heldur fram:
- Fyri tað fyrsta mugu vit
uppføra okkum ordiligt. Vit
mugu vera ein reiðiligur og
seriøsur banki, sum dugir at
tjena pengar og samstundis
veitir kundunum nøkur góð
tilboð. Hetta mugu fólk sígg
ja og uppliva í verki, og so
má tíðin annars arbeiða fyri
okkum. Vit mugu arbeiða
langsigtað, og so trúgvi eg
eisini, at rákið við tíðini fer
at venda.
Klaus Rasmussen sigur
seg samstundis skilja, at
fólk hava eina neiliga fatan
av bankunum eftir mongu
húsagangirnar síðstu árini,
ið aftur hava kostað dýrt.
- Men vit biðja bara um,
at alt ikki verður koyrt í
sama sekk og umrøtt sum
”bankarnir”. Vit eru ikki ein
av hesum fallitbankunum.
Tað eiga fólk at minnast, og
serliga haldi eg, at leiðandi
politikarar í samfelagnum ei-
ga at ”skrue lidt ned for reto
rikken”, argumenterar Klaus
Rasmussen.
Nú ber til at keypa og lesa Sosialin á iPhone og iPad
– eins og øllum øðrum snildfonum
SOSIALURIN NÚ Á iPHONE OG iPAD
Lætt og
ómakaleyst
Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn, tel. 341800, post@sosialurin.fo
eblaðið
sos.fo
Talan er um somu e-útgávu, sum seinastu árini hevur verið tøk á www.sos.fo
E-blaðið kann keypast í leysasølu á www.sos.fo fyri 10 krónur, ella tú teknar tær hald
upp á hesa tænastu. Tað kostar 75 krónur um mánaðin, og tá kanst tú bæði lesa
blaðið á tíni iPhone, tínum iPad, á aðrari snildfone eins og í øllum teldum.