fríggjadagur 5. apríl 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 5. apríl 2013 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ein vanlukka fyri Porkeri
miðvikan
Kristianna Sørensen, kona Hans
Paula undir Stígnum.
Hetta vóru tær, sum doyðu av
nátasjúkuni í Porkeri í 1937:
22 årig gift kvinde, J.M, f. 3/7 1915 d.
7/9 1937
38 årig gift kvinde, K.M.S.S f. 31/7
1899 d. 19/9 1937
32 årig gift kvinde P.P.B, f. 22/8, d.
30/9 1937
38 årig gift kvinde S.N.H f. 11/9
1899, d. 1.10 1937
26 årig gift kvinde K.M.D. f. 3/10
1910 d. 17/9 1937
Sum tað sæst eru konurnar í onkr
um føri deyðar dag um dag. Í øðrum
vóru tveir dagar millum, so í fleiri
umførum stóðu fleiri av kvinnunum
undir børu í senn. Hetta hevur sjálv
sagt sett sítt merki á bygdina.
Hetta ár doyðu 10 kvinnur í land
inum av havhestasjúkuni, so helvtin
vóru porkeningar. Av teimum sum
doyðu av nátasjúku vóru nógv flest
suðringar.
Tað var hvørt hús í bygdini, sum
var ávirkað av hesum. Tað vóru
jú eisini nógv børn, sum mistu
mammuna. Fleiri av konunum vóru
við barn, og tey børnini vóru sjálv
sagt eisini offur fyri henda sorgar
leikin.
Eg minnist eisini, tá ið kona
Hans Paula undir Stígnum, Kristi
anna, doyði tann 19.9. hetta sama
ár. Dóttir hansar Margith og systir
mín, Hjørdis, vóru altíð so væl.
Margith var nokk so nógv uppi
hjá ommu síni á Matteisini. Húsini
standa har uppi enn. Hetta var av
fremstu húsum tá í tíðini. Margith
var elst av systkjunum. Tí kom hon
longu 12 ára gomul at fáa ábyrgd
heima.
Hans Pauli var burtur til skips,
og hann visti av ongum, at konan
var deyð. Tá ið jarðarferðin av Kristi
onnu var í gongd síggja teir skipið,
Hans Pauli var við, Agnes Louise,
koma inn eftir fjørðinum. Steðgað
var sostatt við jarðarferðini, til
Hans Pauli var komin í land í Vági. Í
staðin fyri at hitta eina fegna konu,
mátti hann ta tungu leið beint til
jarðarferðina hjá henni.
Ein onnur sorgarsøga er tá ið
pápi Hans Paula, Jóannes, doyði.
Hann fekk hálsbetendilsi og var
ringur av tí. Hann skuldi so fáa ein
heilivág móti hesum.
Samstundis skuldi ein maður í
Vági fáa medisin til eitt heilt annað
endamál. Men her var bland komið
í. Betta, mamma Hans Paula, segði,
at hon gav manninum um kvøldið
av hesum skeiva medisininum og
hon sá, at hann versnaði, tá gav hon
honum meira. Hon angraði til sín
doyggjandi dag, at hon skuldi geva
honum meira av hesum medisinum,
tí tað gjørdi bara ilt verri.
Men tey kláraðu seg gott Undir
Stígnum. Tey høvdu nakað av ogn.
Betta var ein virkin kona. Hon vev
aði fyri fólk, og hon vevaði til tey
sjálvi. Har varð einki keypt.
Hans Pauli var ein raskur maður,
tað sæst á stykkinum hjá honum.
Eg kann ikki ímynda mær, hvussu
nógv tons av gróti hann koyrdi
niður í jørðini. Her er alt ein slætti,
og tað var væl gjørt eisini, so ikki
var neyðugt at fara aftur um aftur.
Fyrst koyrdi hann tað stóra
grótið niður í, og so tað smærra
aftur. Undir krígnum var øgiligt ar
beitt uppá jørð her. Her var nógvur
hagi gjørdur til vakran bø.
