Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. apríl 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 73 - 17. apríl 2004 15 Vælumtókta FHS- útbúgvingin verður nú sum hin fyrsta føroyska miðnáms- útbúgvingin bjóðað út sum fjarlestur. Tað er Føroya Handilsskúli á Kambsdali, sum hevur tikið stig til verkætlanina, ið Amerada Hess og BP-Amoco hava stuðlað fíggjarliga ÚTBÚGVING Tíðindaskriv Tey, sum áður hava verið foraði at taka eina mið- námsútbúgving ella part- ar av einari, hava nú fingið ein nýggjan møguleika. Komandi skúlaár fer Føroya Handilsskúli á Kambsdali nevniliga at bjóða FHS stakgreinir sum fjarlestur. Ætlanin er at bjóða fýra ella fimm lærugreinir út um árið, og harvið skapa møgu- leika at taka fulla FHS útbúgving sum fjarlestur eftir tveimum árum. Higartil hava Amerada Hess og BP Amoco veitt fíggjarligan stuðul til verkætlanina, og hevur hetta gjørt tað møguligt at fara í gongd eftir summarsteðgin. Miðnámsskúli til øll Við verkætlanini hava øll ein veruligan møguleika at taka eina føroyska miðnámsútbúgving. Ætl- anin er at røkka einum málbólki í føroyska sam- felagnum, sum í dag ikki hevur góðar møguleikar at koma á miðnámsskúla. Hetta kunnu t.d. vera fólk á útoyggj ella fólk, sum, vegna arbeiðsstøður ella sosialar og fysiskar umstøður, ikki hava møguleika at fara á mið- námsskúla. Eisini er hetta ein góð- ur møguleiki hjá handils- og skrivstovulærlingum, sum ikki hava FHS frammanundan, at taka kravdu lærugreinirnar. Hetta kunnu t.d. vera lærlingar við øðrum mið- námsútbúgvingum ella 10. flokki. FHS vælegnað FHS er ein 1 ára mið- námsútbúgving, sum er grundarlagið undir eini 2 ára handils-gymnasialari útbúgving. FHS útbúgv- ingin er somuleiðis ástøðiligur partur av handils- ella skrivstovu- læru. T.v.s. at eftir eitt lokið FHS prógv kanst tú fara í læru, fara víðari á HH ella steðga á og framvegis hava eina før- leikagevandi útbúgving. FHS hevur somuleiðis lærugreinir, sum eru við- komandi fyri nógvar ym- iskar málbólkar í sam- felagnum. T.d. Virkisbú- skap, ið fyrst og fremst snýr seg um bókhald og roknskap, Marknaðar- førslu, sum er um sølu og tænastu og Kunningar- tøkni. Harafturat eru meiri almennar læru- greinir sum Enskt, Før- oyskt, Støddfrøði og Samfelagslæra. Fjarlesturin verður fyriskipaður sum stak- greinalestur. T.v.s., at næmingar skulu til próvtøku í øllum læru- greinum. Hetta gevur møguleikar fyri at tillaga samlaða útbúgvingar- skeiðið og valið av læru- greinum hjá hvørjum ein-støkum eftir tørvi. Nýggjar leiðir Fjarlestur er í stórari menning og útbúgvingar- tilboðini floyma yvir okkum. Skúlin metir tað hava týdning, at eisini hesin útbúgvingarmøgu- leiki verður mentur í Før- oyum, so føroyingar eru førir fyri at veita føroy- ingum útbúgving við fjarlestri. Við hesi verk- ætlan vónar Føroya Handilsskúli at menna hendan førleika. Treytin fyri upptøku er nøktandi 9./10. floks- prógv. Tað er ein fyri- munur at hava viðkom- andi starvsroyndir og kunnleika til teld. Umsóknarbløð og nærri kunning fáast við at venda sær til Føroya Handilsskúla á Kambsdali á 444 900 ella fh@kambsdal.olivant.fo, og á heimasíðu skúlans, sum er www.fh.fo. Um- sóknarfreistin er 4. juni 2004. Gekk alt eftir vild, festu fólk frá P/F Fiskaaling og Eystlaks í gjár ein sonevndan søkkring upp í eina alinót á norðara armi í Funningsfirði. Arbeiðið er liður í eini størri verkætlan, ið Fiskaaling fremur í samstarv við Knud Simonsen og Oystein Patursson frá Náttúruvísindadeild Fróðskaparsetursins, trol og nótavirkið Vónina, KJ-Hydraulik og Eystlaks, ið skal gera tað møguligt at ala á økjum við nógvum streymi og stórari aldu ALING Tíðindaskriv Stutt fyri páskir vóru menn frá P/F Fiskaaling saman við fólki frá m.