Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-17, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. apríl 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 73 - 17. apríl 2004 Nr. 73 - 17. apríl 2004 17 – Ì síðsta enda er tað fíggjarligi og tekniski váðin við einari boring samanborið við møguleikan at finna størri nøgdir av kolvetn, sum drívir leitingina eftir kolvetni. À føroysk- um øki meta vit at tað er møguleiki fyri stórum fundum - men av tí at fíggjarligi váðin er stórur fer framtíðar leiting at vera merkt av varsemi, um vit sam- anbera við tað fyrsta leitiskeiðið segði Sigurd í Jákupsstovu, stjóri m.a. á Olju- tinginum í vikuni OLJUTING Jan Müller Bert ein evarska lítil partur av føroyska landgrunninum er kannaður. Tí ber ikki til at gera nakra endaliga nið- urstøðu um, antin olja og gass finnast í undirgrundini ella ikki. Fleiri øki á land- grunninum síggja áhuga- verd út og er ikki ómøguligt at gera heilt stór fund, eitt nú fund, sum líkjast tí risastóra Clairfeltinum vestan fyri Hetland. Hetta var ein av áhugaverdu nið- urstøðunum í Oljutingin- um, sum varð hildið í Lista- skálanum mikukvøldið. Sigurd í Jákupsstovu, stjóri á Oljufyristingini og Jarð- frøðissavninum var rætti- liga positivur og bjart- skygdur, tá hann umrøddi framtíðar leitingina við Føroyar og her við serligum atliti til 2. útbjóðingarum- far, sum verður latið upp í næstum. Tað er áhugavert fyri al- tjóða oljuheimin, tá saman- bering verður gjørd við stóra Clairfeltið hinumegin markið. At ovasti myndug- leikin á oljuøkinum her heim letur upp fyri møgu- leikanum at gera Clairlíkn- andi fund við Føroyar og tengir hetta saman við eini nýggjari útbjóðing er so avgjørt eitt áhugavert sign- al at senda út til altjóða oljuheimin. Ikki minst tí at tað eftir vánaligu boriúrslitini á landgrunninum hevur verið gitt og mett, at møguleikin fyri at gera stór fund við Føroyar er minkandi. Av tí at íløgur og váðin í eitt nýtt økið sum tað føroyska eru so stór hevur verið mett neyðugt at gera heilt stór fund fyri í heila tikið at fáa lønandi vinnu burtur úr. Tá nú Clair verður tikið uppá tungu og mett verður, at tað ikki er óhugsandi at gera so stór fund her eisini, so eiga vit at minnast til, at Clairoljuøkið, sum varð funnið vestan fyri Hetland seinast í 70 árunum, goymir umleið 6 milliardir tunnur av olju, og tað ger tað til eitt megafelt. Tað eru so gingin meira enn 20 ár uttan at olja er tikin upp men við nýggju tøknini er sett hol á Clair og fyrsta oljan rennur í heyst. Sigurd í Jákupsstovu nýtti annars høvið til at geva luttakarunum í tí fyrsta oljutinginum í ár eina rættiliga áhugaverda og gjølliga frágreiðing um komandi útbjóðing. 2. útbjóðing Hann vísti á, at endamálið við 2 útbjóðingarumfari er at at skapa grundarlag fyri framhaldandi leitivirksemi, ið hevur til endamáls at finna møguligt kolvetnistil- feingi í føroysku undir- grundini og at royna ymisk- ar leitimyndlar fyri at fjøl- tátta framtíðar kolvetnis- leiting Hann ásannaði, at talan er um eitt tøkniliga avbjóðandi øki við basalti, djúpum vatni og harðbaln- um veðurlag. Av tí at føroyska økið sum heild er lítið kannað eru møguleikar fyri stórum fundum. 