Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-17, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. apríl 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 73 • leygardagur • 17. apríl 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Skeiv viðgerð tykist hava kostað fýra nyttuleysar vikur í skaðaviðgerðini, og HB má tí helst vera fyrsta-valið í málinum fyriuttan alla fyrru hálvu av lands- kappingini FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá HB-málverjin, Bárður Johannesen, fyri einum mánaði síðani fekk stað- fest, at ein bein í fótinum var brákað, iðraðu tey í HB-leguni sum vera man seg um hetta. Talan skuldi tá helst vera um ein steðg upp á á leið ein mánað, men hetta var tó ikki mett sum nøkur kata- strofa, tí roknað varð fyri vist, at málverjin fór at verða tøkur, tá farast skuldi undir landskappingina. Skeiv viðgerð Tað helt málverjin eisini sjálvur, men fyri einari viku síðani vórðu boðini brád- liga heilt øðrvísi. - Eg fekk upprunaliga sett eina skrúvu í fótin, og so skuldi tað annars gingið hampuliga skjótt at lekja skaðan. Men týsdagin fyri páskir var eg so til kann- ingar hjá einum svenskum lækna, og hesin helt ikki, at hetta var serliga heppið. Brotið var als ikki vaksið nóg væl saman, og hesin læknin segði so, at stórir trupulleikar kundu standast av, skuldi tað hent seg, at skrúvan brotnaði, sigur Bárður Johannesen. - Ístaðin havi eg nú fing- ið fest eina plátu inn at fót- inum, sum síðani er lagdur í Gips, og tað verður so støðan næstu seks vikurnar. Síðani skal eg at kalla einki gera í einar seks vikur aft- urat, so tað verður neyvan fyrr enn í august mánaði, at eg aftur kann spæla fótbólt, sigur ein harmur málverji. Kendist sum katastrofa Og tað er einki dulsmál, at lagið hjá Bárði er í botni, nú tað er greitt, at fyrsti helmingurin av kappingini so verður av ongum fyri hansara viðkomandi. Nak- að sum ikki gerst minni keðiligt av, at Bárður í februar tóktist hava tikið sessin sum triði føroyski málverjin eftir Jens Martin Knudsen og Jákup Mikkel- sen, og eisini slapp at fáa sín fyrsta skrásetta lands- dyst á árligu venjingarleg- uni hjá landsliðnum. - Tá eg fekk boðini, kendi eg hetta sum eina reina katastrofu. Ikki minst tað, at eg havi nýtt fýra vikur til svartasta onga nyttu. Hinvegin fái eg ikki gjørt so nógv við hetta. Tað má bara vera, sum tað er, stað- festir hann heldur turris- liga. Tú ert í dag 30 ára gamal. Tað vil við øðrum orðum siga, at hann nú er byrjaður upp á tey árini, sum vanliga verða søgd eru tey bestu hjá einum málverja. Er tað ikki eitt stórt bakkast, at tú so- leiðis kemur at missa tað mesta av einum hálvum fótbóltsári? - Sjálvandi er tað tað. Eg fái kanska vant nakað av fysiskari venjing, soleiðis at eg eri væl fyri kropsliga, tá eg av álvara kann venja fótbólt aftur, men sum heild er talan um eitt stórt aftur- stig. Ikki minst tá hetta er triðja árið á rað, at eg noyð- ist at hava ein skaðasteðg, staðfestir hann. Hann er tó skjótur at leggja afturat, at hóast hes- ar steðgirnar, so ætlar hann framvegis at leggja nógv fyri, tá kroppurin aftur loyvir tí. - Hevði talan verið um sama skaða hvørja ferð, so hevði mann kanska bara kastað frá sær. Men tað hevur so verið talan um tríggjar heilt ymiskar skað- ar, so eg vóni bara, at eg verið eitt sindur meira heppin í so máta framyvir, sigur málverjin at enda. Hóast Bárður sjálvur so- statt tykist heldur avklár- aður um støðuna, so er einki dulsmál, at hetta kemur illa við hjá HB, nú teir í runda árinum skulu royna at vinna triðja meistaraheitið á rað. Gamaní hava teir í Pól N. Joensen ein