leygardagur 17. apríl 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 73 - 17. apríl 2004
5
4
Sosialurin Nr. 73 - 17. apríl 2004
TÓNLEIKUR
Orð: Annika B. Mortensen
Myndir: Jens Kristian Vang
Sum smágentur plagdi Petsi,
Eivør og Arnfríð javnan at verða
inni hjá ommu Petsi, Óluvu
Tvørfoss, í Norðragøtu, og tað er
eisini inni hjá ommuni at tær
hittast aftur í dag fyri fyrstu ferð
í 12 ár.
Omma Petsi gongur og stákast
í køkinum, hon borðreiður við
vaflum, smákøkum og alskyns
lagkøkum, og um borðið verður
prátað um at syngja og um
gamlar dagar.
Petsi greiðr frá, at hon flutti úr
Gøtu til Danmarkar við for-
eldrunum tá hon var 9 ára
gomul. Ætlanin var einans at
verða niðri í eini tvey ár, men tá
so kreppan rakti Føroyar, varð
familjan verðandi í Danmark.
Eivør sigur seg minnast tann
dagin, Petsi flutti úr bygdini.
- Eg var og segði farvæl við
Petsi. Eg var rættliga cool og
eingin sá, at tað harmaði meg,
men tá eg so kom heim aftaná
græt eg í fleiri tímar.«
Eivør og Petsi vóru eina tíð so
tætt knýttar at hvørji aðrari, at
tær ikki vildu í skúla, um tær
ikki vóru eins ílatnar.
Sungu í kjólum hjá
foreldrunum
Eivør og Petsei greiða báðar frá,
hvussu sangur ofta vavdi seg
uppí tá tær spældu,
- Vit nýttu hugflogið nógv, tá
vit spældu. Eg minnist at vit ofta
fóru í gamlir kjólar hjá teimum
vaksnu, og so høvdu vit konsert
og sungu", sigur Eivør og smílist
til Petsi.
Petsi leggur afturat at tær
plagdu at standa frammanfyri
spegilin við hárfønara.
- Tað riggaði so væl at syngja í
fønaran tí so sá tað út, sum um
vindurin spældi í hárinum.
Eivør minnist, at hon og Petsi
Songfuglar vitja aftur í reiðrinum
Petsi Tvørfoss, sum var við í danska Grand Prixnum fyrr í ár, Eivør Pálsdóttir, kendasta føroyska
songkvinnan í dag, og Arnfríð Lútzen, ein av sangarunum í Kulum Rótum, vóru allar vinkonur sum
smágentur. Nú eru tær staddar í hvør sínum heraðshorni, og mong ár eru liðin síðani tær tríggjar sóust.
Sosialurin var við, tá sangarinnunar hittust aftur í Gøtu
ikki vóru smædnar, men tíðum førdu
seg fram og sungu fyri fólki. Sissel
Kirkebø var oftan á skránni. Tá skuldi
syngjast á norskum, sum hvørgin teirra
dugdi og tí varð líti og einki skil á.
- Petsi leggur afturat at tær vóru ikki
fegnar, tá Sissel giftist við Eddie Skoller
og klipti hárið stutt. Tá grótu bæði hon
og Eivør, sigur omman sum situr og
lýðir á.
Spældu nógv úti
Petsi og Arnfríð vóru eisini góðar vin-
konur, áðrenn Petsi fór av landinum,
men tað var ikki fyrr enn Petsi var farin,
at Eivør og Arnfríð funnu hvørja aðru.
Tær luttóku millum annað báðar í
Ársins Songrødd. Tað varð Eivør, ið
vann kappingina, men árið eftir luttók
Arnfríð enn einaferð, og tá eydnaðist
henni at vinna. Arnfríð flutti til Klaks-
víkar, tá hon var 15 ára gomul, men
áðrenn tað búðu tey í grannalagnum hjá
ommu Petsi, og soleiðis bar tað til at
Petsi og Arnfríð blivu vinkonur.
Arnfríð var kanska minni framfør enn
hinar báðar, hon minnist ikki nakað til
at hava sungið og upptraðkað við hinum
báðum, men minnist at teknifilmur ofta
var á skránnið, og at nógv varð spælt
úti, onkuntíð spældu tær Heidi og
fjallaabbin.
Hugurin til at syngja var kortini hjá
Arnfríð, hon sang í kóri og var á sínu
fyrstu fløguútgávu bert 7 ára gomul. Tá
sungu hon og stóra systir hennara á
tveimum løgum hjá Símuni úr Konoy.