Eg og Hans Pauli vóru væl. Hann
var uppstillaður til kommunuvalið.
Hann kom til mín at fáa meg upp á
listan. Hann var leingi í kommunu
stýrinum.
Hans Pauli hjálpti mær eisini at
skjóta, tá ið eg gróv út fyri húsini.
Tað var sum ofta stórir steinar at
fáa upp. Hetta verður í dag ornað
við maskinum.
Um nátasjúkuna
Nátasjúkan var bert ein av vanlukk
unum sum raktu føroyingar hesa
tíðina. Eingin visti frá byrjan av,
hvat hetta var og hví serliga kvinn
ur vórðu raktar. Tað vóru tveir
danskir læknar, sum gjørdu sítt
fyri at staðfesta sjúkuna, og teir
vóru R.K. Rasmussen, lækni á Eiði,
og Arthur Rasmussen, seinni Vaag,
lækni í Vági. Læknin í Vági kendi seg
snýttan fyri heiðurin til fyrimun
fyri læknan á Eiði. Tað verður við
urkent, at nakað var um hetta. Tað
komu nakrar misskiljingar í, tí báðir
itu Rasmussen.
Arthur Vaag gav út í 1967 ein
bókling
“Havhestesygen
1930-
1938”, har hann lýsir gongdina við
nátasjúkuni. Hann greiðir frá, at
hon var fyrstu ferð staðfest í 1930.
Men tað var ikki fyrr enn í 1937, at
læknar fingu illgruna um, at hetta
var ein serstøk sjúka, sum tó var
væl kend uttan fyri landoddarnar.
Hetta sæst eisini í Føroyatíðindi,
sum kom út í Suðuroy, og sum tí
hevði meira samband við sjúkuna
enn hini bløðini. Her verður í 1937
sjúkan nevnd septembersjúkan
eftir mánaðinum, sum hon tók
seg upp. Arthur Vaag man hava
eisini sín leiklut í staðfestingingi
av sambandinum millum sjúkuna
og nátaveiðuna.
1. oktober 1938 hevur Føroya
tíðinda ein stubba, har tað m.a.
verður sagt:
Havhesten og
Septembersygen
Der er nu kommet Besked fra
Robert Kock Instituttet i Berlin om,
at det er lykkedes at paavise Virus
(Smittekim) i den 3 Sending Hav
heste her fra Færøerne, der blev
nedsendt til Undersøgelse. Og det
anses for godtgjort, at det drejer sig
om Papegøjesyge Virus.
Selvom
det
kan
betragtes
som givet, at Smittekimer til den
uhyggelige
Septembersyge
fra
Havhesten til Mennersker, ud
taler
Videnskaben
ikke
noget
herom endnu, den skal jo kunne
føre uigendrivelige Beviser for de
Resultaters Rigtighed, den maatte
komme med.
Men der kan dog næppe være
Grund til at nære Tvivl om, at det
skulle være et mærkeligt Sam
mentræf om Septembersygen net
op holdt sig fra de Bygder, hvor
Havhestefangsten i Aar har været
Indstillet og hvor Sygen i de fore
gaaende Aar har krævet saa mange
Ofre.
Ein av hesum bygdum man hava
verið Porkeri, tí í 1938 doyr eingin í
bygdini av nátasjúkuni. Tilsamans
eru hetta ár fýra slík deyðsføll og
bert eitt er í Suðuroy, tað er í Froð
bæ.
Komandi partur
Í komandi parti verður millum annað greitt frá útróður og vanlukkuni
við Búgvanum í 1940.
Johan Danbjørg hevur framvegis
politiska áviran meira enn 40
ár eftir, at hann er deyður
Kristianna við elstu dótrini Margith
Arthur Waag (1896-1988)
Lækni í Vági 1927-34. Var tann fyrsti
sum staðfesti havhestasjúkuna
Hans Pauli undir Stígnum kom
av skipi beint í jarðarferðina
hjá konuni, Kristionnu