leygardagur 17. apríl 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin Nr. 73 - 17. apríl 2004
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Gimmi Olsen úr Klaksvík er ein
av ungu eldsálunum í kristiligum
virksemi í Føroyum. Hann er
virkin í ungdómsarbeiðinum í
Heimamissiónini, hevur verið
skrivari hjá KFUM/K í Havn, og
fyri stuttum gjørdist hann nýggj-
ur nevndarlimur í landsnevndini
hjá Bláa Krossi Føroya. Beint
fyri páskir kom Gimmi aftur úr
Mali, har hann hevur verið lærari
hjá trúboðarabørnum.
Páskir - ein nýgg
dimensjón
Gimmi hevur altíð verið kristin,
men hansara kristna sanføring og
virksemi er nakað, sum hevur
ment seg so líðandi. Men sjálvt
um hann sjálvur ikki hevur upp-
livað eina knappliga umvending,
har alt lívið broyttist frá eini løtu
til aðra, ásannar hann, at ofta
skal okkurt óvanligt henda,
áðrenn tú verur ryktur úr rang-
myndini av, at allur heimurin
snýr seg um teg sjálvan.
– Tá pápi mín doyði í januar
síðsta ár, fór eg at hugsa øðrvísi
um, hví vit eru her, og hvør
meiningin er við øllum. Til
dømis fekk páskaboðskapurin
ein heilt annan týdning fyri meg.
Søgan um deyðan, uppreisnina
og syndanna fyrigeving ber jú
boð um vón, og eg fór á ein ser-
ligan hátt veruliga at hugsa um,
at okkara lív ikki bara endar her,
og at alt, sum vit gera, er ein
liður í eini nógv størri ætlan.
Uppreisnin og eitt nýtt, fullkom-
ið lív í himmalinum gevur mær
gleði og styrki at liva lívið, sigur
Gimmi.
Snævurskygnið styggir
Tíðin burturi frá Føroyum hevur
fingið Gimma at hugsa um,
hvønn leiklut kristnu samkomur-
nar spæla her, og hví tað ofta
tykist sum, at ein djúp gjógv
skilir samkomurnar frá restini av
samfelagnum.
– Tað er so øgiliga lætt at
ganga og vera kristin inni í eini
lítlari samkomu í Føroyum, har
onki hóttir teg ella fær teg at
ivast í tíni trúgv. Tað er ikki fyrr
enn, tú fert út um samkomuna,
at tín trúgv skal standa sína
roynd, og tað hevur tú í stóran
mun møguleika at spara teg fyri.
Úrslitið er ofta eitt ótrúligt
snævurskygni, sum kann
merkjast innan samkomur í
Føroyum. Nógv fólk halda, at vit
halda okkum vera betri enn
onnur, og vit hava ivaleyst sjálvi
skylduna av tí. Røddir hava verið
frammi um, at vit mugu royna at
broyta hasa sjálvsrættvísu mynd-
ina av okkum sjálvum. Bæði tí at
ongin hevur rætt til at siga seg
vera betri enn onnur og eisini tí,
hon styggir so nógv fólk burtur.
Í samkomuni tosa vit eisini
ofta um, hvat vit kunnu gera fyri
at greiða fólki frá, at vit ikki
halda okkum vera betri enn
nakar annar. Eg eri trúgvandi,
júst tí eg havi tørv á Jesusi, tí eg
eri ein syndari, sum øll onnur.
Lyftini um at vera eitt Guds barn
eru tengd at, um tú metir Jesus
vera tín frelsara ella ikki, og um
tú heldur teg hav tørv á honum.
Her er tað umráðandi hjá tí
trúgvandi ikki at líkjast tí sjálv-
rættvísa manninum, sum fór
niðan í halgidómin og roknaði
upp og rósti øllum tí, hann hevði
gjørt og takkaði fyri, at hann ikki
var sum hasin tollarin. Tollarin
hinvegin tóg seg um bringuna og
bað: Gud náði meg syndara.
– Tað er okkurt øvut í, at um
tú traðkar við síðuna av, so er tú
"ferdigur" í ávísum samkomum.
Um tað ikki er pláss fyri vanlig-
um menniskjum og teirra feilum
í samkomuni, hvørjum er tað so
pláss fyri, spyr Gimmi undrandi.
Eg veit ikki, um samkomurnar
geva sær far um, hvussu lemj-
andi hesin hugsunarhátturin er. Í
berum ótta fyri at gera nakað
skeivt, velja fólk onki at gera og
gerast tí bara meir og meir
óvirkin, sigur Gimmi.
