leygardagur 17. apríl 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 73 - 17. apríl 2004
Prísur og
góðska
avgera
hvar fólk
keypa
VINNULÍVIÐ
Eydna Skaale
Hjá landsverkfrøðingin-
um taka teir tíðindini
um nýggja asfaltverkið
ógvuliga róligt.
– Tað er púra hopleyst
at vita um tað fer at
ávirka okkum í nakran
mun. Tað má tíðin bara
vísa, verður sagt.
– Prísur, góðska og
tænasta annars gera av,
hvar fólk velja at keypa.
Verða teir betri og bí-
ligari enn vit, so fer tað
allarhelst at merkjast,
tað má man rokna við,
siga teir hjá landsverk-
frøðinginum.
Teir siga seg annars
megna at nøkta tørvin
sum er. Bæði til egin-
nýtslu og til arbeiði hjá
teimum privatu.
Stjórin í EM-asfalti,
Edvard Højgaard
Mikkelsen, vil tó ikki
vera við, at teir fara at
kappast við lands-
verkfrøðingin. –Tann
kappingin er ómøgu-
lig. Vit fara heldur at
leggja okkum eftir at
nøkta privata og
kommunala tørvin,
sigur hann. Gongur
alt sum tað skal, fara
teir undir at selja as-
falt í summar
VINNULÍVIÐ
Eydna Skaale
Í næstum verður landsverk-
frøðingurin, sum annars
hevur verið einaráðandi á
økinum, ikki longur einasta
virki, sum ger asfalt. EM-
asfalt úr Søldafirði fer í
næstum undir fyrireiking-
arnarar til at gera asfalt, og
teir vóna at kunna byrja
søluna í juli.
Edvard Højgaard Mikk-
elsen, stjóri í EM-asfalt, vil
tó ikki siga, at teir ætla sær
at kappast við Landsverk-
frøðingin.
– Landsverkfrøðingurin
er sjálvforsýnandi, tvs, at
hann fyrst og fremst ger
asfalt til egna nýtslu. Tað
hevur verið nógv asfalter-
ing hjá okkum í seinastuni,
og tað hevur víst seg at ver-
ið torført at fingið røttu as-
faltmongdina frá lands-
verkfrøðinginum, serliga tá
talan hevur verið um størri
arbeiði. Hetta tí teir hava úr
at gera við at framleiða til
sín sjálvs, sigur Edvard
Højgaard Mikkelsen. Hann
sigur víðari, at ein annar
vansi við at vera bundin at
landsverkfrøðinginum er, at
teir hava eina langa summ-
arfrítíð.
– Summarið er besta tíð-
in at asfaltera í, tí tá er
veðrið best. Men lands-
verkfrøðingurin hevur feriu
frá fyrst í juli líka til hálvan
august. Tá kundu vit fingið
nógv arbeiði frá hondini,
men tá liggur mestsum stilt,
sigur hann. –Tað hevur ver-
ið ringt ikki at fingið arbeitt
í bestu líkindum, tí eitt ann-
að felag er í feriu, sigur Ed-
vard. Hann sigur eisini, at
apríl máni oftani hevur
nógvar góðar sólskinsdag-
ar, men landsverkfrøðing-
urin byrjar ikki framleiðsl-
una fyrr enn í mei, so tá fáa
teir heldur einki gjørt.
– Av tí at landsverkfrøð-
ingurin hevur nokk at gera
við eginframleiðslu, so
hava vit privatu virkir við-
hvørt kent okkum, sum vit
líkasum "forstýraðu" teir í
teirra arbeiði. Vit gjørdu
tað trupult, tí teir vórðu
noyddir at blanda fleiri
sløg. Ikki tí, samstarvið
hevur verið fyrimyndarligt,
og vit hava havt eina góða
avtalu við landsverkfrøð-
ingin. Tað gongur bara ikki
í longdini, sigur hann.
Hann greiðir frá, at teir
onkuntíð hava keypt asfalt
úr Norra fyri at fáa arbeitt
um summarið, men at tað
bestemt ikki er ein haldbar
loysn. – Tú ert noyddur at
satsa, um tú keypir asfalt
uttanlands.
