leygardagur 17. apríl 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 73 - 17. apríl 2004
3
2
Sosialurin Nr. 73 - 17. apríl 2004
sera góður gróður og fiskavøkst-
ur í teimum góðu tíðunum sein-
ast í 1990 árunum og fyrst í
2000 árunum.
Vit kunnu tí siga at gróðurin
av plantuæti á landgrunninum í
vissan mun stýrir tilgongdini og
vøkstrinum av fiski, og tískil
eisini hevur eina sera stóra
ávirkan á Føroyska samfelagið.
Ljósviðurskifti hjá
plantuæti
Plantuæti brúkar, eins og allar
aðrar plantur, ljós fyri at vaksa. Í
havinum eru ljósumstøðurnar tó
heilt ørðvísi enn á landi. Í havin-
um hava vit nevniliga eina triðu
dimensión, dýpið, sum ger at
ljósviðurskiftini eru ymisk, alt
eftir dýpinum. Tað myrknar
skjótt jú djúpari vit fara, og tá vit
koma niður um uml. 50 m er
lítið eftir av ljósi. Plantuæti
veksur best ovarlaga í sjónum, tí
har er mest ljós. Tað er tí av
alstórum týdningi fyri gróður at
plantuæti er í teimum ovaru
løgunum, har nóg mikið er av
ljósi.
Av tí at plantuæti, sum nevnt
er sera smátt, søkkur tað ikki so
lætt. Tað sveimar uppi í sjónum
og verður ført higar og hagar við
streyminum. Júst streymurin
hevur nógv at siga fyri plantuæti
og virkar ofta til at tað verður
hildi uppi í sjónum. Her eru teir
sterku sjóvarfallsstreymarnir ein
góð hjálp, sum viðvirka til at
plantuæti ikki so lætt søkkur til
botns men heldur verður blanda
uppaftur ímóti yvirflatuni.
Eisini er skapið á teimum
ymisku sløgunum av plantuæti
ofta soleiðis, at tað ger at tær
ikki so lætt søkka. Dømi um
hetta kunnu vera teir longu
greinutu útvøkstirnir sum vit
síggja á plantuætinum niðast í
vinstra horni á mynd 1.
Máting av gróðuri
At máta plantugróður á landi
kann gerast so einfalt sum at sláa
grasplenuna og viga grasi aftaná.
Í havinum, kann hinvegin vera
sera torført at fáa greiðu á
hvussu stórur gróðurin av plantu-
æti í verðuleikanum er.
Mest vanligt er at brúka nøgd-
ina av klorofyll sum eitt mát fyri
nøgdina av plantuæti. Við hesum
háttinum er tó bert talan um
nøgdir og ikki verðuligan gróður.
Klorofyll er eitt evni sum allar
plantur, ið brúka sólarorku fyri at
vaksa, innihalda. Tað er eisini
hetta evnið sum gevur tann eyð-
kenda grøna litin á grasi og
øðrum plantum, ið vit kenna á
landi.
Seinastu nógvu árini hevur
Fiskirannsóknarstovan, í sam-
starvi við Lívfiskastøðina í
Skopun, kannað gróðurin av
plantuæti í Skopunarfirði. Úrslit-
ini av hesum kanningum er m.a.
tað sum er víst á mynd 5. Skop-
unarfjørður liggur rættuliga mitt
á landgrunninum og umboðar
væl innaru leiðirnar á land-
grunninnum hvat gróðuri av
plantuæti viðvíkur.
Árstíðarbroytingar
Eins og grasi á landi hevur
plantuæti eisini árstíðarbroyt-
ingar í nøgd. Um veturin er sera
lítið til av plantuæti men um
váranar, tá dagarnir eru blivnir
so mikið langir at nóg mikið av
ljósið er til at gróðurin kann
byrja, veksur nøgdin av plantu-
æti. Hetta verður nevnt vár-
blómingin hjá plantuæti. Ofta
veksur nøgdin av plantuæti sera
brádliga og skjótt um hesa tíðina,
og sum vit síggja á mynd 5 tekur
tað summi ár bert fáar dagar frá
at næstan einki plantuæti er til
staðar, til ein rættulig várblóm-
ing er komin (t.d. 2000 og 2001).
Eisini sæst á mynd 5, at ymiskt
er frá ári til annað, nær gróðurin
á landgrunninum byrjar. Summi
ár byrjar hann longu um hálvan
apríl meðan onnur ár byrjar hann
so seint sum í juni. Mest vanlig
er tó at gróðurin byrjar í fyrru
helvt av mai mánaða. Eisini er
ymiskt frá ári til annað hvussu
stór várblómingin er. Summi ár,
sum t.d. í 2000 og 2001 var hon
sera stór, onnur ár sum t.d. í
1998 og 2002 kann hon hinvegin
vera sera lítil.
Út á summarið minka nøgd-
irnar av plantuæti ofta rættuliga
skjótt aftur, og tá komið er út á
heystið, eru nøgdirnar aftur sera
smáar. Summi ár veksur nøgdin
av plantuæti eitt sindur aftur
seint um summarið, sum t.d. í
1997, áðrenn hon aftur minkar
seinni út á heystið.
Framtíðar ætlanir
Átrokandi er at fáa greiðu, á hví
gróðurin hjá plantuæti er so
ójavnur frá einum ári til annað.
Umframt at Fiskirannsóknar-
stovan arbeiðir við at greiða
hendan spurningin, er ein Ph.D
verkætlan nýliga sett í verk, ið
m.a. hevur til endamáls at kanna
framleiðsluna av plantuæti á
landgrunninum og hvørji viður-
skifti í umhvørvinum ávirka
gróðurin. Henda Ph.D verk-
ætlanin verður framd ígjøgnum
Nátturuvísundadeildina á Fróð-
skaparsetrinum í tøttum sam-
starvi við Fiskirannsóknar-
stovuna. Verkætlanin er fíggjað
av oljufeløgunum BP Amoco
Exploration (Faroes Ltd.) og
Anadarko Faroese Company.
Vónandi fæst ígjøgnum hesa
verkætlan og arbeiðinum sum
heild hjá Fiskirannsóknarstovuni,
betri greiða á hvat tað er sum
stýrir gróðurinum hjá plantuæti á
landgrunninum og vit á tann hátt
kunnu fáa eina klárari mynd av
lívinum í »akvariðinum« kring
oyggjarnar.
N Á T
N Á T T Ú R
T Ú R U V Í S I N D I
U V Í S I N D I
N Á T
N Á T T Ú R
T Ú R U V Í S I N D I
U V Í S I N D I
N Á T
N Á T T Ú R
T Ú R U V Í S I N D I
U V Í S I N D I
Høgni H. Debes,
havlívfrøðingur
Plantuæti – havsins gras
Undir vatnskorpuni niðri í tí
kalda sjónum er eitt ógvuliga ríkt
djóra- og plantulív. Her finnst
millum annað ein ørgrynna av
heilt smáum plantum sum
sveima runt í sjónum. Hesar
plantur verða í felag nevndar
plantuæti, og vit kunnu ímynda
okkum, at tær svara til grasi á
landi. Plantuæti er so smátt at tað
sæst ikki við berum eygum. Tað
krevst nevniliga ein sjóneyka fyri
at síggja tað. Mest vanliga stødd-
in á einum plantuæti er millum
1/10 og 1/100 mm í tvørmáti,
men summar eru minni og
meðan aðrar eru væl størri. Tað
er tó ikki nógv, sum við fyrsta
eygakasti fær teg at hugsa um
gras, tá tú sært hesar evaska lítlu
og vøkru plantur undir sjón-
eykuni, men felags fyri tey er at
bæði gras og plantuæti krevja
sólarljós fyri at vaksa, og at
nøgdirnar (gróðurin) hava sera
stóra ávirkan á livilíkindini hjá
hægri liðum í føðiketuni sum t.d.
seyði á landi og fiski í sjónum.
Á mynd 1 síggja vit nøkur
dømi uppá plantuæti, sum van-
liga eru at finna á landgrunnin-
um kring Føroyar.
Havið kring Føroyar
Landgrunnurin kring Føroyar er
eitt serstakt og sera áhugavert
øki til vistfrøðiligar kanningar.
Tað serliga rákið á landgrunnin-
um ger, at útskiftingin av sjógvi
millum landgrunnin og havið
uttan fyri er avmarkað. Umframt
hetta gera teir sera sterku sjóvar-
fallsstreymarnir, at sjógvurin á
landgrunninum verður blandaður
frá botni og heilt upp til havyvir-
flatuna. Øll hesi viðurskifti gera,
at vit kunnu ímynda okkum land-
grunnin sum eitt slag av einum
yvirvaksnum akvarium.
Ymisk sløg av plantuæti
Líka sum man á bønum finnur
nógv ymisk sløg av grasi, so
finnur man eisini í sjónum nógv
ymisk sløg av plantuæti. Hvørt
einstakt plantuæti er ein einstøk
kykna. Summi sløg liva sum støk
plantuæti, og sveima einsamøll í
havinum, sum t.d. tað ið sæst
mitt á mynd 1. Onnur sløg hanga
saman í longum ketum við nógv-
um einstøkum kyknum í hvørjari
ketu. Dømi uppá slíkar ketur
síggjast á mynd 1 í ovasta høgra
horni og niðast til vinstru. Eitt
serligt slag av plantuæti, ið
verður nevnt Phaeocystis, livur í
felag í smáum gelé klumpum. Tá
nógv er til av hesum slagnum,
sæst tað ofta sum ein hvít skúm-
rond fram við strendur har eitt
sindur av brimi er (mynd 2).
Orsøkin til tað er at brimið
pískar geléið upp, so tað verður
til skúm, sum so leggst omaná
vatnskorpuna. Tað kann bæði
lukta illa og síggja keðiligt út,
men er tó heilt vandaleyst.
Føðiketan
Plantuæti er fyrsta liði í føðiket-
um í sjónum og er sostatt føði-
grundalagi hjá øllum djórum í
sjónum. Mynd 3 vísur eina ein-
falda mynd av einari føðiketu á
landgrunninum.
Í veruleikanum er ikki talan
um føðiketur, men heldur um
føðinet har nógvir ymiskir sam-
anhangir eru millum teir ymisku
djóra og plantu bólkarnar.
Plantuæti, sum er grundarlagið
undir øllum lívi í sjónum, verður
etið av djóraæti og botndjórum,
sum so aftur eru føði hjá t.d.
fiski. Neyvt samband er frá ári
til annað ímillum, hvussu nógv
plantuæti veksur á landgrunnin-
um og hvussu nógv fiskur hevur
at eta á landgrunninum. Hetta
sæst so eisini aftur í hvussu stór
tilgongdin av nýggjum árgangum
hjá fiski er og hvussu skjótt
fiskurin veksur.
Ógvusligar broytingar eru í
hvussu nógv plantuætið veksur á
landgrunninum frá ári til annað.
Síðani 1990 hevur gróðurin verið
fimm ferðir størri summi ár enn
onnur. Hetta hevur sæst tíðuliga
aftur í fiski á landgrunninum,
serliga toski. Á mynd 4 er vístur
samanhangurin millum gróðurin
av plantuæti á landgrunninum og
vøksturin hjá 2-5 ára gomlum
toski á landgrunninum.
Her sæst eitt sera gott samband
sum vísir, at tá gróðurin av
plantuæti verður størri so veksur
fiskurin eisini skjótari, og um-
vent. Hesar stóru broytingarnar í
gróðurinum av plantuæti á land-
grunninum hava víst seg at hava
stórar avleiðingar fyri Føroyska
samfelagi. T.d. var gróðurin sera
lítil fyrst í 1990 árunum, og
harvið eisini vøksturin av toskin-
um á landgrunninum. Toskurin
mest sum hvarv og fiskiskapurin
var sera vánaligur. Millum annað
orsaka av hesum, upplivdu vit
hesu árini eina ógvuliga stóra
kreppu í Føroyum. Hinvegin var
Ímyndið tykkum um jóansøkugras, syftusøkugras og onnur grøs,
sum vanliga standa so ronk á bønum, vuksu í sjónum. Eitt sindur
undarligt kanska, men tó ikki heilt skeivt kortini. Plantuæti er
nevniliga tað sum í havinum svarar til grasi á landi. Nøgdirnar av
plantuæti hava stóra ávirkan á m.a. vøksturin av toski á
landgrunninum kring Føroyar
Mynd 2
Phaeocystis leggst sum skúm oman
á sjónum, serliga fram við strendur
har eitt sindur av brimi er.
Mynd Bogi Hansen
Mynd 1
Ymisk sløg av plantuæti, ið vanliga eru at finna á landgrunninum.
Mynd 3
Dømi uppá føðiketur á landgrunninum
Mynd 4
Indeks av gróðri av plantuæti (heila strikan) og miðal vøkstur um árið av
2-5 ára gomlum toski á landgrunninum (brotna strikan) síðani 1990.
Mynd 5
Nøgdin av plantuæti á landgrunninum seinastu 7 árini, mátað í nøgd av
klorofyl per litur av sjógvi.
C
M
Y
K
25
24