Hinvegin er tað ikki rætt at
geva samkomunum alla skyldina,
tí tú sært eisini virkin kristin sum
snávaðu, og síðani hildu seg
burtur frá samkomuni, tí tey
sjálvi hildu seg ikki vera nóg
verdug í Guds eygum. Vit hava
so torført við at trúgva tí, sum
Jesus bjóðar okkum. Hetta at
Jesus gevur okkum møguleika at
byrja av nýggjum, hóast vit hava
snávað.
Tá tey kristnu kasta
skuggar
Tað hava verið løtur í lívinum
hjá Gimma, har hann ivaðist í,
um hann megnaði at liva upp til
tær ymsu fyrimyndirnar, hann sá
rundanum seg. Seinni er hann
komin til ta niðurstøðu, at skalt
tú vera ein virkin kristin, liggur
vandin fyri at traðka við síðuna
av altíð og lúrir, og tað hevur
hann valt at liva við.
– Eg minnist eitt tíðarskeið,
har eg kendi meg serliga mót-
falnan, tí eg helt meg ikki kunna
liva upp til tað fullkomna lívið,
er kravdi av mær sjálvum. Eg
valdi at tosa við ein trúboðara
um hetta, og hann bað meg halda
uppat at hyggja at mær sjálvum
ella hinum og heldur hyggja eini
2000 ár aftur í tíðina, eftir tí,
sum hendi á krossinum og tí,
sum gjørdi meg til eitt Guds
barn. Hetta hjálpti mær víðari, tí
tað setti alt í sítt rætta høpi aftur.
– Ómetaliga nógv orka fer til
at halda fasaduna í ordan, so at
onnur ikki síggja okkara feilir, tí
vit halda, at fyri at kunna verða
verðandi Guds børn, mugu vit
liva eitt fullkomið lív. Hetta
botnar í eini misskiljing av, hvør
Jesus var, og hví hann varð
sendur niður á jørðina til okkara.
Tað eru jú tey sjúku og ikki tey
frísku, sum hava brúk fyri hjálp,
og tí lesa vit um í Bíbliuni at
tollarar og syndarar hildu seg
nær at Jesusi. Kristnar samkomur
áttu tí at sett sær sjálvum tann
pínliga spurningin: Hví hætta tey
forfjónaðu sær ikki at leita sær
hjálp hjá kristnum samkomum í
dag, sigur Gimmi.
– Ein partur av svarinum er, at
nógv av teimum, sum siga seg
vera Jesu lærusveinar, skugga alt
ov nóg fyri, so fólk ikki fáa loyvi
at síggja og møta Jesusi sjálvum
og tí boðskapi, hann boðaði,
meðan hann gekk her á jørðini.
Sjálv eru vit bert ein skuggi av
Jesusi og onkuntíð eisini ein
forðan fyri, at onnur koma at
kenna Jesus.
- Summi minnast kanska aftur
á, hvussu tey keddu seg í sunnu-
dagsskúlanum, og summi keða
seg framvegis onkuntíð á møtun-
um. Eftir mínum tykki er tað
ófatiligt, at nakar hevur megnað,
at gera ta ótrúliga spennandi
søguna um Jesus so stirvna og
keðiliga. Tí Jesus sjálvur var og
er sanniliga hvørki stirvin ella
keðiligur. Tvørturímóti - og tað
átti at fingið okkum at raknað
við, heldur Gimmi.
Saknar felagslívi
Tíðin í Mali hevur eisini fingið
Gimma at seta spurnartekin við,
hvønn týdning næstakærleiki í
grundini hevur fyri føroyingar í
gerandisdegnum.
– Okkum dámar væl at erpa
okkum av okkara sterka sosiala
samanhaldi í mun til í Danmark,
har til dømis gomul fólk kunnu
liggja deyð í fleiri vikur, uttan at
nakar varnast tað. Men alt veldst
jú um, hvat tú samanber við.
Fara vit bara eitt sindur longur
enn til Danmarkar, byrjar hatta
sterka samanhaldið at vikna
munandi. Í mun til mentanina í
Mali, tykist tað heldur, sum at
føroyingar fyrst og fremst hugsa
um seg sjálvan.
