leygardagur 17. apríl 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 73 - 17. apríl 2004
FERÐAFRÁSØGN
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Perugia/Assisi: Hóast veðrið
ikki var okkum tilvildar á ferðini
í Italia, so er tað ikki torført at
ímynda sær, hvussu gott tað man
vera har um summarið. At koyra
við bussi millum býirnar er
kanska nakað av einum upplivilsi
í sjálvum sær. Í øllum førum tá
koyrt verður eftir landsvegunum.
Teir kunnu ikki sigast at vera í so
góðum standi, men italienarar í
ferðslu eru jú eisini kendir fyri
ikki at sýna nakað serligt av fyri-
liti. Men kortini er tað sera
hugtakandi at koyra í tí flotta
landslagnum, har grønar engur,
víngarðar og trø í hópatali eru
allastaðni at síggja.
Assisi
Ein býur, sum er sera kendur í
hesum økinum er, Assisi. Og
kemst ikki rundan um Frants av
Assisi, sum stovnaði tann
fransiskanska ordanin. Fer ein til
Assisi er Sankta Frants kirkjan
eitt "must". Ein fantastiska vøkur
kirkja, sum er bygd oman á
gravstaðið hjá Frants.
Søgan sigur, at Frants var
sonur ein ríkmann í Assisi. Men
hann fekk nóg mikið av øllum
ríkidøminum, og ein dagin gav
hann pápa sínum øll síni klæðir á
torginum í býnum og segði, at
hann fór framyvir at vera munk-
ur. Frants helt lítið um alt tað
stórsligna ríkidømi, sum var í
pávaveldinum og innan fyri
kirkjuna sum heild, og tí byrjaði
hann at stovna sína egnu
samkomu, um ein kann kalla tað
so.
Pávin var hart ímóti hesum
longi, men søgnin sigur, at eina
náttina droymdi pávin, at tann
katólska kirkjan og pávaveldið
syndraðist. Óansæð hvat fyri
snildir og hvussu dugnalig fólk
pávin nýtti, so megnaðu hesi ikki
at halda kirkjuni saman. Inntil
ein lítil maður íklæddur sum ein
munkur kom inn í dreymin og
helt øllum uppi við sínum beru
hondum.
Hesin dreymur fekk pavan at
góðkenna fransiskanska ordanin,
og hesin livir væl enn tann dag í
dag.
Frants av Assisi var sjúkur
longi, og hann doyði heilt ungur.
Tá varð hann borin gjøgnum
býin og inn í kirkjuna, sum hon
sá út tá á døgum og jarðaður har.
Nógv fólk vitja hansara grøv
hvønn dag og kirkjuna. Tað er
ein heilt serligur friður í kirkjuni,
og tað er ikki lov at taka myndir
inni.
Men Assisi er eisini annað enn
Frants. Býurin er ein typiskur
miðalaldarbýur, har søguligir
bygningar og smalar gøtur liggja
tætt upp at hvørjum øðrum. Á
hvørjum horni eru tinganest
handlar, og allastaðni fært tú
eisini eitthvørt við Assisi ella
Sankta Frants kirkjuni á.
Hugtakandi grotta
Tætt við Assisi ber eisini til at
vitja eina ótrúliga flotta grottu.
Grotti de Frasassi. Hetta er ein
grotta, sum varð funnin í 1979
av einum fjallaklintrara. Hann
datt í eitt hol í fjallinum, men
hann fekk tó lofta sær, so hann
ikki fór heilt niðurí. Og gott tað
sama. Tí inni í fjallinum var ein
grotta, sum er 20 kilometrar
long, og tað hægsta punktið er
240 metrar.
Grottan má upplivast. Tað ber
snøgt sagt ikki til at lýsa hana
við orðum.
Meðan man gongur inni í
henni, fara tankarnir at sveima
um, hvussu einastandandi okkara
náttúra kann arbeiða. Fyri fleiri
milliónum árum síðani var fjallið
fult av vatni innan. So hvørt sum
vatnstøðan í heiminum er mink-
að, er hendan grottan komin inni
í fjallinum. So við og við, sum
vatnið hevur dryppað í mong,
mong ár, er eitt satt paradís skapt
inni í hesum fjallinum.
