Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. apríl 2013 · Nr. 38 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt – Vit mugu síggja í eyguni, at tað eru tey ungu, sum í fram­ tíðini skulu trívast her. Tað er avgerandi fyri at broyta fólka­flyting til fólka­vøkstur. Tað sigur Erika Hayfield, sum síðstu fýra mánaðirnar hev­ur staðið fyri stóru heildar­ætlanini, ið skal fáa fólk at støðast í føroyska sam­fel­ag­num. Niðurstøðan er ein røð av tilmælum, sum skulu setast í verk næstu árini. – Talan er um eina kom­ pleksa avbjóðing, og tí er eis­ ini talan um eina kom­pleksa loysn, sigur Erika Hayfield. Tilsamans er talan um 37 ymisk átøk. Nøkur teirra kosta einki, meðan onnur eru sera kostnaðarmikil. Rokn­ ingin er tilsamans góðar 700 milliónir krónur í dagsins prísum, næstu fimm árini. – Vit hava gjørt ítøkillig upp­skot til loysnir. Sjálvandi kann okkurt gerast øðrvísi og onkur átøk mugu knýtast saman. Men heildarætlanin skal lesast sum ein heild, ikki eitt hugskotskatalog, undir­ strikar Erika Hayfield. Hon leggur dent á hetta seinasta, nevniliga at talan er um eina heildarætlan. – Tað nyttar til dømis ikki at pilka tilmælini um Fróð­ skaparsetrið burtur úr, tí so skramblar heildin saman. Tað er jú har, vit missa fólkini, argu­menterar hon. Heildarætlanin legg­ur upp til at styrkja Fróð­skapar­ setrið munandi. Um­bygg­ing­ ar og útbyggingar skulu ger­ ast fyri 250 milliónir krón­ur næstu fýra árini, og har­um­ framt skal játtanin til Fróð­ skapar­setrið økjast úr 67 upp í 100 milliónir krónur um ár­ ið, soleiðis at fleiri lesandi sleppa framat. – Ja, útbúgving og gransk­ ing er eitt stórt satsningsøki. Tað er har, flestu pengarnir fara, staðfestir Erika Hayfield og heldur fram: – Tað er ikki nóg mikið at bjóða eina breiða viftu av út­ búgvingartilboðum. Vit mugu eisini hava eitt dynamiskt og spennandi lestrarumhvørvi, og tí hevur útbyggingin av Fróðskaparsetrinum so stór­ an týdning. Týðandi tilknýti Ein reyður tráður í heildar­ ætlanini er, sambært Eriku Hayfield, at tryggja tilknýtið til Føroyar og føroyska sam­ felagið. – Tilknýtið hevur so stór­an týdning, at tað kann ikki undirmetast. Tí skulu vit duga betur at knýta tey ungu, sum fara út í heim, tætt­ari upp at vinnulívinum og ar­beiðs­marknaðinum her­ heima. Í dag er tað tí­verri alt ov ofta soleiðis, at tey ungu koma heim til Før­oya fyri at kobla úr, fyri at slappa av. Harvið verður til­knýtið ikki útbúgvingar- ella arbeiðs­ rela­terað, greiðir Erika Hayfield frá. Heildarætlanin mælir til fleiri átøk, ið skulu styrkja tilknýtið millum lesandi og føroyska arbeiðsmarknaðin. Sambandið skal styrkjast, møgu­leikarnir at sleppa í starvs­venjing skulu bøt­ast, og harafturat skulu møgu­ leik­arnir fyri at fáa starv markn­aðarførast betri enn ídag. Høvuðsvinnan Hóast fiskivinnan og ali­ vinnan standa fyri at kalla øll­um inntøkunum til før­ oyska samfelagið, so verða hesar vinnur ikki beinleiðis við­gjørdar í heildarætlanini. – Hetta snýr seg fyrst og fremst um at skapa fólka­ vøkstur í samfelagnum. Men vinnulívið er við, hóast tað ikki beinleiðis verður við­ gjørt, sigur Erika Hayfield og tekur fram nøkur dømi: – Vinnulig gransking tekur jú støði í høvuðsvinnuni. Tað sama ger matvøruverkfrøði sum útbúgving á Fróð­skapar­ setrinum. Vit mæla ítøkiliga til at marknaðarføra møgu­ leikarnar at fáa starv í okkara høvuðsvinnu. Her hugsa vit serliga um fiskivinnuna, sum hevur eitt vánaligt »image« millum ungdómin í dag. Og so mæla vit til at farið verður undir at orða ein nýggjan vinnu­politikk, sigur Erika Hayfield. Hon vísir harafturat á, at í Fiski­málaráðnum verður í løt­uni arbeitt við eini fiski­ vinnu­nýskipan, ið skal vera grundarlagið undir fiski­ vinnu­politikkinum næstu árini. Broyt myndina Sambært Eriku Hayfield er avbjóðingin at broyta fatan­ ina av føroyska sam­felag­ num. – Vit mugu broyta mynd­ ina av Føroyum sum enda­ statiónin, har tú flytir heim og byggir tær eini dýr hús. Tí henda myndin ger tað alt ov lætt at velja Føroyar frá, tá tú ert ungur og fríur úti í stóru verð. Vit skulu skapa eitt fleksibult samfelag, har tað er lætt at koma til og frá. Tað skal bera til at flyta heim, sjálvt um tú ikki hevur tikið støðu til, um tú ætlar at tær at seta búgv og liva her restina av lívinum, sigur Erika Hayfield og peikar á bú­staðar­mynstrið: – Sonevnda flytføri má vera til staðar. Tað má bera til at flyta heim, leiga eina góða íbúð og royna eydnuna her eitt ár ella tvey. Vit skulu duga betur at selja okkum sum samfelag, gera tað attrak­tivt at koma higar og liva her. Annars verður tað alt ov lætt hjá ungdóminum at velja Føroyar frá, og tá tapa vit dystin um at venda fólka­flyting til fólkavøkstur, sigur Erika Hayfield. jonbrian@sosialurin.fo fólkaflyting og fólkavøkstur Ein samlaður pakki – Her er talan um eina heildarætlan, og tí mæla vit frá at taka einstøk átøk burturúr. Til dømis gevur tað onga meining at pilka Fróðskaparsetrið burtúrúr, tí tað er jú har, ið vit missa fólkini, sigur Erika Hayfield, sum stendur fyri heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur Í samband við at heildar­ ætlanin er liðug og handað landsstýrinum, verður skipað fyri almennum pall­borðsfundi, har ætlan­in verður løgd fram. Somu­leiðis fer Annleyg Lamhauge at greiða frá kann­ingini, sum Fólka­ heilsu­ráðið hevur gjørt av trivn­að­inum millum føroy­ingar. Eftir framløgurnar verð­ur kjak millum for­ menninar í øllum flokkum á løgtingi. Pallborðsfundurin verð­ur í Norður­landa­hús­ inum týskvøldið 9. apríl frá klokkan 19 til 21. Pallborðsfundur um fólkavøkstur Myndir: Álvur Haraldsen