fríggjadagur 5. apríl 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. apríl 2013 · Nr. 38
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína
útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á
spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger
Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni
við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin,
lærari á Føroya Studentaskúla í Hoydølum,
vegleiða teg um tínar møguleikar innan
útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini.
Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða
fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum
ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri
útbúgving, verklig ella ástøðilig.
Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar
til post@sosialurin.fo, og so svara Holger og
Bjørg tær her í Sosialinum.
Góð mið,
um tú ætlar
tær undir
fjarlestur
Fjarlestur er ein lestrarháttur, sum er í
stórari menning. Útboðið økist alla tíðina
við nýggjum tilboðum til tey áhugaðu.
Flestu útbúgvingarstovnar hava nú fleiri
ymisk tilboð til teirra, sum ætla sær at
lesa sjálvi, tað veri seg útbúgvingar ella
partar av eini útbúgving, á fólkaskúla-,
miðnáms- ella universitetsstigi.
Hættirnir sum brúktir verða eru
ógvuliga ymiskir. Talan kann vera um
beinleiðis sjálvlestur, har studenturin
bara er innskrivaður og bara møtir
til kravd skeið og til próvtøku. (Tá ið
próvtøkan er skriftlig kann hon takast á
Fróðskaparsetrinum. Hetta tó bert, um
tað ávísa universitetið gevur loyvið.)
Í øðrum førum kann undirvísing
in í stóran mun vera um telduna - tað
veri seg bólkaundirvísing ella tvívegis
samskiftið av ymsum slagi. Í summum
førum má studenturin møta til ávísa
undirvísing í semestrinum, har td. bólka
uppgávur verða gjørdar og mettar.
Hesin lestrarhátturin er sera strævin
og tað krevur stóran sjálvsaga, men hann
er ógvuliga fleksibul og er væl hóskandi
til eitt fjarskotið oyggjaland.
Í løtuni - 2013 - fæst ikki stuðul til
hendan lestrarháttin, hvørki úr Føroyum
ella Danmark, men til ber at søkja um
stuðul úr privatum grunnum og eisini
eru nøkur útbúgvingartilboð á netinum,
í t.d. USA, ið eru ókeypis.
Her síggjast ymisk leinki, sum kunnu
vera áhugaverd hjá tí, ið ætlar sær undir
fjarlestur. Spyr tó eisini á teimum ein
støku stovnunum eftir møguleikum fyri
fjarlestri, tí vit hava ikki eitt savnað yvir
lit í teimum einstøku londunum.
UK:
The Open University
www.open.ac.uk
Open College of Arts
www.oca-uk.com
Association of British Correspondence
Colleges
www.homestudy.org.uk
British Council
www.educationuk.org
til fjarlestur í Bretlandi
London External
www.londonexternal.ac.uk
Skeið hjá London University
GRADUATEGUIDE
www.graduateguidedl.com
Fjarlestur í USA á Graduate stigi
USA:
www.coursera.org
www.edx.org
www.udacity
DK:
www.kvuc.dk
www.studentum.dk
www.vuc.nu
Svøríki:
www.miun.se
Lýsing av fjarundirvísing:
LES har tú ert og hvar tú vilt – tín
staðseting hevur einki at siga og tú
kanst lesa á fleiri universitetum í senn.
LES tað tú vilt – nógv fak eru møgulig.
LES tað tú kanst – eingi mørk.
Niðurstøða:
Fjarlestur gevur nýggjar møguleikar,
men krevur ressoursur. Tøknin er her og
veitir fjølbroytni í læring og útbúgving.
Kann tað vera við til at venda
fráflytingini úr Føroyum?
Fjarlestur
Spurnarsíðan
Spyr og fá svar um útbúgvingar.
Allar. Allastaðni.
Spg. 1
Nær er umsóknarfreistir til hægri lestur í
Norðurlondum.
“Nordbo”
Svar til “Nordbo”:
Umsóknarfreistirnar at søkja um upptøku
á hægri útbúgving eru rættiliga ymiskar
frá landi til lands og stundum eisini í
landinum frá einum útbúgvingarstovni
til ein annan. Her er kunning um Norður
lond.
Noreg
Vanliga er freistin 15. apríl. Les meira á:
www.samordnaopptak.no
Svøriki
Vanliga er freistin 15. apríl. Les meira á:
www.antagning.se
Ísland
Tað er eingin felags upptøka til íslendskar
lærustovnar. Freistirnar eru ymiskar
frá stovni til stovns og umsóknarbløð
fáast frá ymsu lærustovnunum. Set teg í
samband við teir einstøku lærustovnarnar
og fá meiri at vita um freistir og
umsóknarmannagongdir.
Finnland
Umsóknarfreistirnar eru ymiskar
frá stovni til stovns. Vanliga eru
umsóknarfreistirnar til hægru
útbúgvingarnar (kandidaatti/kandidat)
millum januar og mai. Umsóknarbløð
fáast á lærustovnunum.
Danmark
Kvota 1 hevur freist 5.juli kl. 12.00. Partvís
elektroniskt umsóknarblað er at finna á:
www.optagelse.dk
Føroyar
Kvote 1 til F.F. hevur freist 1.juli
Vinarliga Holger og Bjørg
SPG. 2
Spurningur um føroyafrádrátt
Eg ætli mær at byrja at lesa í Danmark
í summar og eru áhugaður í at finna
útav, hvussu eg fíggjarliga eri fyri sum
lesandi. Eg veit, hvat eg kann fáa í SU, men
eri ósikkur uppá, hvat føroyafrádráttin
gongur út uppá. Kunnu tit forklára mær
tað?
Vinarliga xxx
Svar :
Sum lesandi føroyingur í Danmark
hevur tú rætt til ein skattafrádrátt uppá
71.000kr um árið. Lesandi føroyingar í
onnur Norðurlond kunnu eisini søkja um
skattafrádrátt, men her er upphæddin ein
onnur enn í Danmark.
Ávísar treytir eru fyri at kunna fáa
føroyafrádrátt :
•
tú skalt vera fultíðarlesandi
•
tú skalt fáa SU
•
tú skalt prógva, at tú hevur lønt arbeiði
•
tú mást ikki vera fluttur til Danmarkar
meira enn 6 mánaðir áðrenn lesturin
byrjaði, og tú vart búsetandi í Føroyum,
áðrenn lesturin byrjaði
•
tú ert í Danmark í lestrarørindum
•
tú mást ikki hava eina
kompetancegevandi útbúgving
frammanundan
Um tú skalt supplera (GSK), áðrenn tú
byrjar eina útbúgving, hevur tú rætt til
føroyafrádrátt.
Ynskir tú føroyafrádrátt, skalt tú
venda tær til skattamynduleikarnar í
kommununi, har tú býrt.
Minst til, at føroyafrádrátt skal søkjast á
hvørjum ári.
Tú hevur rætt til føroyafrádrátt, so leingi
tú lesur, og lestrartíðin heldur seg innan
fyri normeraðu lestrartíðini + 2 ár.
Vinarliga Holger og Bjørg
Enska málroyndin, IELTS, verður
leygardagin 11. mai 2013.
Kunning á www.edu-danmark.dk/ielts#
Spurningar