Og upp gjøgnum árini hevur
hetta so ment seg til tað mest
einastandandi skaparverkið frá
náttúrunar hond. Og at tað ikki
varð funnið fyrr enn í 1979 er
fyri mangan mann ótrúligt.
Men síðani tað er grottan so
vorðin eitt stað, har hvør ferða-
maður fer.
Okkara ferðalag taldi 12 fólk,
og ein teirra segði, at hann hevði
verið í mongum grottum gjøgn-
um árini, men tað var ongin
grotta, sum sló grottuna í
Frasassi. Og tað má sigast at
vera vælskilligt, tí hon er veru-
liga flott og hugtakandi.
Grøna hjartað í Italia
Frants av Assisi, ein
fantastisk grotta í
Frasassi, hugtakandi
náttúra og nógv søga
úr meðaløldini eru
nøkur at tilboðunum,
sum eru at fáa, tá tú
sum ferðafólk vitjar í
økinum Umbria í Mið-
Italia. Eisini kallað
grøna hjartað í Italia
Sankta Frantskirkjan
er eitt av teimum
støðunum í Assisi,
sum verður vitjað
mest. Ein hugtakandi
kirkja, sum er bygd
oman yvir gravstaðið
hjá Frants av Assisi
Við Bíbliuni framman fyri sær og einum hatti at koyra pening í, sat hesin
munkurin og bað og biddaði
Assisi er ein vakur meðalaldarbýur við nógvum vøkrum bygningum sum hesir
Sosialurin Nr. 73 - 17. apríl 2004
7
FERÐAFRÁSØGN
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Perugia: Á ferðini í Umbria,
sum vardi í fimm dagar, fingu
vit ferð eftir ferð staðfest, hvussu
nógv italienarar eta. Onkur helt
fyri til ein av døgurðunum, tá
tann sætti ella sjeyndi rætturin
varð borin inn á borðið, at mat-
urin í Italia er sum Duracell
lýsingin, har slagorðið er: goes
on and on and on!
Men hvussu er og ikki, so er
talan um einastandandi góðan
mat, og sjálvt tann kræsna sálin
man kunna finna eitt hvørt, sum
einum dámar við so mongum og
ymiskum rættum.
Sum vant er pasta ein stórur
partur av matinum, og her skal
sigast beinanvegin, at tá ein hev-
ur etið pasta í Italia, verður pasta
aðrastaðni ongantíð aftur tað
sama.
Men ein annar rættur, sum
italienarar eisini ganga høgt
uppí, er tað, sum tey kalla fyri
anti-pasta. Tað er sum heitið
sigur, ein rættur, har onki pasta
er at fáa. Tað er aloftast breyð
við ymiskum viðskera ella onkur
lættur kjøtrættur.
So borðreiða tey eisini við
einastandandi góðari salami-
pylsu, so tann trý stjørnaða, sum
kann keypast í matvøruhandlum
í Føroyum missir allar tríggjar
stjørnurnar. Skinka verður
somuleiðis ongantíð tann sama
aftur. Italienarar roykja skinkuna
og skera hana í heilt tunnar
flísar, sum verða lagdar á breyð,
sum minnir mest um okkara
franskbreyð. Ístaðin fyri smør
undir verður sjálvandi olivenolja
nýtt. Sigast skal tó, at tað ikki er
so leskiligt fyri eyguni at síggja
hvítt breyð við olivenolju á. Men
væl smakkar kortini.
Heilstoktur grísur
Tað eina kvøldið vit sótu til
døgurðaborðið og høvdu etið
okkum nærum um rygg av góð-
um pastarætti og suppu við
nógvum góðum í, komu tænar-
arnir inn í matstovuna við einum
heilum grísi á einum fati.