7 feløg hava peik- að á øki sum hesi halda vera áhugaverd og hesar metingar samsvara væl við metingarnar hjá føroysku myndugleikunum og tí verður mælt til at bjóða alt tað nomineraða økið út til kolvetnisleiting. Hann vísti á, at tað er ikki bara í vídd at munur er á – eisini tá tað kemur til hvørjar partar av jarðfrøðiligu fláasúluni er stórur munur, tvs. aldurin á jarð løgunum, har leitað verður eftir olju og gassi. Hetlandsmegin eru fund gjørd í jarðløgum í ymsum alduri – Clair er í løgum, sum eru 300-400 mill. ára gomul og Foinhaven og Schiahallion eru funnin í nógv yngru løgum, 50 ára gomul. Og taka vit leiting- ina higartil á føroyaøkin- um, so hava vit bert verið eftir teimum yngru løgun- um. Ótal av møguleikum – Vit hava sagt tað so oftani fyrr, men eg sigi tað aftur, at hóast fyrstu boringarnar ikki góvu væntaða úrslitið, so er neyðugt at leggja dent á, at teir 4 brunnarnir, sum eru boraðir, eru boraðir í sama bassengi, – Judd bassenginum – og at leiti- myndlarnir, sum lógu til grund fyri boringunum, vóru ógvuliga líkir. Tað er enn eitt ótal av møguleik- um, sum kunnu troytast - men vit hava nakrar ser- stakar trupulleikar við tað at meginparturin av før- oyska økinum er fjalt av basalti í ymiskari tjúkd. Basalt hevur tann óhepna eginleika, at seismiskar bylgjur hava ringt við at treinga ígjøgnum soleiðis at ein mynd kann fáast av jarðløgunum undir, heldur verða bylgjurnar reflekter- aðar og spjaddar av basalt- inum. Her verða tó tøknilig framstig gjørd, sum geva okkum vónir um, at hesin trupulleikin verður mink- aður. Ein fyritreyt fyri at plasera eina boring rætt er álítandi seismikkur. Sigurd í Jákupsstovu vísti víðari á, at ein annar vansi við basalti er, at tað kann verða hart og drúgvt at bora ígjøgnum og hetta hevur so við sær, at ein boring inni á basaltøkinum vil verða lut- falsliga dýrari enn um einki basalt var. Men eisini innan boritøkni verða gjørd fram- stig, sum geva okkum vónir um, at tað fer at bera til at minka óvissuna við einari basaltboring so mikið, at hon verður veruleiki segði hann og legði aftrat: – Ì síðsta enda er tað fíggjarligi og tekniski váðin við einari boring saman- borið við møguleikan at finna størri nøgdir av kol- vetn, sum drívir leitingina eftir kolvetni. À føroyskum øki meta vit at tað er møguleiki fyri stórum fundum – men av tí at fíggjarligi váðin er stórur fer framtíðar leiting at vera merkt av varsemi, um vit samanbera við tað fyrsta leitiskeiðið. Áhugaverdir ryggir Stjórin á Oljufyrisitingini kunnaði eisini Oljutingið um áhugaverdu økini, sum verða partur av 2. Útbjóð- ing, eitt nú ryggir í undir- grundini og nevndi her East Faroe High, sum liggur paralelt við sjálvt markið nakað inni á landgrunnin- um. Ì summum førum eru hesir ryggir sjónligir á hav- botninum men í øðrum før- um er talan um undirjarð- iskar ryggir. Tað eru oftast slíkir, sum fanga áhugan hjá oljufeløgum, tí hetta er mest vanliga fellu slagið - sonevndar strukturellar fellur. Trupulleikin er tó, at omaná hesum liggja basalt- fláirnar og vit kenna lítið til tær djupri fláirnar. Her er tað at vit kunnu brúka upp- lýsingar hetlandsmeðni frá – tað kann kanska liggja eitt Clair undir her vísti Jákup í Jákupsstovu á. Hann vísti síðani á tað stóra økið, sum feløgini Á Oljutinginum í vikuni greiddi stjórin á Oljufyri- sitingini, Sigurd í Ják- upsstovu eisini frá fyrsta útbjóðingarumfarinum. Í fyrsta útbjóðingar- umfari vóru 7 loyvi latin til leiting eftir og fram- leiðslu av kolvetnum. Fýra 6 ára loyvi vórðu latin í