Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-17, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. apríl 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 73 - 17. apríl 2004 Nr. 73 - 17. apríl 2004 19 93-ára gamli Richard Jacobsen er helst tann mest áhugaverdi maðurin, sum eg nakrantíð havi møtt. So greiður er ein nólsoyingur á máli, tá Sosialurin kemur út til Nólsoyar henda frálíka várdag, nú talan fellur á Richard Jacobsen, bónda í Nólsoy SØGA Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Men hví siga nólsoyingar, at hesin maðurin er ein tann mest áhugaverdi, teir hava møtt? – Hann eigur tvær kanón- kúlur, sum Brillumaðurin skeyt inn á Tinganes fyri tvey hundrað árum síðani, fortelja nólsoyingar. Næsti spurningurin hjá blaðmanninum er uppfylgj- andi og leitandi eftir møgu- ligari stórsøgu: – Eru hesar kanónkúlur- nar tær einastu í Føroyum? Tað vita nólsoyingar ikki á standandi fóti, men teir halda, at hetta er vert hjá blaðmanninum at kanna. Blaðmaðurin hevur longu tikið støðu til, at her mann okkurt vera við áhuga fyri allar føroyingar. Klokkan er fimm seinna- partin, og vit hava verið í Nólsoy í minni enn ein tíma. Ein samrøða við tann áhugaverda Richard Jacob- sen er fingin í lag, men áðrenn tað fara vit at eta nátturða og ein túr á ta kendu Kaffistovuna. Seinni um kvøldið, klokkan níggju, eru vit bodnir inn í Kongsstovuna. Her býr tann 93-ára gamli Richard Jacobsen, sum sambært nólsoyingum ligg- ur inni við áhugaverdum skatti. Vit banka upp á dyrnar, og Richard Jacobsen tekur ímóti. Hann er bæði blíður, róligur, og vælgongdur maður, glaður fyri at fáa vitjan. Vit seta okkum inn í stov- una, har eitt stórt og stási- ligt bornholmara-ur stendur í krókinum. Richard býður okkum sess, og vit seta bandupptakaran í gongd og fregnast um kanónkúlurnar. – Eg havi tvær kanón- kúlur uppi á loftinum, sum vóru skotnar inn á Havnina fyri einum tvey hundrað árum síðani, sigur Richard, glaður fyri at fortelja, og hann bíðar tolin eftir næsta spurningi. Vit hugsa við okkum sjálvum, at tað hevði ikki verið av vegnum at sloppið at sæð hesar kanónkúl- urnar. – Skal eg fara eftir teim- um, spyr Richard eftir at tað hevði verið tøgn eina løtu, meðan menn hugsaðu um hesar góðu kúlur. Og so fer Richard, við sínum 93 árum, hóvliga til gongu upp á loftið eftir tí, sum vit eru komnir fyri at práta um. Tað gongur ikki meir enn ein løta, so er Richard aftur í stovuni, hesuferð við eini kanón- kúlu í hvør síni hond. – Hetta eru tær. Hesar báðar kanónkúlurnar skeyt tann tiltikni Brillumaðurin inn ímóti Tinganes, tá hann í 1808 rændi Havnina, sigur Richard um hesar søguligu kúlur, sum hann hevur liggjandi. Spurningurin er so, hví kúlurnar eru endaðar úti í Nólsoy í Kongsstovu hjá Richard Jacobsen. Tá sigur Richard, meðan hann peik- ar á eina kistu aftan fyri okkum, at kúlurnar komu til oynna í hasi kistuni. – Men fólkini vistu ikki av, at tvær kanónkúlur vóru í kistuni, tá tey sigldu til Nólsoyar við henni, sigur Richard flennandi. – Tað bar soleiðis til, at ein kista stóð á loftinum í Tinganesi í 1808, tá Brillu- maðurin leyp á Havnina. Kanónkúlur vóru skotnar inn ímóti Tinganesi, og ikki minni enn tvær av hesum kanónkúlunum eru dotnar niður ígjøgnum takið og ígjøgnum lokið á kistuni, har tær síðani vóru liggj- andi, sigur Richard. – Seinni í árinum hendi so tað, at ein Atoniusdatter úr Nólsoy skuldi giftast. Mamman og hon fóru tískil til Havnar at keypa klæði til brúðleypið. Tær keypa eina kistu við brotnum loki at leggja klæðini í og fóru so