Hetta var sum at síggja ímynd-
ina hjá "den store stygge ulv", tá
hesin mungaði eftir teimum
trimum smáu grísunum, tá hesir
lógu so vælsteiktir og grillaðir á
einum fati við reyðum súrepli í
munninum. Hesin, sum tæn-
ararnir bóru, hevði tó eina tomat
í munninum, men tað var líka
við, at ein byrjaði at skilja úlvin,
so leskiligt sum hetta sá út.
Men tá ein situr mettur og væl-
settur við borðið, er tað nærum
ov nógv av tí góða at síggja ein
heilstoktan grís afturat, sum
eisini skal etast. Men á ein ella
annan hátt so ber til at finna
rúmd fyri eitt sindur av mati
afturat, og soleiðis heldur ein
tílík máltíð fram, inntil kakan er
etin.
Um ein av hesum trivaligu
máltíðunum skal lýsast, so kann
hon síggja soleiðis út:
Ábit við víni, áðrenn farið verður
til borðs
Rækjubland, men ikki sum vit
kenna tað í Føroyum kortini
Anti-pasta
Pastarætturin
Lasagne
Kjøt við stoktum eplum
Salat
Kaka, annaðhvørt ostakaka ella
sukurlátakaka
Ein slík máltíð varar ikki so
langa tíð, sum ein kundi hugsað
sær, tá hugsað verður um allar
rættirnar. Tí italienararnir bera
skjótt at. So skjótt sum ein rættur
er tikin av borðinum, verður tann
næsti borin inn. Tað er sjáldan, at
tað er sjálvtøkuborð til ein døg-
urða, men tað kemur sjálvandi
fyri. Men á hotellum gera tey
nógv burtur úr at servera fyri
fólki, og tey eru so blíð og
vinarlig.
Tó má sigast, at italienarar ikki
gera nógv burtur úr at hugna um
matstovurnar. Borðprýði og
stearinljós sóu vit ikki nakað til.
Ístaðin sótu vit aloftast inni í
ljósum høgum rúmum við nóg-
vum sterkum lampum, men tað
er púra vanligt í Umbria.
Og nakað, sum sjálvandi eisini
hoyrir við matinum er bæði hvítt
og reytt vín. Vatn verður eisini
sett á borðið, og omaná kann ein
fáa tað vælkenda espresso kaffi,
sum er so sterkt, at skeiðin
næstan kann standa í tí. Espresso
verður av tí sama serverað í
einum evarska lítlum koppi, og
um tú fært meira enn tvær ferðir
upp í munnin, so ert tú heppin.
Um ein hinvegin heldur ynskir
te, so skal ein ikki gera sær tær
stóru vónirnar í Italia. Ikki tí, tey
hava te, men tað verður ikki sett
á borðið. Tað er nærum ein
sjálvfylgja, at fólk drekka kaffi.
Grappa
Sagt verður, at øl og snapsur er
nakað, sum er serføroyskt til
føroyska matin. Tað italienska
aftursvarið til tað má so sigast at
vera espresso og Grappa.
Grappa er sterkt brennivín,
sum verður gjørt av skalinum av
víndrúum. Smakkurin er ræðu-
ligur, snøgt sagt. Minnir eina-
mest um tað turrasta vínið í
verðini, og modni smakkurin er
ei heldur at taka feil av. Men
italienarar siga, at tað er gott og
serliga saman við espresso. Um
tað beinleiðis er tjóðardrikkur
Italia, skal her verða ósagt, men
tað er nakað tað sama at síggja
italienarar drekka Grappa og
føroyingar Akvavit. Tað smakkar
illa, og teir siga seg elska tað.
Svong í Italia – neyvan
Líka so ernir sum italienarar eru av sínari søgu, ganga tey minst líka høgt upp í teirra
mat og matgerð. Um ein er svangur í Italia, so er tað eins egni feilur. Døgurðar við
millum fimm og átta ymiskum rættum er gerandiskostur á hotellum í Umbria
Tveir italienskir tænarar við einum heilstoktum grísi á einum fati. Sum at síggja ímyndina hjá "den store stygge ulv", tá hesin mungaði eftir teimum trimum smáu grísunum
C
M
Y
K
29
28