Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-17, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. apríl 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 73 - 17. apríl 2004 Nr. 73 - 17. apríl 2004 21 VIÐMERKINGAR Harrans Mótstøðu- herur í Uganda hevur burturflutt umleið 10.000 børn, ið verða nýtt sum dráps- maskinur BØRN OG KRÍGGJ Árni Joensen fartekst@mail.dk Seinasta hálvtannað árið hevur uppreistrarfelags- skapurin Harrans Mót- støðuherur ligið í hørðum kríggi við ugandiska stjórn- arherin. Meiri enn hálvonnur millión fólk eru flýdd frá húsi og heimi undan bardøgunum, og sambært ST er ugandiska borgarakríggið vorðið ein sonn menniskjalig van- lukka, sum altjóða sam- felagið ikki tykist hava stórvegis áhuga í. Tað hevur leingi verið kent, at Harrans Mótstøðu- herur nýtir børn í krígnum, og norðmaðurin Jan Ege- land, sum er varaaðal- skrivari hjá ST, sigur við Reuters, at seinastu átjan mánaðarnar hevur herurin burturflutt umleið 10.000 børn, sum verða nýtt í krígnum. – Tey burturfluttu børnini verða gjørd til drápsmask- inur, og tey verða tvingað til at leypa á sínar egnu heimbygdir og at beina fyri sínum egnu skyldfólkum, sigur Jan Egeland. Tá skyldfólkini eru deyð, hava børnini ongan at fara aftur til, og so hava tey ikki ann- að í at velja enn at halda fram sum hermenn hjá Harrans Mótstøðuheri, sigur ST-varaaðalskrivarin. Tær burturfluttu gentur- nar verða eisini nýttar sum hermenn, men flestu teirra verða eisini nýttar sum skøkjur hjá hermonnunum, sigur Jan Egeland. Broytingin í amerik- anska miðeystur- politikkinum hevur fingið felagsskapin hjá teimum islamsku londunum at kalla saman til snarfundar at viðgera støðuna MIÐEYSTUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Malaysia hevur í løtuni formansskapin í felags- skapinum hjá teimum is- lamsku londunum, og malaysiska stjórnin kunn- gjørdi í gjár, at hon hevur boðsent londunum til fundar sum skjótast. Upprunaliga skuldu londini hittast tann 4. mai, men malaysiski uttanríkis- ráðharrin, Syed Hamid Albar, sigur, at fundurin er framskundaður, tí at USA hevur broytt sín politikk í Miðeystri. Sambært ráðharranum er friðarætlanin fyri Miðeyst- ur farin av kós, nú George W. Bush, forseti, hevur sagt, at Ísrael kann varð- veita nakrar av niðursetu- bygdunum á Vestara Áarbakka. Palestinski for- sætisráðharrin, Ahmed Qurie, sigur, at amerik- anska avgerðin kann als ikki góðtakast. Qurie sigur, at við avgerð síni hevur Bush oyðilagt ta friðar- ætlanina, sum USA var við til at leggja fram saman við ST, ES og Russlandi. Amerikanski uttanríkis- ráðharrin, Colin Powell, hevur roynt at sissa palest- insku leiðsluna. Powell hevur tosað við Qurie í telefon og sagt honum, at amerikanska stjórnin legg- ur størsta dentin á, at Ísrael nú er til reiðar at taka seg úr Gaza-geiranum. Tað er ikki greitt, hvat Quri svaraði, men palestinski uttanríkis- ráðharrin, Nabil Shaath, segði í gjár, palestinar eru sera vónsviknir av teirri nýggju amerikonsku støðuni. Heldur ikki ES tekur undir við avgerðini hjá Bush. Írland hevur í løtuni formansskapin í ES, og írski uttanríkisráðharrin, Brian Cowen, sigur, at ES góðtekur einki annað landamark uttan tað, sum var galdandi undan seks- dagakrígnum í 1967, uttan so at ísraelsmenn og pal- estinar semjast um eitt annað mark. ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, hevur eisini funnist at nýggju støðuni hjá amerikanska forsetanum. Til Dan- markar at arbeiða Roknað verður við, at einir 15.000 eyst- urevropear koma til Danmarkar at arbeiða í ár DANMARK Árni Joensen fartekst@mail.dk Tann 1. mai verða tey eysturevropeisku lond- ini limir í ES, og tað sæst á skrivstovuborð- unum hjá teimum donsku arbeiðsávísing- unum, skrivar Jyllands- posturin. Ávísingarnar hava fingið so nógvar umsóknir úr Eystur- evropa sum ongantíð fyrr, og umleið helm- ingurin av umsóknunum eru úr Pólandi og Lit- ava. Umsóknirnar snúgva seg ikki um varandi uppihalds- og arbeiðs- loyvi, men um eitt stutt tíðarskeið, tí á tann hátt sleppa umsøkjararnir uttan um tær ásettu til- lagingarreglurnar. Hesar reglurnar krevja millum annað, at umsøkjararnir skulu fáa somu løn sum danir, men er talan um eitt stutt tíðarskeið, eru ongar reglur um, hvørja løn tey skulu hava. Í donsku fakfeløgunum stúra tey fyri, at eystur- evropearnir fara at taka arbeiði frá dønum, og tey stúra eisini fyri, at í komandi árum fara nógv fólk í teimum nýggju ES-londunum at leita sær til Danmarkar at arbeiða. Eitt nú væntar fakfelagið SID, at umleið 85.000 pó- lendingar fara at søkja um arbeiði í Danmark tey næstu tíggju árini. Arbeiðsloysið í Pólandi er um 20 prosent. Snarfundur sum Miðeystur Børn verða tvingað í kríggj Borgarakríggið í Uganda er ógvuliga harðligt. Hesin maðurin var heppin at sleppa livandi frá einum álopi hjá Harrans Mótstøðuheri Avgerðin hjá George W. Bush at góðtaka ísraelsku niðursetubygdirnar á Vestara Áarbakka hevur koyrt friðartilgongdina av kós, sigur malaysiski uttanríkisráðharrin Palli hjá Marionnu, sáli, var tiltikin fiskiskipari, og man hann við at baksast og stríðast hava drigið mangan fiskastertin á dekkið. Palli man eins og onkur annar fiskigarpur hava verið bæði álit og stuðul hjá J. F. Kjølbro. Jú, tá var tíðin øðrvísi. Um ikki altíð góðar tíðir, so vóru tær spennandi og mennandi fyri Klaksvíkina. Palli hjá Marionnu hevur m.a. ført Borðoyarnes, sum J. F. Kjølbro lat byggja á Skála Skipasmiðju. Hetta var hildið at vera eitt stórt framstig og eitt megnartak í sínari tíð. Skipið hevur síðani verið á fleiri reiðarahondum. Tað seinasta, eg havi frætt, er, at Borðoyarnes er til enn og skal vera í Godthåb í Grønlandi. Borðoyarnes er bygdur í 1967. Um onkur lesari ynskir at ogna sær tekning, kann hann venda sær til Jógvan Háfjall, tlf. 310345. Borðoyarnes KG 183 C M Y K 21 20 Hvønn dag: 7.00 - 23.00 SólBorg 8 min. bert kr. 20,- Støðlagøta 13 160 Argir í apríl manaði Sóltilboð