– Í Mali var tað til dømis
ófólkaligt at halda seg fyri seg
sjálvan. Eg minnist, at í byrjanini
dámdi mær væl at fara inn til
mín sjálvs og leggja meg at lesa,
áðrenn eg legði meg. Hetta hildu
tey vera sera løgi og asosialt. Tey
undraðust yvir, hvar eg fór og
vildu heldur hava meg at koma
og seta meg hjá teimum, so vit
kundi práta saman.Sjálvi livdu
tey í stórum familjum, har øll
ótu saman, fylgdu við í lívinum
hjá hvørjumøðrum og vóru
bundin hvør at øðrum á ein
serligan hátt. Tað tóktist næstan
ikki, sum at einsemi yvirhøvur
var til.
– Tey gjørdu lítið og onki
burturúr at hava vøkur hús, tí
húsini vóru bara til at sova í. Tey
valdu heldur at brúka pengarnar
ella tað, tey áttu, uppá eitthvørt,
sum kom teirra nærmastu til
góðar. Tey flestu livdu av at selja
somu vørur, men eg merkti onki
til nakra kapping, tí tey gingu
inn og út úr grannahandlunum
og hjálptust at allan dagin.
Soleiðis var tað allan vegin
ígjøgnum, og hatta felagslívið er
nokk tað, eg sakni mest, nú eg
eri afturkomin, sigur Gimmi.
Sjálvsøkið at lata vera
Trúboðaravirksemið millum tey
innføddu úti um heimin er fram-
vegis nakað, ið vekir mistrúgv
millum mong. Áttu ræðuleik-
arnir, sum fylgdu í kjalarvørr-
inum av vesturlendingun, sum
gjøgnum tíðirnar hava kúgað og
dripið í Guds navni, ikki at lært
okkum, at lata hesi fólkini fáa
frið?
– Hatta er ein spurningur, sum
allir trúboðarar hava í huganum,
sigur Gimmi. Undirlutakenslan
hjá teimum svørtu mótvegis
teimum hvítu er eisini ein daglig
áminning um, hvussu skeivt vit
hava borið okkum at. Hinvegin
hava vit eisini havt lyndi til at
romantisera lívið hjá teimum
innføddu í so nógv. Um tey yvir-
høvur hava eina trúgv, er hon
kanska lívsnoktandi, við tað at
menniskjalív ikki verða vird
nakað serligt. Har haldi eg meg
hava nakað at bjóða teimum.
Avgerðina mugu tey taka sjálvi,
men tey skulu hava møguleikan
at velja.
– Sjálvandi hugsi eg eisini um,
at mín trúgv jú bert er ein av
mongum, sum bjóða seg fram.
Hatta er ein tanki, sum upptekur
meg nógv, men sjálvur eri eg
sannførdur um, at Jesus er einasti
vegurin til Gud, tí soleiðis sigur
hann tað sjálvur. Eg havi virðing
fyri, at onnur hava eina aðra
fatan, men tað er munur á at
virða og so at góðtaka
– Ein líka áhugaverdur spurn-
ingur er, hvat hesi fólk skulu
brúka Jesus til. Dagurin hjá
teimum snýr seg ofta bert um at
yvirliva og at syrgja fyri, at
børnini fáa okkurt at eta hvønn
dag. Sjálvur vóni eg einaferð
møguliga at fara út at virka sum
trúboðari og samstundis hjálpa
við ítøkiligum trupulleikum í
gerandisdegnum. Men ongin veit
jú á morgni at siga, hvar hann á
kvøldi gistir, so vit fáa at síggja,
hvat tað verður til.
– Hví eg havi hendan dreym-
in? Tí eg vóni, at Jesus kann fáa
sama týdning í teirra lívi, sum
hann hevur í mínum: Tað er
hann, sum gevur mær vón, styrki
og drívmegi til at halda út -
eisini tá alt tykist meiningsleyst.
Tað hevði verið sjálvsøkið av
mær at hildið hetta fyri meg
sjálvan, sigur Gimmi at enda.
Føroyskar kristnar samkomur:
Snævurskygnið styggir
- Allar kristnar samkomur í Føroyum áttu at sett sær sjálvum tann pínliga
spurningin: Hvussu ber tað til, at tey forfjónaðu í Bíbliuni hildu seg tætt at
Jesusi, meðan tey halda seg langt burtur frá okkara kristnu samkomum,
sigur 27 ára gamli Gimmi Olsen, sum júst er afturkomin úr Mali, har hann
hevur verið við Sudanmissiónini.