ø. Vónini og KJ-Hydralik í holt við at gera ein 132 metra søkk- ring á kaiøkinum í Funn- ingsfirði. Søkkringurin bleiv gjørdur úr rørum og blivu gamlir veirar nýttir sum søkk. Ringurin skal brúkast sum søkk fyri at halda botninum á einari alinót niðri og nótina útspenta, so fiskurin hóast streym hevur so stóra rúmd sum gjørligt og skal harvið gera tað møguligt at ala á økjum við nógvum streymi og stórari aldu. Á nótini verða trýstmátarar festir, ið kunnu geva upplýsingar um, hvussu nót og botnur á nótini við søkkringi »bera seg« í streymi og aldu- gangi. Á botninum undir alibrúkinum verður ein mátari lagdur, ið loypandi kann geva upplýsingar um aldu og streym, soleiðis at granskararnir við vissu kunnu vita, hvussu alinótin ber seg við ymsari streym- ferð og ymiskari alduhædd. Streym- og aldumátarin er fíggjaður av oljufelagnum BP, ið saman við luttakar- unum eisini fíggjar megin- partin av søkkringinum og hesum ítøkiliga partinum av verkætlanini. Fiskaaling og fleiri onnur feløg hava áður roynt ymisk snið av søkkringum úr ymsum tilfari og við ymsari vekt. Sumt hevur greitt eydnast betur enn annað, men hetta er so fyrstu ferð, ið royndir verða gjørdar við hesum tilfari og at farið verður fram á vís- indarligan hátt, soleiðis at álítandi skrásetingar kunnu latast øðrum og brúkast sum grundarlag undir víð- ari menning av útgerðini. Royndin skal ætlandi vísa, hvussu nógv ið krevst av søkkringinum sjálvum og av forsterkningum av nót- ini, togum og øðrum tilfari. Útgerðin verður í fyrstu atløgu roynd uttan fisk, skuldi hon ikki hildið, seinni er so ætlanin at ar- beiða víðari við aliringum við fiski í og við tíðini eisini við tyngri søkkring- um enn teimum 18 kg pr. metur, ið verða brúkt hesu- ferð. Henda verkætlan byggir á modellroyndir, ið vóru gjørdar av Øystein Patur- son og Knud Simonsen í royndarbrunninum hjá Vónini í Fuglafirði. Hesar royndir góvu sera áhuga- verdar og virðismiklar upplýsingar um, hvussu nógv streymur við ymsari ferð minkar um rúmdina í einari alinót. Men ikki fyrr enn modellroyndirnar verða yvirførdar til tað veruliga lívið fæst at vita, hvussu væl hetta samsvarar við modellroyndirnar, og hvat ið krevst av einum søkkringi og einari alinót við søkkringi, ið stendur í nógvum streymi og aldu- gangi. Eisini hava somu granskarar gjøgnum eitt tíðarskeið gjørt sera áhugaverdar royndir á ali- økinum hjá Gulanum á Glyvursnesi og hjá Eyst- laks í Funningsirði, har trýstmátarar hava verið festir á alinótir fyri at kanna ávirkanina á nótina av streymi. Í hesi granskingarverk- ætlan eru tríggir vinnuligir samstarvsfelagar Eystlaks, Vónin og KJ-Hydraulik, ið saman við BP eru við til at fíggja hana og hava teir víst sera stóran vilja og áhuga fyri at menna loysnir, ið kunnu vera við til at betra um tøknina, ið verður nýtt innan aling á streyma- sjógvi. Føroysk miðnáms- útbúgving á netið Menn frá Fiskaaling saman við fólki eitt nú frá Vónini og KJ-Hydralik hava verið í holt við at gera ein 132 metra langan søkkring á kaiøkinum í Funningsfirði. Søkkringurin bleiv gjørdur úr rørum og blivu gamlir veirar nýttir