landssynnings- horninum, har leiting stórt sæð ikki er tarnað av basaltfláum. Hetta økið er eisini nær við framleiðandi oljukeld- urnar bretsku megin markið, og oljufeløgini høvdu nógva vitan um hetta økið longu áðrenn tað var boðið út. Tað varð framman- undan greitt, at kapping fór at vera um júst hesar teigar og tí fekst ein samlað arbeiðsætlan fyri loyvini, ið fevndi um 8 fastar brunnar, umframt seismiskar kanningar. Hini 3 loyvini vórðu latin í økjum uttan fyri Judd basengið, har basalt í ymiskari tjúkd fjalir legugrýtið. Hetta vóru 9 ára loyvi við avtalum um arbeiðsskráir fyri tey fyrstu 3 árini, har loyvis- havararnir skuldu gera ymiskar jarðalisfrøðilig- ar kanningar, sum ætl- andi kundi føra til avgerð um at fara undir leitibor- ingar í hesum økjum. Arbeiðsskráirnar eru síðan longdar við ávíka- víst 2 og 3 árum, hareftir ein avgerð um boring skal takast. Úrslit av leitiboringum 4 brunnar eru boraðir til nú, ein fyri hvønn loyvis- hava við 6 ára loyvi, teir tríggir í 2001 og ein í 2003. Úrslit av boring- unum eru, at spor og smærri nøgdir av kol- vetni vóru funnar í ávíkavíst Statoil og BP boringini. Í Amerada Hess boringini vóru ávíst kolvetni í niðari part av tí Tertieru fláasúluni. Kol- vetni var ikki staðfest í ENI boringin í summar. Eingin boring verður í 2004 m.a. tí at oljufel- øgini eru í holt við at viðgera nýggj kanningar- úrslit. Oljutingið, sum er áhugafelag hjá teimum, sum eru við í ella fylgja við oljutilgongdini í Føroyum, skipar javnan fyri fundum, har tann sosiali parturin við einum góðum bita og práti eisini hevur stóran týdning Mynd Jan Müller Møguligt at gera risastór fund við Føroyar Fyrsta útbjóðingarumfar Sigurd í Jákupsstovu, stjóri á Oljufyrisitingini helt áhugaverdan fyrilestur á Oljutinginum í Listaskálanum í vikuni. Mynd Jan Müller hava peikað á og sum eisini er í uppskoti at bjóða út. Samanbera vit tað við fyrstu útbjóðingina so fer hetta økið eitt sindur longur vestur og eisini norður um 62 stig umframt at 2 smærri økir á Wyville Thompson ella Banka rygginum og Ymirrygginum eru tikin við. Orsøkir Um orsøkirnar fyri tilmæl- inum frá Oljufyrisiting og Jarðfrøðissavni um at bjóða út hesi øki í 2. Rundu segði Sigurd í Jákupsstovu m.a. vera: • at royna ymiskar leiti- myndlar fyri at fjøltátta framtíðar kolvetnisleiting • at eggja oljufeløgunum til framhaldandi at taka á seg tøkniligar avbjóðing- ar, sum kunnu lýsa útlit- ini fyri at finna kolvetni á føroyska økinum, sum frá líður • at fáa oljufeløgini at gagnnýta jarðalisfrøði- ligu dáturnar, sum eru tøkar • at fáa nyttu burtur úr tí vitan, sum er og verður tøk í sambandi við olju- leitingina bretsku megin markið Hann nevndi so eisini nøk- ur øki, íroknað smáu, ein- støku økini á Bankaryggin- um og Ymirrygginum sunnanfyri og í útsuðri, sýna stórar hevjaðar vendur við basalti tætt uppi undir havbotninum. Hesi øki eiga at verða gjølligari kannað. Skal hetta gerast, má nýggj tøkni takast í nýtslu til at fáa upplýsingar um fláirnar undir basaltinum. Verða tøknilig nýbrot gjørd á hesum bógvi, kunnu leiti- boringar á tílíkum økjum gerast møguligar í framtíð- ini. Treytir Jákup í Jákupsstovu kom so eisini inn á treytirnar fyri luttøku í nýggju útbjóðing- ini og segði, at tá arbeiðið við at fyrireika eitt nýtt útbjóðingarumfar byrjar, verða treytirnar sum eru galdandi fyri undanfarin umfør