Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. apríl 2013 - Nr. 38 Hugskot og viðmerkingar — send sms til 225000 Sosialurin Vilt tú mynda Føroya størsta miðil? Kundi tú hugsað tær at verið við til at styrt og framleitt tíðindastreymin á Føroya mest sædda fjølmiðli á internetinum? Uppgávan at veita tíðindi til Portal.fo verður nú boðin út. Søkt verður eftir einum dugnaligum og virkisfysnum toymi, ið sjålvstødugt kann røkja uppgávuna at veita tíðindi til Portalin. Portal.fo Portal.fo er nógv mest vitjaða heimasíðan við tíðindum í Føroyum. Flestu føroyingar, bæði heima og úti, vitja síðuna hvønn dag, og Portalurin hevur yvir 70.000 ymiskar brúkarar hvgrja viku. Málið hjá Portalinum er at vera skjótasti og besti internetmiðilin, sum er fyrst við tí síðsta. Føroyska samfelagið skal lýsast breitt, og Portalurin skal vera miðið, har tú kunnar teg um, hvat rgrir seg á politiska, vinnuliga, ítróttarliga, mentanarliga og gerandisliga økinum. Um umsøkjarar Fyri eina fasta upphædd bjóðar Føroya Tele umsgkjarum at átaka sær uppgávuna at framleiða tíðindi til Portalin eftir einari skipan, har ávís dygd og nøgd av tilfari verður tryggjað. Vit síggja fyri okkum, at umsgkjarar antin eru fjølmidlafélk, ið taka seg saman um uppgávuna, ella grundfestar fyritøkur við royndum á økinum. Umráðandi er at hava víðan sjónarring og halda tað vera eina spennandi og týdningarmikla uppgávu at ýsa virksemið í føroyska samfelagnum í breiðum týdningi. Okkara væntanir Vit vænta, at tit hava eina visión og grundgeva fyri, hvussu tit kundu hugsað tykkum at rakt uppgåvuna at vera tíðindaveitari hjá Portalinum næstu árini. Vit kundu hugsað okkum boð uppá, hvussu Portalurin kann mennast, hvørji nýggj øki kundu verið áhugaverð, og hvussu tilfarið kann gerast uppaftur meira viðkomandi fyri breiða skaran av føroyingum. Okkara leiklutur Leikluturin hjá FT Online, sum hevur Portalin um hendi á Føroya Tele, er at taka sær av rakstri og menning av tøkniliga partinum; FT Online hevur eisini søluna av lýsingum á Portalinum um hendi. Roknast kann við einum jøvnum samskifti millum FT Online og komandi veitaran um dygd og nggd, og fylgt verður javnan upp og eftirmett, um tænastan er ngktandi. FT Online leggur seg hinvegin ikki út í dagliga arbeiðið við innihaldinum, sum veitarin hevur fulla ábyrgd av. Umsókn og freist Hava tit áhuga at røkja uppgåvuna at vera fastur tíðindaveitari til Portal.fo, kunnu tit innan 1. maí 2013, senda eina umsókn til jmoGft.fo ella: Føroya Tele Att. Jan Mortensen Postboks 27 FO-110 Tórshavn Meira fæst at vita um uppgávuna við at venda sær til Jan Mortensen, privatkundastjóra, á 243301. FØROYANELE 19