sum søkk Fiskaaling ger royndir á streymasjógvi 15 14 Nr. 73 - 17. apríl 2004 Útvarps- stjórin heldur flaggdags- røðuna Sunnudagin, 25. apríl verður vanliga flagg- dagshaldið í Havn, og aftur hesaferð er tað Havnar Hornorkestur, sum skipar fyri. Byrjað verður sum vant kl. 15.00, tá Horno- rkestrið gongur á odda fyri skótaliðunum í skrúðgonguni oman á Vaglið, har Høgni Jen- sen vegna Hornorkestr- ið býður gestunum væl- komin. Eftir at nakrir sangir verða spældir, er tað so flaggdagsrøðan, sum er á skránni, og verður tað í ár Jógvan Jespersen, útvarpsstjóri, sum skal halda hesa. -jm Konsert flaggdagin Klokkan 19 flaggdagin hava Havnar Hornork- estur og samanlagda orkestrið úr Sørvági og Vestmanna konsert í Sjónleikarhúsinum í Havn. Konsertin er liður í fyrireikingunum hjá Havnar Hornorkestri, sum í næstum fer til kapping í Glasgow,og verður skráin á kon- sertini tann sama, sum hon verður til kapping- ina í Skotlandi. Í tíðindaskrivi verður sagt, at konsertin í Sjón- leikarhúsinum byrjar klokkan 19, og at hildið verður í á leið ein tíma. -jm Nýggjur lesnaður til tey yngru Føroya Skúlabóka- grunnur hevur givið út nýggja lesivenjingar- bók, Vár Tað er Sólrún Michel- sen, sum hevur skrivað, og Astrid MacDonald hevur teknað. Hetta er onnur bókin í eini røð av ískoytislesi- bókum. Tann fyrsta bókin, Morgun, kom út í fjør. Tað serliga við hes- um bókunum er, at tær eru prentaðar í tveimum ymiskum útgávum. Onnur løtt lisin við ein- ari fjøður á permuni til næmingar, ið hava heldur ilt við at lesa, og hin miðal løtt við tveim- um fjaðrum á permuni til teir næmingar, ið hava lætt við at lesa. Vár er 26 blaðsíður til støddar og kastar 42 kr. Bókin fæst í sølubúðum kring landið. Hestprent hevur prentað og bundið inn. -jm Havnar Horn- orkestur til Glasgow Fyrst í hesum árinum fekk Havnar Hornork- estur innbjóðing til evropeisku hornorkest- urkappingina, sum verð- ur hildin í Glasgow í Skotlandi í døgunum 26. apríl til 2. mai. Tikið varð av innbjóð- ingini og farið verður úr Føroyum hósdagin 29. apríl og orkestrið við fylgi, verður aftur í Før- oyum mánadagin 3. mai. Ferðalagið telur 41 fólk, og 34 spælarar eru í orkestrinum. Vistfrøðilig vitjan Seinast í hesum mán- aðinum kemur Gunnar A. Gunnar- son úr Íslendska stovninum fyri vist- frøðiligar fram- leiðsluhættir á vitjan í Føroyum VISTFRØÐI Tíðindaskriv TÚN er íslendski stovnurin fyri vistfrøðiligar fram- leiðsluhættir, og í døgunum frá 26. apríl til 3. mai kem- ur Gunnar A. Gunnarson, stjóri, á Føroyavitjan. Í 1998 tók TÚN stig til at dagføra íslendska standard- in ájavnt við tann evrope- iska standardin. Vistfrøði- lig góðkenning er at sam- meta við ISO 9000- góð- kenningar har ein framleið- ari ella eitt virkið verður góðkent til at framleiða ella viðgera eftir vistfrøðiligum reglum. Flestu lond hava slíka góðkenningarstovu og summi fleiri. Hesir stovnar eru undir eftirliti av IFOAM sum er altjóða eft- irlitstovnur fyri vistfrøði- ligari framleiðslu. Ein vistfrøðilig góðkenning er ein góðkenning av arbeiðs- metodum sum eru eftir ávísum standardi og undir støðugum eftirliti. Fram- leiðari sum er góðkendur fær loyvi at merkja sínar vørur við búmerki frá tí stovni hann er góðkendur og undir eftirliti av. Føroyar og Grønland eru eftirbátar í hesum sam- bandi tí hesi lond hava ong- ar reglur ella standard fyri vistfrøðiligum framleiðslu- hættum. Heldur eingin er góðkendur í