endurskoðaðar, og mett verður um, hvørt tað eru viðurskifti, sum skulu broytast. Tað er tó greitt, at tað ikki eru tær stóru broyting- ar gjørdar í treytunum í mun til fyrsta útbjóðingar- umfar. Mett er um hvørjir møguleikar liggja fyri olju- fundum á okkara øki, og hugt er eftir hvørjar treytir økið kann bera. Tá Føroyar fara undir eitt nýtt loyvis- umfar vil tað altíð verða í kapping við onnur lond, sum eisini bjóða oljuídnað- inum, at leita eftir olju hjá teimum. Tí er alneyðugt at meta um hvørt okkara treytir eru kappingarførar við tær hjá t.d. okkara grannalondum. Umboð fyri Oljufyrisitingina hava í hesum arbeiði havt fund við bæði FOIB og olju- vinnubólkin hjá Vinnuhús- inum, fyri at hoyra teirra meting um treytirnar, og er tað fatanin hjá Oljufyrisit- ingini, at tey ikki meta at treytirnar at verða órímilig- ar. Loyvisskipan Størsta broytingin er gjørd í sjálvari loyvisskipanini, har valt er at gera eina einfalda og liðiliga loyvisskipan, við einum slagi av loyvum, har landsstýrismaðurin veitir loyvi, sum áseta hvussu loyvisskeiðið er skipað - t.d. um at avtalaðir verða sokallaðir varðar á vegnum, sum definera hvørjar skyld- ur oljufeløgini skulu lúka til eina ávísa tíð. Á henda hátt verður loyvislongdin saman við arbeiðsskránni eitt eyka punkt, sum mynd- ugleikarnir kunnu samráð- ast við oljufeløgini um, tá loyvisumsóknirnar verða viðgjørdar. Arbeiðsskrá Sigurd í Jákupsstovu metti, at tað er sjálvandi ilt at siga nakað um, hvat slag av arbeiðsskráum vit kunnu vænta okkum, men hann gjørdi greitt, at vit ikki eru í somu støðu, sum undan fyrsta loyvisumfari, tá olju- feløgini næstan stóu í bíði- røð fyri at sleppa framat at bora í landssynnings-horn- inum av landgrunninum. Økið er enn at meta sum eitt frontier øki, og tað passar so inn í porteføljuna hjá ávísum oljufeløgum. Og tað eru hesi feløg vit skulu hava fatur í. Føroysk luttøka – skattur – tíðarætlan Hann kom eisini inn á treytirnar fyri føroyskari luttøku og segði, at tær verða óbroyttar. Tað sama verða fíggjartreytirnar. Samanborið við skattaskipanir í øðrum londum, so er okkara skattaskipan við einum maksimum skatti á 57% - tá allir 3 skattirnir verða tiknir við – ikki órímilig metti hann. Gongst sum ætlað og tingið fær avgreitt lógina í vár so verður boðið út í juni og skulu umsóknirnar verða inni í sept/oktober. Loyvini verða so latin um árskiftið. Sigurd í Jákupsstovu nevndi eisini tær báðar bor- ingarnar, sum verða hinu- megin markið í summar. Úrslitið av teimum kann ávirka okkara útbjóðingar- umfar. Hvat viðvíkur virk- semi her hjá okkum í næstu framtíð, so verða seismisk- ar og jarðalisfrøðiligar kanningar gjørdar við møguleika fyri boringum seinni. Um kappingin um økini gerst nóg høg kann hugast, at vit fáa avtalu um boring beinanvegin. Men møguliga verður talan í fyrstu syftu um kanningar, sum so kunnu enda við bor- ingum. Fakfeløg, sum hava fólk í arbeiði hjá Tórshavnar Komm- unu, kravdu svar frá Býráðnum í gjár, men tey fáa ikki svar, fyrr- enn fyrst í komandu viku SÁTTMÁLA- VIÐURSKIFTI Áki Bertholdsen aki@sosialurin Fakfeløgini, sum hava fólk í arbeiði hjá Tórshavnar Kommunu, geva nú bý- ráðnum knívin á barkan. Nú um páskini hava tey sent Tórshavnar Kommunu eitt skriv um viðurskiftini hjá teimum, sum arbeiða hjá Tórshavnar kommunu. Tey kravdu at fáa svar aftur í gjár, fríggjadagin Fingu tey