– Tá pápi mín doyði í januar síðsta ár, fór eg at hugsa øðrvísi um, hví vit
eru her, og hvør meiningin er við øllum
Sosialurin Nr. 73 - 17. apríl 2004
9
TÓNLEIKUR
Annika B. Mortensen
Hann hevur verið trummusláari í
"Star Fire" og bassistur í "Wild
Child". Hann spælir nú millum
annað í bólkinum "Strange Fruit"
og er annars útbúgvin klassiskur
trompetspælari. Annika B. Mort-
ensen hittir evnaríka tónleikaran
í komandi heimi hansara.
Á Tvørabakka er eitt øki sum
er beista fløkjasligt at finna runt
í, har eru nógvar smáar smáttur,
urtagarðar, blindir vegir og port-
ur. Mitt í hesum hugnaliga um-
hvørvinum standa nýliga keyptu
húsini hjá Trónda Enni. Eftir at
hava klivið um stakitt og gingið
á runutum gøtum, í mínum fínu
høghælaðu skóm, komi eg inn í
ein lítlan urtagarð og har stendur
lítli beiggi Trónda, Brandur
Enni, og stáplar timbur.
Eg fari inn, Tróndur gevst við
at stákast og vit sessast við eitt
lítið borð, í hølinum sum skal
verða stova. Hann bjóðar kaffi-
munn úr eini varmafløsku og
pakkar heimabakaðar smákøkur
upp. Tróndur, sum er 25 ára
gamal, er uppvaksin á Tvøra-
bakka og hevur tvey syskin
Bergljót og Brand. Bæði foreldur
hansara, Ninni og Helgi, hava
spælt í Tvøroyrar Hornorkestri
og Tróndur var einans lítil
smádrongur tá hann byrjaði at
spæla kornett.
– Eg byrjaði at spæla horn tá
eg var 6 ár, men gavst longu tá
eg var 9 ára gamal. Tá kom ein
nýggjur tónleikalærari ið ikki
gav mær íblástur. Hon var
ógvuliga strong og hvassorðað,
eg minnist hon kallaði meg "en
djævle tisunge".
Tróndur hevur spælt gittara so
leingi hann minnist og byrjaði at
spæla trummur í orkestrinum
"Star Fire" 9 ára gamal, tá hann
júst var givin við kornettini.
Seinni, tá ein annar tónleikalær-
ari kom á Tvøroyri, fór hann tó
aftur til horntónleikin.
Eftir at hava starvast eina tíð á
Tvøroyrar Flakavirki, eftir 10.
flokk, fór Tróndur til Noregs á
ein brass háskúla á Radoy í eitt
ár. Ætlanin var síðani at fara í
timburlæru á Tvøroyri, men hetta
bleiv av ongum.
– Eg kom heim úr Noregi og
hevði fingið læripláss, men so
fór eg á hornorkestur stevnu í
Havn. Har vóru nakrir tónleik-
arar frá Tónlistaskúlanum í
Reykjavík. Eg fekk møguleikan
at spæla fyri einum av tónleikar-
unum og slapp inn á fyrireik-
ingarskúlan til Tónlistaskúlan.
Eingin ivi er um at Tróndur er
dugnaligur handverkari. Hann
hevur sjálvur gjørt nógvar av
umvælingunum í húsunum á
Tvørabakka, men eitt lív uttan
tónleik kann hann slettis ikki
ímynda sær, sigur hann.
Tróndur fór til Íslands. Hann
var eitt ár á fyrireikingarskúlan-
um og eftir 4 ár á Tónlistaskúl-
anum í Reykjavík varð hann
útbúgvin sum klassiskur tón-
leikalærari. Endaliga royndin var
ein konsert, og Tróndur minnist
seinasta dagin á Tónlistaskúlan-
um sum var tað í gjár.
– Eg skuldi venja við Hrefnu
klokkan 13. Hrefna er gift við
Kjartani Oskarssyni, sum er
leiðari á pedagog deildini á
Tónlistaskúlanum. Eg vaknaði
tann dagin, lív var úti á gøtuni
og eg sá at klokkan var fimm.
Panikkur kom í meg, eg avgjørdi
síðani í skundi at ringja til
Hrefnu. Tað var Kjartan sum tók
telefonina. Eg spurdi eftir
Hrefnu. Hann spurdi um eg visti
hvat klokkan var. Eg segði ja,
hon er fimm. Kjartan fortaldi
mær, at man ikki ringir til fólk
klokkan fimm um náttina og
síðani legði hann rørið á.