Eivør leggur afturat, at hon minnist
hvussu væl Arnfríð dugdi at gera
krúllur, tá hon sang.
Sníktu seg oman á kaiina
Húsini hjá ommu Petsi liggja beint
omanfyri havnarøki í Norðragøtu.
Sangarinnunar minnast at tær ofta
lúrdi seg oman á havnarlagið at spæla
við boyur - sjálvt um tær vistu at tær
ikki vóru loyvdar oman har.
- Vit plagdi at sita á boyunum og
spæla, at tær vóru hestar. Har restaði
ikki í hugflogum - eg helt veruliga at
boyan fór, sigur Eivør og hyggur oman
á havnarøki har boyurnar enn liggja.
Petsi minnir hinar báðar á brævið sum
tær einaferð skrivaðu til ommuna.
»Hey omma, vit eru á keiuni - ps. ikki
verða bangin.«
Prátið vendur aftur til tónleikin.
Eingin teirra veit, hvussu tað ber til, at
tær í dag allar eru sangarar. Tær hava
allar, hvør í sínum lag, funnið veg til
tónleikin, og samstundis vóna tær allar
at verða verandi í tónleikaheiminum.
Petsi Tvørfoss
Fødd: 14.04.83
Systkin: Eina yngri systur
Bústaður: Ålborg
Børn: Nei
Petsi hevur júst klárað upptøkuroyndina
til rútmisku sangdeildina á Jysk Musik-
konservatorium. Hon kom nýliga fram í
samband við danska Grand Prixið, har
hon bleiv nummar 5, og nú er hon heima
og skal syngja á føroyskum palli fyri
fyrstu ferð. Hon hevur tvær framførslur í
Mentanarhúsinum í Fuglafirði í dag, kl
17 og kl. 20. Petsi hevur nógvar royndir
sum sangari, hon hevur gingið til
sangundirvísing, síðani hon var 11 ára
gomul og hevur verið í fleiri
tónleikabólkum í Danmark. Petsi lýsir
sín tónleikastíl sum verandi mest poppur,
men við eitt sindur av country og djassi
blanda uppí. Fýra danskir tónleikarar
verða við Petsi í Mentanarhúsinum, á
hesum sinni verða einans cover-løg á
skránnið. Petsi smíðar annars egin løg og
vónar at kunna arbeiða meir við tí í
framtíðini.
Arnfríð Lútzen
Fødd: 25.12.82
Systkin: Tvær yngri og eina eldri
systur
Bústaður: Klaksvík
Børn: Eina dóttur
Arnfríð man vera best kend sum ein av
sangarunum á væl umtóktu barnafløguni
Kular Røtur, men hon hevur eisini sungið
á mongum øðrum fløguútgávum og
konsertum. Arnfríð gongur á HF og í
fríðtíðini syngur hon í einum djass bólki,
sum er samansettur av tónleikarum frá
musikkskúlanum í Klaksvík. Arnfríð
smíðar eisini egin løg, tvey av hesum
verða á fyrstu fløgu hennara, ið væntandi
verður liðug við árslok ella fyrst í næsta
ár. Arnfríð hevur annars ætlanir um at
fara til Danmarkar á MGK, sum er ein
trý ára fyrireikingarútbúgving til
tónleikakonservatoriið.
Eivør Pálsdóttir
Fødd: 21.07.83
Systkin: Tvær yngri systrar og tveir
eldri brøður
Bústaður: Reykjavík
Børn: Nei
Eivør er uttan iva tann, sum er komin
longst við tónleikinum. Hon hevur nýliga
fingið tvær virðislønir í Íslandi, og
fløguútgáva hennara, Krákan, hevur selt
eini 7000 eintøk í grannalandinum. Eivør
hevur ligið nummar eitt á íslendska sølu-
listanum og Krákan er nú eisini við at
vinna fram í Danmark, har Eivør javnan
er at hoyra í útvarpinum. Herfyri fekk
Eivør 25.000 kr úr Grunni Thorvalds
Poulsen av Steinum. Hendan stuðulin
ætlar hon at nýta til at fáa sangundirvísing
hjá heimskenda Bobby McFerrin. Í
næstum fer Eivør at arbeiða fyri Leik-
húsið í Hafnarfirði, hetta er eitt nýtt leik-
hús sum er við at verða liðugt. Hon skal
smíða tónleikin til fornsøguna Ulfhans og
fer eisini at luttaka í framførslunum.
Eivør, Arnfríð og Petsi á Gøtustrond
C
M
Y
K
27
26