ikki svar, var tað at meta sum sáttmála- loysi. Og tá ið ongin sátt- máli er, fara arbeiðsfólk til húsar. Men tey fingu ikki svar í gjár. Jan Christiansen, borgar- stjóri í Havn, sigur, at tey fingu ikki brævið frá fak- feløgunum, fyrrenn týsdag- in og av tí at talan er um løgfrøðiligar spurningar, má býráðið hava nakrar dagar at viðgera málið í. Sostatt fáa feløgini ikki svar, fyrrenn fyrst í kom- andi viku, sigur borgar- stjórin. Skulu binda seg Tað er trætan um rættindini hjá starvsfólkinum hjá kommununi at fara at fylgja líki og at fara heilsuørindi í arbeiðstíðini, sum spøkir aftur. Tað eru bara Starvs- mannafelagið og Pedagog- felagið, sum hava bein- leiðis sáttmála við býráðið. Men harumframt eru níggju onnur fakfeløg, sum hava fólk í starvi hjá Tórs- havnar Kommunu. Tey hava verið lønt eftir øðrum sáttmálum, eitt nú ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafeløg og ímillum fakfeløg og fíggj- armálaráðið o.s.fr. Men fakfeløgini siga, at brævaskiftið í sambandi við rættin hjá starvsfólki í kommununi at gera heilsu- ørindi og at fylgja líki í ar- beiðstíðini, bendir á, at bý- ráðið ikki kennir seg bund- ið av øðrum sáttmálum, enn tí við Starvsmannafel- agið og Pedagogfelagið. Og nú krevja fakfeløgini, at Tórshavnar Kommuna váttaði í seinasta lagi í gjár, um hon kennir seg bundna av øðrum sáttmálum, enn teimum, sum kommunan sjálv hevur gjørt við Starvsmannafelagið og Føroya Pedagogfelag. Viðurkennir Býráðið ikki, at tað er bundið av øllum hinum sáttmálunum, staðfesta feløgini, at so er sáttmálaloysi á øllum økj- um, uttan hjá Starvs- mannafelagnum og Føroya Pedagogfelag. Gunnleivur Dalsgarð, sum er talsmaður hjá fak- feløgunum, vil ikki siga um tað merkir, at fólkið fer í verkfall. – Men tað plagar at vera so, at tá ið ongin sáttmáli er, kann fólki heldur ikki vera til arbeiðis, sigur hann. Talan er um hesar starvs- bólkar, sum sosatt fara í verkfall: Havnar Arbeiðsmanna- felag, Havnar Arbeiðs- kvinnufelag, Føroya Verk- frøðingafelag, Føroya Byggifrøðingafelag, Felag- ið Føroyskir Sjúkrarøktar- frøðingar, Magistarafelag Føroya, BLF, Havnar Handverkarafelag og Føroya Lærarafelag. Fylgja sáttmálanum Men hann skilir ikki trupul- leikan, tí býráðið fylgir teimum sáttmálum, sum ymsir starvsbólkar hjá býráðnum hava við onnur, enn sjálva kommununa og tað hevur kommunan altíð gjørt, sigur hann. Men hvussu støðan verð- ur hjá kommununi veldst um, hvussu býráðið fer at svara fakfeløgunum. Gunnleivur Dalsgarð, segði fyrrapartin í gjár, at tey høvdu ikki fingið boð um, at býráðið ikki fór at svara til tíðina. Hann helt ikki at tað var hóskandi, at feløgini skuldu boð umvegis Sosialin. Hann dugdi tí ikki at siga, um fakfeløgini fóru at halda fast um tíðarfreistina, ella um tey fóru at lata sær lynda, at bíða til í komandi viku. – Men tað týdningar- mesta er væl, at vit fáa eitt svar, segði Gunnleivur Dalsgarð. Starvsfólk hjá Tórshavnar Kommunu hótta við verkfalli Umboð fyri Atlants Kolvetni og Føroya Kolvetni fylgdu væl við í oljutinginum Millum áhoyrarnar í Oljutinginum var eisini ein gamal kenningur í oljuhøpi, nevniliga fyrrverandi aðalstjórin í Oljumálaráðnum, Herálvur Joensen. Her fær hann eitt prát við stjóran hjá BP, Hjarnar Djurhuus. Mynd Jan Müller Nógv fólk høvdu leitað sær í Listaskálan at fylgja komandi oljutilgongdini Mynd Jan Müller C M Y K 17 16