Flennandi játtar Tróndur at
hann onkuntíð hevur lyndi til at
verða hugfjarur og sum burturi í
aðrari verð.
Tróndur varð liðugur í Íslandi
síðsta summar og fekk bjóða
arbeiðið bæði í Klaksvík og á
Tvøroyri. Hann valdi starvið á
musikkskúlanum á Tvøroyri. Har
undirvísir hann 9. og 10. flokk
og hevur samstundis einstakir
næmingar. Hann greiðir frá
hvussu stuttligt tað er at kveikja
hugin hjá ungum fyri tónleiki.
– Tá eg byrjaði sum lærari hjá
9.flokki var eingin áhugi fyri
tónleiki teirra millum yvirhøvur.
Eg haldi tað var tí at eingin
hevði presentera tónleik fyri
teimum áðrenn eg kom. Nú hava
vit eitt heilt orkestur í flokkinum.
Støðið er ikki tað hægsta, men
tað verður spælt gittar, bass,
trummur, klaver og keyboard.
Tróndur greiður frá at hann
hevur lært seg sjálvan at spæla
øll ljóðførini, og at hetta stavar
frá royndum hansara í ymiskum
orkestrum. Millum annað spældi
hann bass í bólkinum "Wild
Child", men hann er ikki serstak-
liga errin av fløguútgávuni hjá
"Wild Child".
– Eg skrivaði okkurt av løgun-
um á fløguútgávuni, men eg
haldi at fløgan er rættliga
bygdaslig og ljóðgóðskan er ikki
góð. Tað ljóðar eins og Poul Arni
Holm, forsangarin, stendur í eini
trappugongd og syngur.
Bólkurin "Wild Child" hevði
seinastu framførslu á Ólavsøku-
konsertini fyri fimm árum
síðani.
Í dag spælur Tróndur annars í
trimum orkestrum. Í "Strange
Fruit" sum er eitt rættliga nýtt
orkestur sum kortini longu hevur
haft onkra framførslu í Íslandi, Í
eini kvintett á Tvøroyri og so er
hann eisini leiðari í Tvøroyrar
Hornorkestri.
Á Tónlistaskúlanum í Reykja-
vík valdi Tróndur at taka ta
klassisku linjuna, men hann er
eisini áhugaður í rytmiskum
tónleiki og ætlar sær í framtíðini
at læra meira um tað rytmiska.
– Sjálvt um eg nú eigi hús á
Tvøroyri ætli eg at fara uttan-
lands at taka onkur skeið í
rytmiskum tónleiki. Eg veit ikki
um eg verði búgvandi á Tvøroyr
- her hendir ikki so nógv og um
ein hugsar um tónleik so eru
tiltøkini ikki mong. Orkestur
spæla bara umleið tvær ferðir um
mánaðin, tá hugsi eg ikki um
konsertir, men um dans við live
tónleiki. Skarin av "áhoyrarum"
kemur sjálvdan yvir 200.
Tróndur leggur afturat at tað
besta hevði verið at haft eini hús
í Havnini og eini í Suðuroy, tí so
kundi man bara komi suður at
slappa av.
Síðani Tróndur kom aftur til
Føroya hevur hann búð inni hjá
foreldrunum, men nú er við at
verða klárt at flyta inn. Hann
væntar at verða liðugur við um-
vælingarnar um eina góða viku,
nú skal bara málast. Áðrenn eg
farið avstað vísir Tróndur mær
runt. Hann greiðir frá hvat skal
vera hvar, og hvar hann hevur
ljóðisolerað fyri ikki at órógva
grannarnar. Eingin ivi er um at
Tróndur gleðir seg til at seta fót
undir egið borð. Áðrenn eg
sleppi Trónda skal eg hava eina
mynd. Hann tekur ein gittara og
setur seg at spæla eitt lag hjá
bólkinum "Crowded House".
Úti í túninum putlast lítli
beiggin, Brandur, enn við okkurt.
Eg beri ikki eyga við hann, men
hoyri at hann er aftan fyri hjallin.
Eg síggi at ein gøta gongur líka
frá urtagarðinum hjá Trónda og
oman á niðaraveg - hesa ferðina
fari eg tískil ikki klúgvandi í
teimum høghælaðu niðan á
ovaraveg.
Tróndur spælur eitt lag hjá bólkinum "Crowded House" í ljóðisoleraðu stovu síni. Hann væntar at flyta út frá forledrunum um eina góða viku.
Tróndur Enni - ein fjøltáttaður tónleikari
C
M
Y
K
31
30