málverja, sum hevur evnini at lyfta arvin í málinum, men málverja- spælið snýr seg eisini í stóran mun um royndir, og tær hevur yngri málverjin enn ikki fingið so nógvar av. Og so er heldur einki at ivast í, at Bárður hevur átt sín stóra lut í teimum báð- um meistaraheitunum, sum eru fingin til høldar seinni árini. Sjálvandi fyrst og fremst við góðum mál- mansavrikum, men so sanniliga eisini tí hann telist millum teir leikarar, sum sálarliga kunnu lyfta eitt lið og ikki minst trýsta rætta vinnaramentalitetin inn í teir, sum leggjast aft- urat hópinum. Hartil er vert at hava í huga, at HB við skaðanum hjá Hans á Lag eisini hevur mist ein annan leikara, sum hevur nakrar av somu egin- leikum, so tað er einki at siga til, um HB-viðhalds- fólkini so smátt eru farin at hugsa um, hvørt runda árið skal gerast eitt óeydnisár. Vónin er sjálvsagt, at maður kemur í mans stað, men í nøkrum førum kann arvurin kortini gerast sera tungur at lyfta, so bert tíðin kann vísa, hvussu verður í hesum førinum. Mølby varð revsaður Jan Mølby. Fyrrver- andi danski landsliðs- leikarin, sum eitt skifti var venjari hjá Julian Johnsson í Hull City, fekk herfyri eina kraft- iga ávaring frá enska fótbóltssambandinum. Mølby virkar nú sum venjari hjá Kidd- erminster í fjórðbestu ensku deildini, og í einum dysti í febrar mánaði brúkti hann seg somikið illa mót- vegis fjórðadómaran- um, at hesin sendi frá- greiðing inn um at- burðin hjá stóra danan- um. Úrslitið er nú, at Jan Mølby ikki sleppur at sita á beinkinum næstu fýra dystirnar hjá liði sínum, og hartil skal hann rinda enska fót- bóltssambandinum eina bót upp á 17.000 kr. Kanska hevði tað verið betri at tagt. -jm Nei til Barcelona Tað er ikki á hvørjum degi, at eitt av heim- sins bestu hondbóltsfe- løgum vil hava teg sum venjara. Men hetta var støðan, sum Ulrik Wilbek stóð í herfyri. Spanska stórfelagið, Barcelona, sóknast nevnliga eftir venjara, men hóast Wilbek fekk møguleikan, so segði hann nei. Orsøkin er heilt ein- falt, at Wilbek er sátt- málabundin við Vi- borg, og at hann ongar ætlanir hevur um at bróta hendan. Við Ekstra-Blaðið sigur venjarin tó, at tá hann er liðugur í Viborg, eru spaniólarnir tó væl- komnir at spyrja eina- ferð afturat. Umframt at hann er venjari hjá besta mans- liðnum hjá Viborg, er Wilbek eisini stjóri á Viborg Sports College, har fimm ungar før- oyskar hondbólts- kvinnur í heyst fara á skúla. -jm HB-málverjin burtur í fyrru hálvu - Tá eg fekk boðini, kendi eg hetta sum eina reina katastrofu. Ikki minst tað, at eg havi nýtt fýra vikur til svartasta onga nyttu, sigur Bárður Johannesen, sum nú má halda frí frá fótbóltinum í 12 vikur afturat 33 10 Sosialurin Nr. 73 - 17. apríl 2004 Kjakast verður sera nógv í Bretlandi í løtuni um farast skal uppí Evrusamstarvið ella ikki. Einastu londini sum saman við Bretlandi valdu ikki at fara uppí beinan vegin eru Danmark og Svøríki, og tey hava havt fólkaatkvøðu, har meirilutin segði nei í báðum førum. Bretska stjórnin hevur tí aftra seg við at tosa um fólkaatkvøðu nevniliga tí teir hava verið bangnir fyri sama úrsliti sum í teimum báðum norðurlondunum. Nógvir bretar og ikki minst aðrir evropearar eru argir um at Bretland ikki hevur tikið støðu til evruna enn og The Times skrivaði 15. apríl at Tony Blair nú av álvara er farin at hugsa um at hava fólkaatkvøðu. Ein av mót- støðumonnum hansara í hesum máli er floksfelagin og fíggjar- málaráharrin Gordon Brown, sum fegin vil bíða við fólka- atkvøðuni av tí at bretski búskapurin koyrir so væl í løtuni. Væntandi verður eitt landsumfatandi kjak í juni mánaða, har bretskir politik- arar