hesum lond- um. Tá TÚN tók stig til, at dagføra íslendska standard- in bjóðaðu teir føroyingum og grønlendingum við í eitt verkætlanarstamstarv sum síðani bleiv stuðla av NORA. Verkætlanin hevur síðani hildið á, til nú Íslend hevur fingið sín standard dagførdan ájavt við EU- standardin. Føroyingar og Grønlend- ingar hava framvegis ongan standard, men hava verið við í verkætlanini fyri at fáa innlit í hesi viðurskiftir. Ætlanin er at Føroyar í fyrstu atløgu gera samstarv við Íslendingar á økinum og um onkur føroyskur framleiðari ella virkið hevur áhuga í at útvega sær vistfrøðiliga góðkenning er ein møguleiki at samstarva við TÚN sum síðani góð- kennur viðkomandi. Fæst fíggjarligur stuðul er ætlanin at fáa títt ís- lendska standardin til før- oyskt mál. Tað var MBM sum tók av avbjóðingini frá TÚN og heitti síðani á und- irritaða, um at verða før- oyskt umboð í verkætlanar- bólkinum. Á vitjanini er ætlanin at halda almennan fund í Suð- uroy, hitta umboð fyri landsstýrið og løgting, eins og viðkomandi stovnar og samstarvsbólkar sum hava áhugað ella hava verið við í verkætlanini. Á vitjanini er somuleiðis ætlanin at seta ein ella tveir inspektørar, ein umboðsmann fyri góð- kenningarnevndina og ein umboðsmann fyri standard- nevndina sum íslendska góðkenningarnevndin kann brúka sum staðkent umboð, um so verður, at áheitanir um góðkenning koma úr Føroyum. Seminar verða heildin fyri hesum umboð- um og øðrum áhugaðum. Er tað nakar framleiðari, bóndi, virkið ella stovnur sum hevur áhuga í ella vildi fingið meir at vita um vist- frøðiliga góðkenning og arbeiðsmetodur eru øll vælkomin at seta seg í sam- band við undirritaða ella MBM. Í flestum londum í vestur Evropa er vaksandi áhugi fyri vistfrøðilig fram- leiðslu. Serstakliga er tað Stóra Bretland, Noreg, Svøríki, Danmark og Fin- land sum seta sær sum mál at vaksa um vistfrøðiliga landbúnaðarframleiðslu. ES hevur í umbúna at kunngerða ein "Eurpoean Action Plan" um at menna og økja vistfrøðiliga fram- leiðslu í ES. Nakað av vistfrøðiliga framleiddum vørum eru at fáa í føroysk- um handlum, men hetta er enn alt innfluttar vørur, tí enn er eingin góðkendur framleiðari í landinum. Leygardagin 24. apríl luttaka átta føroyskir musikkskúlanæminga r í Berlingske Tidend- es Klassiske Musik- konkurrence, sum á hvørjum ári verður hildin í Det Kongelige Danske Musikkonser- vatorium í Keyp- mannahavn KONSERT Tíðindaskriv Næmingar frá Musikkskúl- anum hava fyrr tikið lut við sera góðum úrsliti. Í ár eru 101 luttakarar til- meldaðir, og kappingin er hørð, tí verður í løtuni vant sera miðvíst og intensivt. Sum ein liður í venjingini skipar Tórshavnar Musikk- skúli fyri tveimum konsert- um, einari í Havn og einari á Toftum, so føroyingar eis- ini kunnu fáa møguleika at hoyra hesi ungu talentini, áðrenn tey fara til Dan- markar. Hesar báðar konsertirnar verða ávikavist leygardagin 17. apríl kl. 16 í Listaskál- anum í Havn, og mikudagin 21. apríl kl. 19 í Fríðriks- kirkjuni á Toftum. Tey, sum hava fram- førslu, eru: Kristina Heine- sen, Kamilla Ravnsfjall, Valborg Joensen og Mia Káradóttir á tvørfloytu, Karolina Hentze og Heini Andreasen á trompet, Ják- up Lützen á violin og Mattias D. Kapnas á klaver. Jóhannes Andreasen hevur klaverfylgispælið. Ókeypis atgongd er til báðar konsertirnar. Tvær spennandi konsertir í Havn og á Toftum Karolina Hentze er millum luttakararnar á konsertini C M Y K 14