aftur til Nólsoyar, spentar upp á brúðleypið, fortelur Richard, um hvussu kistan kom út til oynna. – Fólk sóu sjálvandi, at lokið var brotið, men tað sum tey ikki vistu, var, at tvær kanónkúlur lógu á botni í kistuni, sigur Ric- hard smílandi. Komin út til Nólsoyar verður kistan førd til familjuhúsini, Kongsstov- una, og har hevur kistan so staðið hesi seinastu knapt tvey hundrað árini síðani 1808. Kistan hevur verið í familjuni hjá Richard Ja- cobsen alla hesa tíðina, og tískil eru kistan og kanón- kúlurnar ein partur av familjusøguni hjá Richard. 93-ára gamli Richard dylir ikki fyri, at hann er errin av kistuni og kanón- kúlunum hjá Brillumann- inum. Hann sigur seg ikki vita, hvussu nógv tær eru verdar, men sigur bert í Úti í Nólsoy: Eigur kanónkúlur hjá Brillumanninum hesum sambandi, at tær verða verandi í familjuni. – Nei, eg fari ikki at selja kanónkúlurnar, tað ætlaði eg so vist ikki, svarar Ric- hard læandi til spurningin um prís og sølu. Spurdur um fólk ikki hava undrast á hesar kanón- kúlurnar fyrr, og um tær ikki hava verið nevndar í fjølmiðlunum, sigur Ric- hard Jacobsen, at onki tílíkt hóvasták hevur verið burtur úr kistuni og kúlunum. - Hetta hevur ikki verið í bløðunum fyrr. Ongin tíð- indamaður hevur verið og fregnast. Tað var ikki fyrr enn tú komst út til Nólsoyar at práta, sigur Richard. Tað er óvist, um hesar kanónkúlurnar hjá Brillu- manninum eru tær einastu í Føroyum, ella um fleiri av slagnum finnast onku- staðni. Brillumaðurin var bretskur kapari, sum rændi handilin í Havnini í árinum 1808, og sum eisini legði ymsar slóðir eftir sær, millum annað kanónkúlur- nar. Onkur nólsoyingur er tó bráður á máli, tá spurt verður, um hetta munnu vera tær einastu í Føroyum. – Hetta eru helst tær einastu í allari verðini, siga teir við einum smíli. Tað kann hugsast, at onk- ur føroyingur, sum situr har úti, hevur onkrar rundar loyvdir frá Brillumannin- um liggjandi á loftinum, sum viðkomandi hevur hug at vísa fram. Ella kanska er onkur serkønur har úti, sum hevur fingið íblástur til eitt fitt petti av gransking um tvey hundrað ára gamlar kanónkúlur. Men inntil tá eru tað kanónkúlurnar hjá Richard Jacobsen úti í Nólsoy, sum eiga heiðurin sum tær einastu, ið menn vita um. Ein ávís Atoniusdatter úr Nólsoy skuldi giftast, so mamman og hon fóru til Havnar at keypa klæði til brúðleypið. Tær keypa eina kistu við brotnum loki at leggja klæðini í og fóru so aftur til Nólsoyar, spentar upp á brúðleypið, sigur Richard um, hvussu kistan við kanónkúlunum kom út til oynna Hesar báðar kanónkúlurnar skeyt tann tiltikni Brillumaðurin inn ímóti Tinganes, tá hann í 1808 rændi Havnina, sigur Richard Jacobsen um hesar søguligu kúlur, sum hann hevur liggjandi Longi hevur verið tosað um ætlaðu handilsmiðstøðina í Klaksvík, men tað hevur verið sera tor- ført at fáa nakað at ítøkiligt at vita um ætlanina. Sum Sosial- urin skilir, tekur fyri- reikingararbeiðið nógva tíð, tí verkætl- anin er so umfatandi HANDILSMIÐSTØÐ Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Verkætlanin við handilsmiðstøðini er ikki ein kommunal verkætlan. Tað eru privatpersónar, sum eru í gongd við hana. Privatpersónar, sum eru sera varnir við at úttala seg, tí nógvir leysir endar eru enn. Sum skilst, so hevur fe- lagið fingið trý tilboð upp á verkætlanina. Eitt av teim- um tilboðunum var ov høgt, meðan tvey av teimum sita teir og arbeiða við. Hetta tekur nakað av tíð, tí spurn- ingar skulu setast viðvíkj- andi tilboðunum, og tað skulu tilboðsgevararnir eis- ini hava stundir til at ar- beiða við. Við síðuna av hesum verður eisini arbeitt við at finna íleggjarar og fígging til verkætlanina, sum, tá alt verður tikið við, verður mett at koma at kosta um 100 milliónir krónur. Trý stig Verkætlanin koyrir í løtuni í trimum stigum. Fyri góðari viku síðani varð umsókn send inn um fígging, leitað verður eftir íleggjarum og tilboðini kannað, sam- stundis sum leigarar til miðstøðina eisini skulu finnast. Handilsmiðstøðin skal standa við Sandin, har eini 100.000 rúmmetrar av gróti skulu fyllast í, áðrenn sjálv byggingin av miðstøðini kann byrja. Hetta arbeiðið fer væntandi í gongd um einar tveir mánaðir. Gongur hetta, sum tað skal, so verður klárt at byggja har einaferð í sep- tember, sum borgarstjórin Steinbjørn Jacobsen hevur skilt. Nógvar verkætlanir liggja fyri framman í Klaksvík nú undirsjóvar- tunnilin av sonnum fer í gongd. Týsdagin verður so full styrki sett á arbeiðið, tá fyrsta skotið borðoyarmeg- in verður latið av. Tað allarfyrsta grótið, sum kemur úr tunlinum fer til arbeiðsøkið uppi við bátahylin í Borðoyavík. Síðani skal nakað av grótið út um Norðborg, har eitt øki til bingjur og bygningar skal gerast. Síðani verður farið í holt við miðbýin og økið har, handilsmiðstøðin skal standa. Tíðarneyð Borgarstjórin sigur, at með- an fylt verður við bátahylin og uttan fyri Norðborg, fer kommunan í gongd við at taka upp við Sandin, so- leiðis at tað verður klárt at fylla í, tá hitt er liðugt. Og hann ásannar, at tað er við nakað av tíðarneyð, at alt hetta fer í gongd. – Men árstíðin til at flyta grót og gera alt hetta ar- beiði er við okkum, og so er bara at vóna, at aðrar forð- ingar ikki fara at verða. Tí um handilsmiðstøðin skal verða veruleiki, tá tunnilin verður liðugur, so má og skal tað helst farast í gongd við byggiarbeiðið so skjótt sum tilber, sigur Steinbjørn Jacobsen. Um hetta fer at eydnast, ber ikki til at siga í dag. Men veruleikin er so hann, at týsdagin verður fyrsta skotið borðoyarmegin latið av, samstundis sum hand- ilsmiðstøðin er í einari bíðistøðu. Og so er spurn- ingurin, um fígging verður latin, um alt grótið er kom- ið uppá pláss við Sandin og um alt annað fellur upp á pláss viðvíkjandi hesi verk- ætlan í nóg góðari tíð. Handilsmiðstøð í bíðistøðu Ein tekning yvir hvussu økið við Sandin í Klaksvík fer at sígga út, tá handilsmiðstøðin er liðug Tekning: Kl. býráð TÍÐINDASKRIV Aftur í ár skipar Eysturoyar gongufelag fyri túrum ymsastaðni í Føroyum. Túrarnir í ár verða fjøl- broyttir, bæði lættir og tungir. Á skránni eru um- leið 2 túrar um mánaðin. Byrjað varð longu hin 21. mars við einum spákingar- túri í Gøtu, har gingið varð úr Syðrugøtu til Norðra- gøtu. Við á hesum fyrsta túrinum vóru umleið 70 fólk. Limatalið í Gongufelag- num er umleið 150 húski, og øll kunnu gerast limir við at venda sær til eina av kunningarstovunum í oynni. Næsti túrurin í ár verður komandi sunnudag 18. apríl. Hetta er ein lættur spákingartúrur á Strondum. Hilmar Kass verður frá- søgumaður. Aftaná túrin verður ein kaffimunnur at fáa í Bygdarhúsinum á Strondum. Henda dagin møtast gongufólkini kl. 14.00 á Hulki. Tey, sum eru áhugaði at gerast limir, kunnu eisini møta, og tekna seg á staðnum. Faldari um túrarnar kann fáast við at venda sær til Kunningarstovurnar í oynni: Kunningarstovan í Fugla- firði, tlf.444860 t-postur: infoey-f@post.olivant.fo Kunningarstovan í Runavík tlf. 449449 t-postur: infoey-r@post.olivant.fo Eysturoyar gongufelag 2004 Gongufelagið er bæði fyri yngri og eldri Tikið myndina hevur: Óli Simonsen C M Y K 19 18