Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. apríl 2013 · Nr. 38 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 fólkaflyting og fólkavøkstur Áki Bertholdsen - Hetta er ein banki við nógv­ um og góðum hug­skot­um. Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, um drúgva álitið, hann fekk í morg­um við tilmælum um, hvussu vit aftur fáa fólka­tal­ ið í Føroyum at veksa. Hann heldur, at talan er um gott verk, sum verð­ur eitt hent amboð hjá polit­iska myndugleikanum í roynd­ unum eftir at venda gongd­ ini í fólkatalinum. Hann heldur ikki, at hetta er ein heildarætlan sum so, men heldur er hetta ein hug­ skotsbanki við nógvum góð­ um tilmælum í. Á landsfundinum hjá Sam­bands­flokkinum fyri trim­um vikum síðani, stað­ festi hann, at vit eru noydd til at raðfesta og at leggja dent á hetta øki fyri at vit kunnu mennast upp á eitt enn hægri støði sum land. - Har mugu raðfestingar til og har mugu umleggingar til, staðfesti Løgmaður á lands­fundinum hjá Sam­ bands­flokkinum. Hann legði afturat, at álit­ ið um fólkavøkstur skuldi ikki enda í einari skuffu, og sam­an við landsstýrinum skuldi hann gera sítt til, at rað­fest­ingar verða gjørdar í krón­um og oyrum fyri at ven­da gongdini. - Fyri meg er hetta eitt politiskt hjartamál, sum eg fari at leggja alla orku í at loysa, segði løgmaður á lands­fundinum hjá Sam­ bands­flokkinum. Tað ljóðaði næstan, sum tú setti títt politiska trú­virð­ ið í veg fyri at fremja hesa ætlanina? - Tað haldi eg ikki, tí eg kann ikki fara at seta trú­ virðið upp á spæl fyri ein fak­ ligan bíkling, sigur løg­maður. Finna semju Hann sigur, at veruleikin er, at álitið er handað í morgun, so av eyðsýniligum grundum hevur ongin politisk viðgerð verið av tilmælinum yvir­ høv­u­r. Nú fara tey at viðgerða spur­n­ingin politiskt og sjálv­ ur miðjar hann eftir at legg­ja málið fyri Løgtingið til aðal­ orða­skifti. Tað fer landsstýrið at taka støðu til í næstu viku, leggur hann afturat. Løgmaður sigur, at tá ið aðal­orða­skiftið hevur verið, fæst at vita, hvørji tilmæli í áliti­num um fólkavøkstur, polit­isk semja fæst um at seta í verk. Hinvegin kann løgmaður ikki lova, at øll tilmælini verða sett í verk. - Tað hevur serstakliga stór­an týdning, at stig verða tik­in, men eg kann ikki lova, at øll tilmælini verða sett í verk. - Eg kann ikki lova at brúka 700 milliónir krónur, uttan eina gjølliga politiska við­gerð og semju, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Er longu raðfest Tað fer at kosta einar 700 milliónir krónur at seta øll til­mæl­ini í verk, men løg­ mað­ur heldur ikki, at hetta er so stór upphædd, tá ið hon verð­ur drýggjað yvir fleiri ár. Hinvegin staðfestir hann eisini, at summi av til­mæli­ num er longu staðfest í sam­ gongu­skjalinum – bara øðr­ vísi orðað. - Eitt nú hevur samgongan longu raðfest at styrkja hægri útbúgvingar, so eg ivist onga løtu í, at tað er eitt máls­øki, sum fer at verða rað­fest, sigur løgmaður. Hinvegin ásannar hann, at tað er bara fyri ein part, at tað sæst aftur í karmunum, at átøk at venda gongdini í fólka­talinum, verða raðfest. Men tað heldur hann er púra nátúrligt, tí hetta álitið um fólkavøkstur, var ikki liðugt, tá ið karmarnir vórðu lagd­ir. - Men hetta er spennandi og nú er tað ein spurningur um at raðfesta. Fíggjast úr grunnum Hinvegin heldur løgmaður eisini, at tað er ein spurn­ing­ ur um vit ikki skulu hugsa øðr­vísi, tá ið spurningurin um at fíggja tey ymsu tiltøkini, tekur seg upp. Hann sigur, at tað finst ein hópur av al­menn­um grun­num við milliard­upp­ hædd í deyðum pengum í, og tað er ein spurningur um tað ikki er vert at brúka peng­ ar­nar úr onkrum av hesum grunn­um at fíggja eina slíka verk­ætlan, sum hesa, við. Hann vil kortini ikki nev­ na nakran ávísan grunn. Samstundis heldur hann, at tað er áhugavert, at tosað verð­ur um at lata dyrnar til før­oyska samfelagið upp fyri út­lendingum. - Vit eiga at taka spurn­ ing­in um tey fýra frælsini upp­aft­ur, altso frælsið at fly­ ta arbeiðsmegi, vørur, tæn­ ast­ur og kapital frítt ímill­um lond­ini. - Tað verður ein týðandi tátt­ur í royndunum at men­ na samfelagið og skapa fólka­vøkst­ur, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Eitt gott grundarlag at byggja víðari á FÓLKAVØKSTUR Nú skulu vit finna politiska semju um, hvat kann setast í verk av øllum hesum nógvu hugskotunum, sigur løgmaður Hann heldur ikki, at hetta er ein heildarætlan sum so, men heldur er hetta ein hugskotsbanki við nógvum góðum tilmælum í Leita eftir undirtøku - Eg kann ikki lova, at vit fara at brúka 700 milliónir uttan eina politiska viðgerð, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður