Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 2013síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 5. apríl 2013 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 sansir.fo Melda teg til á als.fo Kom og skelta Føroyar Leingi hevur verið ætlað at skelta Føroyar. Nú skal tað vera. ALS og Ferðaráðið fara saman við kunningar­ stovunum og Landsverki at gera av, hvar skal skeltast, við hvørjum og hvussu. Eisini er ætlanin at seta greiðar vegvísarar og varðar upp eftir gomlu bygdagøtunum, so vit føroyingar og okkara gestir kunnu ganga trygt í okkara vakra landi. Hetta kanst tú verða við til. Í byrjanini er ætlanin at seta trý ella fýra toymi við fýra fólkum í hvørjum toymi. Hvørt toymi fær sín landslut at arbeiða í. Toymið fær ein bil at ráða yvir. Ein snildfon verður latin hvørjum toymi til at skjalprógva arbeiði við. Toymini fara at tosa við heimildar fólk og seta seg inn í søgurnar á staðnum, soleiðis at hesar verða sagdar á besta hátt. Á einari felags Facebooksíðu verður arbeiðið skjalprógvað við filmi og myndum. Við at melda teg til “Kom og skelta Føroyar” fært tú innlit í føroyska ferðavinnu, tænastu­ skeið í ferðavinnu, royndir í toymisarbeiði og skeið í filmsklipping. Tú fært eisini skeið í at skriva umsókn, lívsgongdarlýsing og at fara til samrøðu. Øll, sum eru við í hesi verkætlanini, fáa praktikk pláss á kunningarstovunum í summar. Fært tú arbeiðsloysisstuðul frá ALS, kanst tú melda teg til verkætlanina. Tú kanst melda teg til á als.fo