Veðrið
her
heima er jú ógvuliga svika-
ligt, og er veðrið ringt, tá
asfaltið kemur, fært tú ikki
gjørt tað, tú ætlaði.
Leysasøgur hava gingið
um, at Tórshavnar komm-
una skal hava tryggjað EM-
asfalti alt arbeiðið í Havn-
ini og sett pening í virkið,
men hetta noktar Edvard
blankt. – Vit hava einki við
Tórshavnar kommunu at
gera, uttan tað, at vit leiga
eitt øki inni á Sundi, har
virki skal vera.
Edvard heldur grundar-
lag vera fyri einum virki
afturat, sum framleiðir as-
falt. – Tað er ein stórur
tørvur, sum vit fara at royna
at nøkta. Nógv privat og
kommunalt arbeiði er at
gera. Hevði eg ikki hildið
eina vinnu verið í tí, hevði
eg ikki farið undir hetta,
sigur hann.
Edvard Højgaard Mikk-
elsen sigur, at teir fara und-
ir fundamentini inni á
Sundi í næstu viku, og at
teir vóna, um alt gongur
væl, at verða klárir at selja
asfalt fyrst í juni.
– Nú tosa teir so nógv um
privatisering og teir útbjóða
bæði koyring og grevstur.
Kanska okkurt fellur í
okkara lut, so vit fáa ein
bita av tí køkuni eisini,
endar Edvard Højgaard
Mikkelsen við at siga.
EM-asfalt úr Søldarfirði undir at gera asfalt
Hans Pauli Strøm sig-
ur at málið um tal-
gildaða heilsuverkið
og føroysku KT-
fyritøkurnar er blivið
uppblást til nakað
nógv meiri, enn tað í
veruleikanum er.
TALGILDING AV
HEILSUVERKINUM
Eydna Skaale
Fyri einum ári síðan var av
fyrstan tíð talan um at fara
undir at talgilda heilsu-
verkið, tvs at gera eina
elektriska sjúklingaskrá.
Tað varð farið undir at
gera forkanningar til ar-
beiðið, m.a. varð hugt at
hvør ið føroyski tørvurin
var, hvørjar trupulleikar
nýggja skipanin skuldi
loysa og hvørjir møguleik-
arnir fyri eini slíkari skipan
vóru í Føroyum.
Hugt
var
serliga
at
heilsuverkunum í norður-
londunum, sum longu eru
talgildað, tí heilsuverkini í
har eru bygd eftir sama
leisti sum okkara er.
Hugt var at teimum sum
fungeraðu væl og teimum
sum veruliga høvdu brent
seg av nýggju skipanini.
– Tað vísti seg, at tey,
sum høvdu uppfunnið eina
serliga skipan, skræddara-
seymaða til egnan tørv,
vóru tey sum komu illa
fyri, sigur Hans Pauli
Strøm, landstýrismaður í
almanna- og heilsumálum.
– Har sum ein standard-
skipan varð sett í verk, vísti
tað seg harafturímóti at
fungera væl. Nógvir fyri-
munir eru við standardskip-
anini. Tú fært trygd fyri at
hon virkar, sum hon skal, tí
hon er tikin í brúk, verður
dagliga nýtt og hevur longu
stóran
brúkaraskara
í
grannalondunum. Haraftur-
at, verður hon dagførd við
jøvnum millumbilum, sigur
landsstýrismaðurin.
Hann greiðir frá, at for-
kanningarnar vóru lidnar í
november í fjør. So varð
farið undir at finna veitarar
til skipanina.
– Leitað var eftir fyritøk-
um, sum kundu levera hesa
standardskipanina,
sum
varð mett at vera tann
besta. Tað vístu seg at vera
8 fyritøkur, sum kundu
veita hesa skipanina. Tær
vóru allar 8 útlendskar,
sigur Hans Pauli Strøm.
Tær fingu so tilboð um at
vera við í sonevndu præ-
kvalifikatiónini, tvs at fyri-
tøkurinar fingu møguleika
at bjóða seg fram og leggja
fram um sín kunnleika og
sínar dygdir innan økið, og
grundgeva hví tær vóru
best egnaðar til arbeiðið.
Hetta fingu tær 14 dagar til.
Út av teimum 8, sum vóru
við í præ-kvalifikatiónini,
vórðu 3 valdar út.
– So kom valið, sum
legði arbeiðið stilt eina tíð.
Nýtt landstýrið var valt og
tað tók mær eisini eina tíð
at seta meg inn í øll málini,
harímillum hetta, sigur
Hans Pauli Strøm.
– Tað var ikki fyrr enn tá,
at tær føroysku KT-fyritøk-
urnar byrjaðu at sýna áhuga
fyri arbeiðnum. Tær gjørdu
vart við, at tær eisini vildu
hava ein møguleika at bjóða
seg fram. Vit høvdu ein fund
við KT-felagið og vit diskut-
eraðu tað eisini í samgong-
uni, greiðir Hans Pauli frá.
Endin varð, at føroysku
fyritøkurnar fingu møgu-
leika at præ-kvalifisera seg
eisini. Tær fingu tíðina frá 1.
til 23. apríl at arbeiða í. Or-
sakað av páskavikuni fingu
tær sostatt 1 viku longur enn
útlendsku feløgini.
– Sum tíðin leið ímóti
freistini, gjørdu tey før-
oysku feløgini vart við, at
tíðin kanska var nakað
stutt. So tá útsettu vit freist-
ina til 7 mei. Føroysku
virkini fingu sostatt 5 vik-
ur, har útlendsku bara fingu
2, sigur Hans Pauli.
Hann sigur, at freistin til
útbjóðingina, sum uppruna-
liga var 30. juni, eisini varð
flutt fram. Nú er hon ikki
fyrr enn um hálvan juli.
–
Nógvir
av
upp-
lýsningunum, sum hava
verið frammi um málið, eru
beinleiðis skeivir, sigur
landsstýrismaðurin.
– Føroysku fyritøkurnar
vóru ikki við frá byrjan, tí
vilji var at seta áðurnevndu
útlendsku standardskipan í
verk. Søkt varð uttanlands,
tí har vóru fyritøkur, sum
frammanundan framleiddu
hesa skipanina, sigur hann.
Verða føroysku fyritøkur-
nar valdar eftir præ-kvalifik-
atiónina, kunnu tær geva til-
boð um arbeiðið antin einsa-
mallar, saman við aðrari
føroyskari fyritøku ella sam-
an við útlendskari fyritøku.
Hans Pauli Strøm heldur
tað vera púra burturvið at
lagt hevur verið eftir núver-
andi landstýrið, viðvíkjandi
handfaring av málinum.
– Vit eru akkurát byrjaðir
at arbeiða. Bill Justinussen
valdi at gera, sum hann
gjørdi, og tað haldi eg, at
hann hevur grundgivið væl
fyri. Vit hava so valt at
broyta tað, so føroysku
virkini fáa verið við, og nú
verða vit kritiseraðir, sigur
Hans Pauli.
– Framyvir haldi eg
annars avgjørt, at føroyska
KT-vinnan og føroyska
vinnulívið sum heild, skal
takast uppí verkætlanir sum
hesa. Sjálvsagt skulu teir
vera við í arbeiði sum vit
gjalda og stýra sjálvir. Heilt
avgjørt, endar hann við at
siga.
Málið um peningajáttan
til at talgilda heilsuverkið
verður annars lagt fram fyri
tingið í næstu viku. Viðger
skuldi havt verið í hesi
vikuni, men landstýrismað-
urin tók málið aftur, inntil
hann var heilt vísur í, at
semja var um málið.
Føroysku KT-fyritøkurnar longri
tíðarfreist enn tær útlendsku
Hans Pauli Strøm sigur at
nógvir av upplýsingunum,
sum eru komnir fram um
málið, eru skeivir
Nr. 73 • leygardagur • 17. apríl 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Tróndur Enni - ein
fjøltáttaður tónleikari
Vit hitt evnaríka tónleikaran í komandi
heimi hansara.
Lesið síðu 9
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Eric Clapton er ein livandi
leganda. Gittarspælarin, sum
hevur gjørt um seg í bólkum og
sum solistur, savnar framvegis
eina ørgrynnu av fólkum,
allastaðni hann spælir.
