Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. apríl 2013 · Nr. 38 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 3. partur Óli Jacobsen Húsarhaldið hjá okkum var sum hjá so nógvum øðrum. Tað serliga var kanska, at vit høvdu so nógv til felags við tey hjá mostrini og pápa­ beiggjanum Malenu og Zacharias. Vit høvdu eisini í felag tvey neyt og trý við hvørt, tá ið sett varð við. Vit gingu sjálvsagt til neyta sum øll onnur. Vanliga gekk tað væl at hava neytini í haganum. Men eina ferð gekk minni væl. Okkara neyt gingu í Dalinum, tað bleiv rópt í Dalsneytum. Tey, sum vóru hinumegin varð rópt í Bøneytum. At ganga til neyta var sjálvsagt konu­fólkaarbeiði, og systrarnar plagdu at fara hjá okkum. Ein dagin, tað hevði verið áarføri, var elsta syst­irin, Diddan, farin til neyta sam­an við øðrum neytakonum. Tá ið vit sóu neytakonurnar koma aftur, sóu vit, at Diddan gekk frá hinum. Vit sóu, at spannin var so lættfør í hondunum á henni og ánaðu, at her var ikki væl vorðið. Tá hon kom undir køksvindeygað hjá okkum, tá skar hon útí at gráta, tí kúgvin hjá okkum, sum var so spøk og góð at fáast við, var deyð, og slíkt var ein ringur missur. Kúgvin var druknað í ánni – Stórá. Neytini høvdu verið sunnan fyri ánna og hava so skula farið yvirum, tá er hetta hent. Tað var regn og áarføri, so neytini eru komin norður um ánna, tann vegin var gongdin fyri at koma heim. Hetta var sera óheppið. Mitt í ánni var ein stórur steinur og kúgvin var komin at liggja móti hesum steini og var druknað. Vit vóru sera ring um hesa góðu kúgv. Torv Vit høvdu torv sum øll onnur. Vit høvdu altíð fullan besetning av torvi. Hetta var á Skørunum, Mýr­ un­um, í Heiðunum og í Nesinum (Por­kerisnesi). Uppi á Skørunum var ógvuliga høgligt at fara eftir torvi. Tað komst aftur og fram eftir einum hálvum tíma. Torvið tornaði væl, men hetta var ikki av tí torvi, sum lá leingi á. Men omanfyri Hamravatn longri vesturi, har høvdu vit eisini torv og tað var nokk so gott torv. Torv var sera ymiskt til góðsku, og sumt hilnaðist nógv betur enn annað. Tað besta var kolamógvur. Vit høvdu gróthús til torvið, tað høvdu ikki øll. Pápi hevði annan endan og beiggin, Zacharias, hin endan. Tað var nógv vert at hava torv­hús um ringur terri var. Tá kundi torvið tornað inni í grót­hús­ in­um. Har høvdu teir ein rennistrong, sum lætti nógv um arbeiðið. Torvið varð koyrt í sekkir og teir vóru so bornir til rennistrongin. So krøktu teir sekkirnar við ein­ um króki uppá tráðin, og tá kundu teir koma heilt oman á slættan, har sum gróthúsið stóð. Tað var ein stórur lætti at fáa tað oman á henda hátt. Um tað hendi seg, at ein posi støðgaði upp og ikki kom oman, so høvdu teir ein annan krók, sum ein annar sekkur varð krøktur á, og so komu báðir oman. Ein endi mátti havast á posunum at halda eftir, so tað ikki gekk ov skjótt. Tá kundi sekkirnir skrædna tá ið teir brustu í vollan har niðri. Bjargaðu veðrinum Ein morgun fóru tvær systrar hjá mær í Heiðina eftir torvi. Tá vit komu har, sum vit ganga upp, vit kalla tað á Vegaskarð, nú síggja tær at okkurt stórt hongur á renni­ strong­inum, og at tað er livandi. Tær máttu sjálvandi