ætla at lodda dýpi og finna útav um tað kann loysa seg at hava eina fólkaatkvøðu. Tey sum eru fyri Evruni siga at kappingarførið hjá Bretlandi í Evropa samanhangi fer at minka sera nógv tey næstu árini, og tí ræður um at sleppa uppí samstarvið so skjótt sum gjørligt. Aðrir stórir fyrimunir við evruni eru sjálvsagt at ein ikki noyðist at veksla, tá ið hann ferðast millum lond, og at handilssamstarvið við meginlandið ferð at veksa sera nógv. Eisini fer tað um nøkur ár at vera minni lokkandi hjá stórum altjóða fyritøkum so sum japanskum ella ameri- kanskum fyritøkum at gera íløgur í Bretlandi í mun til meginlandið har flutningur av vørum og øðrum verður meira smidligt. Størsti vansin við Evruni er at Bretland missur búðskapar- ligt yvirræði, við tað at penga- politikkurin hjá evruni er stýrd úr Brussel. Hetta kann viðføra nøkur búskaparlig sjokk til dømis í oljuvinnuni, har Bretland er ein stórur oljuút- flytari samanborið við onnur stór evropeisk lond. Ja-politikarar mugu veruliga spenna seg út fyri at sannføra bretar um at tað er tann rætta avgerðin at fara uppí sam- starvið. Búðskaparfrøðingar sum eru ímóti at Bretland fer uppí, samanbera ofta við Noreg og Sveis, sum ikki eru við í EU, og sum kanska eru tey londini sum hava hægst livikor í heiminum. Ein annar trupulleiki verður teir borgarar sum ikki leggja nógv í bú- skaparlig viðurskifti, men heldur vilja halda uppá pundið av reinum traditións-orsøkum. Bretland á einum vegamóti TELDUBRÆVIÐ Frá: Rógvi Absalonsen, rogvi.absalonsen@kallnet.fo Til: post@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Kemur tú úr einum heimi við ljóðføri? – Ja, guitara og klaveri. Spælir tú nakað ljóðføri? – Ja, Guitar og Klaver. Syngur tú undir brúsuni? – Ja, sjálvandi. Hevur tú nakrantíð droymt um at gerast tónleikari? – Ja, tað havi eg, men tað at gera orð og løg er eisini frálíka spennandi. Hvat hevur tónleikur at siga fyri teg? – Stóran týdning. Tónleikur ger gerandisdagin flógvari. Hann rúmar so óendaliga nógvar møguleikar og stimbrar sansaupplivingarnar upp á so mangar mátar og er, umframt at verða búnin hjá orðunum, eisini úttrykksformurin, sum tekur við har orðini ikki røkka. Hvussu nógvar fløgur/plátur/ bond eigur tú? – Um 300 fløgur og 200 plátur Hvat er tín yndisfløga? – Sergent Pepper Lonely Hearts Club Band við The Beatles. Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað átt, um tú so fekst pengar afturfyri? – Tað veit eg ikki. Hvør sangur skuldi ongantíð verið skrivaður? – Sangir, sum stríða ímóti mannarættindum til dømis. Hvat er tann pínligasta plátan, sum tú eigur? – Tað eru óivað onkur, sum mær ikki dámar so væl, men fyri tað er hon ikki pínlig. Hvønn sang hevði tú valt, um tú skuldi sungið karaoke? – Let it be við The Beatles. Hvat er tann besti tónleikurin til eitt hugnaligt kvøld? – Beatles, Queen, Rolling Stones, Shadows. Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra sunnumorgun? – Føroyskan ella enskan sálmasong. Hvør tónleikur fær teg í ringt lag? – Her og nú kann eg ikki koma í tankar um tónleik, sum fær meg í ringt lag. Hvør sangur kann fáa teg út á dansigólvið? – Rock and roll a music. Hvat er tann fyrsti sangurin, sum tú minnist teg dáma? – Elvis Presley, All shook up. Hvønn sang ert tú fegnast um at hava verið við til at gjørt ella spælt inn? – Reytt og svart - HB-sangur. Hvør sangur skal spælast til tína jarðarferð? – Nærri mín Gud til tín. Hvat er tann besta konsertin, sum tú hevur verið til? – Paul McCartney í Keypmannahavn. Hvønn tónleikara hevði tú viljað hitt? – Paul McCartney/John Lennon. Heri Nolsøe, sangskrivari C M Y K 32