Í kvøld hevur Slowhand, sum
hann eisini verður róptur, konsert
í Parkini í Keypmannahavn, og
har er sum vera man útselt til
framførsluna.
Millum teir mongu áhoyrar-
arnar verða eisini nógvir føroy-
ingar, sum í gjár fóru við flogfari
av landinum.
– Clapton er ein legenda, so
vit nýta hetta høvi til at sleppa á
konsert hjá honum. Hetta er tað
nærmasta, hann kemur, sigur
Gissur Patursson, sum er ein av
teimum, sum fer til konsertina.
Framførslan í Keypmannahavn
er partur av eini heimskonsert-
ferð, sum byrjaði í Japan í
november mánaði í fjør, og hetta
er einasta konsert, hann hevur í
Norðurlondum á hesum sinni.
40 ár í tónleiki
Eric Clapton hevur verið virkin
sum tónleikari í eini 40 ár. Tá ið
hann miðskeiðis í sjeytiárunum
fóru undir sínar yrkisleið sum
solistur, varð hann longu kendur
og virdur sum ein av stóru
rockgittaristunum.
Hann spældi í bólkum The
Yarbirds, Cream og Blind Faith.
Í 1974 kom fyrsta solofløgan
hjá honum, og hon reyk upp á
tónatindarnar, og sangurin »I
shot the Sheriff« gjørdist eitt
stórt hitt kring allan heimin.
Clapton hevði rættiligan
undanvind í sjeytiárunum, men í
áttatiárunum gekk eitt sindur upp
og niður hjá honum, men tá ið
hann í 1989 kom við út´gavuni
Journeyman var hann aftur í
stórformi.
Í mars mánaði í 1991 doyði
fýra ára gamli sonur hansara, og
aftaná hevði Clapton tað trupult,
men hann hevði óvæntað eydnu
við sær í tónleikinum. Meðan
hann syrgdi deyðan hjá soninum,
gav hann út eina konsertfløgu og
skrivaði tónleik til ein film. Ein
av sangunum, hann skrivaði, var
Tears in Heaven, sum gjørdist
eitt ordans hitt.
Síðani hevur Clapton givið
nógvan tónleik út, og hann er í
hesum døgum aktuellur við eini
útgávu, har hann spælir sangir
hjá bluestónleikaranum Robert
Johnson – Me and Mr. Johnsson
kallast útgávan.
Tann størsti
Konsertin í Parkini í kvøld
verður undir øðrvísi umstøðum,
enn konsertir har vanliga verða
hildnar. Pallurin verður mitt inni
á vøllinum, takið verður drigið út
yvir, og so sleppur bert
helmingurin av tí, sum kundi
rúmast í Parkini, til konsertina.
Endamálið við hesum er at gera
eina tætta og hugnalig konsert,
hóast fleiri túsund fólk rúmast
inni.
– Clapton hevur verið nakað
heilt serligt fyri meg. Eg vaks
næstan upp við tónleikinum hjá
honum, og sum 14 ára gamal
minnist eg, at eg fyri fyrstu ferð
seldi eina plátu hjá honum, sigur
Gissur Patursson, sum framvegis
selir plátur hjá Clapton í
fløguhandlinum hjá sær.
– Eg eri nervøs fyri at fara á
konsertina, tí hetta er tónleikur,
sum gongur mær sera nær.
Sanginir koma so tætt, at eg veit
ikki, hvussu eg fari at reagera, tá
ið eg hoyri hann spæla teir live,
sigur hann.
– Clapton hevur verið nakað heilt serligt fyri meg. Eg vaks næstan upp við tónleikinum hjá honum, sigur Gissur Patursson, sum er ein av nógvum føroyingum, sum fara á konsert hjá
gittarspælaranum í kvøld
Seigligar hendur í Parkini
Eini hálvthundrað føroyingar fóru í gjár av landinum, tí teir skuldu á konsert við
livandi gittarlegundi, Eric Clapton. Slowhand hevur bara eina konsert í
Norðurlondum á hesari konsertferðini, og hon er í Keypmannhavn
C
M
Y
K
23
22