fara at vita, hvat tað var. Hetta var í brundtíðina seint á heysti. Nú er tað ein veðrur, sum hevur gnagað seg uppá tráðin. Annað hornið var komið at hanga uppi á tráðnum, og veðrurin hevði mist fótafestið. Meira hann sprakl­aði, tess longur fór hann oman­frá. So tær rukku ikki til hann og vendu heim at siga frá. Onkur, sum hevði ein langa seiðatráðu, fór so niðan aftur við teimum. Hann toygdi seg so oman, fekk í hornini á honum og fekk hann niðan aftur. Hann var sprell-livandi og kundi halda á fram við sínum virksemi! Danbjørg setti síni spor Tá ið eg fór í skúla, var Johan Dan­ bjørg lærari. Hann var kendur politik­ari og løgtingsmaður í ár­ tíggj­ur. Allar fyrst var tað Dagmar Næs, sum var lærari. So kom Elsa Sim­on­sen, hon giftist við Johan í Gjørðum og fekk navnið Larsen. Mamma Danbjørg kundi onkuntíð vera vikar, tá ið Danbjørg var í løg­ tinginum. Danbjørg var ein góð­ur lærari, hann kundi vera eitt sind­ ur strangur, men tað kundi eisini treingja til. Í skúlanum var ein Stóra­stova og ein Lítlastova. Klass­ arnir gingu ikki longur upp enn í fjórða klassa, so man mátti vera í fleiri ár í onkrum klassum. So tað kundu vera úti móti 30 børnum í klass­anum í senn. Men tað var sjáldan, at øll vóru í skúla í senn. Umberingin var ikki altíð so góð, sum tá ein mamma segði, at hon hevði ikki kreftir at vekja gentuna! Tað merktist ikki so nógv á frálæruni, at Danbjørg var politiskt virkin. Men eitt sindur var tað kortini uppundir løgtingsval. Men okkurt hevur hann dugað kortini. Porkeri var í Danbjørg`sa tíð ein javnaðarbygd burturav. Tað var ikki so løgið. Men merkis­ vert er tað kortini, at tað er hon fram­vegis meira enn 40 ár eftir, at Danbjørg er deyður. Her hevur javnaðarflokkurin hildið betri stand enn í hinum stóru javnaðar­ bygd­unum í Suðuroy. Tað sigst eisini, at Danbjørg skip­aði fyri, at Porkeri var ein tann fyrsta bygdin, har tað varð skift út. Hetta gjørdi tað lættari at fáa grundstykki, so teir nógvu skipararnir og aðrir kundu byggja í Porkeri heldur enn at flyta til Vágs. Eitt úrslit av hesum er tann sokallaða “skipararekkjan” í Por­ keri, har tað tó kortini ikki bert búðu skiparar. Men her sæst, at talan hevur verið um eina skipaða húsabygging, sum ikki altíð var ein sjálvfylgja tá í tíðini. Danbjørg var eisini ógvuliga hjarta­góður og hann vildi ikki at nak­ar skuldi treingja. Hann gjørdi nógv fyri at hjálpa teimum, sum ikki vóru so væl fyri. So tað var ikki so løgið, um hann var væl umtóktur. Havhestasjúkan Í 1937 var eitt sorgarár í Porkeri, tá doyðu fimm konur í Porkeri í besta aldri av nátasjúkuni. Tær vóru frá 22 til 38 ára gamlar. Allar hesar konur doyðu innan fyri ein mánað. Í bóklingi, sum læknin í Vági, Arthur Vaag skrivaði um havhestasjúkuna. Hann greiðir frá konunum í Por­ keri, sum doyðu. Sum tað sæst nevn­ir hann bara forbókstavirnar. Men tann næstfyrsta í røðini er so miðvikan Torleif Bech: Nátasjúkan var Porkeri var sum aðrar bygdir rakt av vanlukkum, sum kostaðu mannalív. Men nátasjúkan í 1937 var serlig, tí hon kostaði so nógvum kvinnum lívið Torleif Bech Torvheiðar vóru eisini í Porkerisnesi Málningur av Porkeri hjá Óla Egilstrøð