Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. apríl 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 3. apríl 2013 · Nr. 37 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Leo Poulsen – Hann rørdi ongantíð við meg, tað má eg sláa fast. Tað sigur tilkomni mað­ urin, ið annars einki hevur ímóti at siga sína søgu um suspenderaða politistin. Tað regnaði illa hetta kvøldið, og tí gjørdist drong­ urin fegin, tá tann umleið 20 ára gamli maðurin bjóðaði sær at koyra dreingin heim. Tann nú vaksni maðurin varn­aðist, at bilurin »var full­ur av pornobløðum, men ikki tað vanliga slagið, so vítt eg minn­ist«, sum maðurin orð­bar seg. Hin um 20 ára gamli steðg­aði bilinum og hjálpti síð­ani sær sjálvum, og heitti á dreingin um at hjálpa til. – Men eg segði so korta­ nei, greiðir tann nú vaksni mað­ur­in frá. Tað munnu vera um 30 ár síðani hesa hendingina, sum eisini var einasta ferðin, at hesin maðurin varð útsettur fyri slíkum. – Tú visti ikki so nógv tá á døgum. Tað einasta eg minn­ ist er, at vit smádreingir ávar­aðu hvønn annan ímóti at fara biltúr við hes­um ung­ ling­inum, sigur mað­urin. Hann sigur, at hann hev­ ur hoyrt, hvat unglingin hevði útsett genturnar fyri, og hann visti eisini um fleiri aðrar ungar dreingir, sum høvdu verið úti fyri tí sama sum hann. – Eg minnist, at hesin ung­lingin var ógvuliga ill­ sintur, og vit argaðu hann av teirri orsøk. Eg minnist eisini, at tá hann so umsíður setti meg av uttan fyri heim­ ið hjá okkum, lovaði hann at »knúsa meg sund­ur«, um eg nakrantíð for­taldi um tað, sum var farið fram í bilinum, sigur mað­urin. Eigur at standa fram Hesin maðurin, sum Sosial­ urin hevur tosað við, er ikki ein av teimum, ið hevur ver­ ið avhoyrdur í málinum. – Men hevði eg verið tað, hevði eg vent kanónuni móti politinum sjálvum og spurt, hvussu hesin ung­lingin kundi sleppa at læra til politist við tí syndaregistari, sum hann hevði, sigur mað­ ur­in. Hann sigur seg vita, at fleiri innan fyri politiið kendu til søguna hjá nú su­ spen­der­aða politistinum. Og tí undrar tað hann, at eing­in nakrantíð hevur sagt nak­að. – Eg fegnist um, at málið nú at enda kemur fram í fjøl­miðlunum, tí tað kann virka sum ein ávaring ímóti øðrum, ið hava somu lystir. Teir kunnu ikki kenna seg vísar í, ikki at verða hongdir út í miðl­unum, sigur mað­ urin. Honum tykir synd í konu og børnum, tí tað eru tey óseku, tað gongur út yvir. – Tað hevði sømt seg betri hjá honum at staðið al­ment fram og greitt frá tí, hann hevur gjørt. Stutt sagt lagt kortini á borðið, sigur mað­urin. Sambært manninum royndi unglingin í sama um­ hvørvi. – Alt tað, eg havi hoyrt um, er tað innan fyri familjuna, at unglingin gjørdi seg inn á smádreingir og smágentur. Í hvussu er í allarflesetu før­um, sigur maðurin, ið kort­ini má ásanna, at hesar gerð­irnar eru fyrnaðar, og tí er sann­líkt, at suspenderaði polit­isturin ongantíð verður revs­aður. Vit hava tosað við Hanne Sigbrandtsen, ið hevur málið um hendi, men hon vísti til Peter Thysen, løgregluovasti, ið er tann einasti, ið kann út­ tala seg í málinum. Tað eydn­ aðist tíverri ikki at fáa fatur á Thysen, áðrenn avstamark hjá blaðnum. Mær hendi tað bert einaferð Hin tá 11-12 ára gamli drongurin gjørdist ovfarin, tá tann nú suspenderaði politisturin bjóðaði honum upp í bilin at koyra hann heim. Tað var kortini ikki heim, at leiðin gekk www.gevidblod.fo Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað. Ein 52 ára gamal politistur varð endaliga suspenderaður 5. mars eftir at tað var komið fram, at hann hevði gjørt seg kynsliga inn á børn fyri umleið 27-31 árum síðani. Tað er komið fram, at tað serliga vóru børn í familjuni, tað gekk út yvir. Ein teirra sigur sína søgu á síðuni her. Øll málini, vitandi er um, eru hend fyri nógvum árum síðani og eru fyrnað. Kortini hevur politisturin fingið endaliga suspendering við ætlan um uppsøgn. Tað váttar Karen Marie Olesen, virkandi fúti. Tá tað eru mál, ið viðvíkja føroysku løgregluni, eru tað fólk uttanífrá, ið kanna, og í hesum førinum er tað ein ferðandi frá danska ríkispolitinum, Hanne Sigbrandtsen, ið stendur á odda fyri kanningunum.