fríggjadagur 5. apríl 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 5. apríl 2013 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Virðing fyri trúgv og ymiskleika
Katrin Hovland Kristensen
Tað er í kvøld skírishóskvøld,
og eg siti við nøsini niðri í
einari bók og lesi um heila
nerva 7, nervus facialis. Nor
malt taki eg mær frí slíkar
dagar, men í kvøld geri eg
eitt undantak orsakað av
nógva lesnaðinum, ið eg sum
medisinlesandi á 3. semestrið
skal ígjøgnum.
Og tó. Meðan eg siti og
lesi, merki eg ein ófrið í
kroppinum. Tankarnir skifta
ímillum forløbið á nervus
facialis og tað videoklippi fra
”Dagur og viku”, sum eg sáð
fyrr í dag. Í videoklippinum
kjakast Rigmor Dam og Bill
Justinussen um bókina ”Hin
stóra bókin um familjur”.
Eg lesi á facebook, at nøkur
eru sjelkað av, at Rigmor
Dam uppá ein ella annan
hátt indirekta ákærir Bill
Justinussen fyri at vera fyri
einum samfelagsstrukturi, ið
sæst í Iran, og yvir hennara
ákæru um, at børn verða
”ofrað á einum skafotti ella
einum altari”. Hóast hesar
orðingar
møguliga
ikki
vóru serliga hóskandi, so
er hetta ikki tað, ið skelkar
meg. Harímóti eri eg skelkað
av mótparti hennara og tí
argumentatiónin, ið herfrá
kemur.
Um eg havi skilt tað rætt,
ynskir
Bill
Justinussen
ikki, at ”Hin stóra bókin um
familjur” skal vera í barna
gørðunum og skúlum.
Sjálv haldi eg, at bókin ikki
skal fjernast frá barnagørðum
og skúlum. Kortini skilji eg
Bill Justinussen og nakað av
hansara argumentatión í ein
vissan mun. Sum eg síggi tað,
so kann ”Hin stóra bókin um
familjur” nemliga hava og
brúkast til tvey endamál:
Endamál eitt:
Eitt informativt amboð
til at fortelja børnum, at tað
finnast nógv ymisk menn
iskju í samfelagnum.
Endamál tvey:
Eitt slags propaganda-
amboð í føroyska kjakinum
millum teirra, ið eru fyri og
ímóti samkyndum.
Um eg havi skilt Bill
Justinussensa
lesarabræv
rætt, so er tað nakað ala
hetta, ið hann er innið á, tá
hann sigur:
”Mest av øllum líkist bók
in eini skipaðari roynd at
greiða okkara minstu.. frá,
at tað m.a. er í lagi at vera
samkyndur. At alt er normalt
og at øll eru normal uttan
mun til frávik.”
og
”Tað er álvarsligt at siga
børnunum hjá øðrum, hvat
er rætt og skeivt..”
Hetta vil eg geva honum
púra rætt í.
Tá tað gekk upp fyri
mær, at bókin kundi hava og
brúkast til hesi tvey endamál,
hugdi eg eftir síðuni í ”Hin
stóra bókin um familjur”, ið
talan er um - har stóð:
”Nøkur børn eiga tvær
mammur ella tveir pápar.”
Eg verði noydd til í hesum
setningi stendur einki um, at
tað er meira rætt ella meira
gott at liva sum samkynd/
samkyndur.
Tað
stendur
”nøkur
børn
eiga
tvær
mammur ella tveir pápar.”
Punktum.
Sum eg lesi hetta, er tað
informativt, og tí útilukki eg,
at tað verður brúkt sum eitt
propaganda-amboð.
Hesum dugi eg ikki at
síggja nakran trupulleika við
– tvørturímóti haldi eg, at ein
bók við einum tílíkum enda
máli kan fortelja børnum, at:
1. onnur mennskju kunnu
vera ymisk, og at
2. hesi menniskju
skulu virðast sum
medmenniskju.
Hetta kann vónandi eisini
fyribyrgja happing í barna
gørðum
og
skúlum
av
børnum frá familjum, ið eru
”øðrvísið”.
Bill Justinussen pástend
ur, at foreldur skullu hava
rætt til at avgerða, hvat tey
vilja informera teirra børn
um - hetta er í og fyri seg
rætt og gott. Men hvat er tað,
slík foreldur ynskja at varða
teirra børn frá í hesum før
inum? Vitanina um, at onnur
børn hava onnur familju
mynstur?
Eg skilji væl foreldur, ið
vilja ”spara” teirra børn frá
vitanini um minoritetar, ið
gera skaða á onnur, t.d. Pedo
fil-menniskju, ella um viður
skiftur, ið ikki eru hóskandi
børnum at kenna til, t.d.
pornagrafibransjuna
(eitt
dømi, sum Bill Justinussen
nevnir í kjakinum í D&V) –
men at hava somu tilgongd til
ein minoritet, ið ongan skaða
gera øðrum, og ið liva sum
vanligir samfelagsborgarir,
er fyri mær øgiliiga ringt at
skilja.
Sum eg síggi tað, kann ein
slíkur atburður viðføra happ
ing orsakað av, at børnini ikki
vita, at tílík familjumynstur
finnast og skullu virðast
(virðast eisini hóast man
trýr, at tað er ein skeivur livi
háttur).
Útyvir tað er mín ótti, at
ein tílkur atburður vil við
føra marginalisering, tvs.
útilukkan, og eina møgu
liga stigmatisering av sam
kyndum (nakað, sum eg
kann óttast fyri longu í ein
vissan mun gongur fyri seg í
føroyska samfelagnum).
Tí ynski eg at appellera til
foreldur um virkuliga at um
hugsa, um hetta er næstra
kærleiksfult. Er hetta ein
atburður, sum bíblian eggjar
okkum til?
Sjálv eri eg trúgvandi
kristin, nýgift við einum
trúgvandi manni. Vit ynskja
bæði tvey, at Jesus og bíblian
skal vera grundarsteinurin í
okkara lívið. Hóast vit ikki
skilja Gud í mun til tað, ið
bíblian sigur um homo
seksualitet, so trúgva vit, at
hjúnalagið er millum mann
og kvinnu. Tó viðførur hetta
fyri okkum IKKI, at vit – um
vit einaferð vælsignast við
børnum – ikki vilja informera
okkara børn um, at tað finn
ast børn við samkyndum for
eldur.
Harímóti vóni eg, at vit tá
fortelja børnum okkara, hvat
vit trúgva uppá samstundis
við, at vit fortelja teimum, at
onnur menniskju ikki neyð
turviliga trúgva og liva eftir
somu trúgv, og at hesi menn
iskju kortini skulu virðast og
behandlast kærleiksfult.
So at vit kunnu liva í ein
um samfelagið, har tað er
virðing fyri trúgv og ymisk
leika.
kjak