Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. apríl 2013 · Nr. 38 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 www.torshavn.fo Stuðul úr felagsgrunni Felagsgrunnur millum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn Møguleiki verður nú aftur at søkja stuðul úr felagsgrunninum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn. Fundur verður í grunninum síðst í mai mánaði, har avgerð verður tikin um hvør fær stuðul. Býarstýrini í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn seta árliga pening í grunnin, hvørs endamál er at veita fíggjarligan styrk til tiltøk, ið kunnu fremja og menna samstarvið og fatanina millum hesar kommunur og borgarar teirra. Tórshavnar býráð heitir tí á einstaklingar, feløg o.o., ið halda seg koma undir treytirnar fyri stuðli, um at senda býráðnum umsóknarblað við frágreiðing um tiltakið. Umsóknarblaðið fæst í Snarskivuni ella á heimasíðu kommununnar www.torshavn.fo. Tað er av týdningi, at hetta umsóknarblað verður nýtt, tá søkt verður, og at svarað verður so gjølla sum til ber. Meiri fæst at vita við at venda sær til Karin Jacobsen, skrivara, telefon 302010. Umsókn merkt „Fællesfond mellem Nuuk, Reykjavík og Tórshavn“ eigur at vera hjá Tórshavnar kommunu, Postsmoga 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi týsdagin 30. apríl 2013. tórshavnar kommuna Tórshavnar kommuna www.torshavn.fo Snarskivan leitar eftir starvsfólki at umsita okkara heimasíðu, app og sosialu miðlar. Uppgávan er at menna heimasíðuna, so vitjandi lætt fi nna røttu kunningina um Tórshavnar kommunu, og tænasturnar vit veita. Tú skalt orða og dagføra tilfar á síðuni og seta í verk nýggjar hentleikar, ið bøta um tænastuna til okkara viðskiftafólk. Harumframt skalt tú umsita okkara app og nýtsluna av sosialum miðlum. Eisini skalt tú luttaka í menningini av borgara- portalinum hjá Tórshavnar kommunu. Førleikarnir vit sóknast eftir eru viðkomandi samskiftis- útbúgving, ella royndir, ið kunnu sammetast við hetta. Tú skalt duga væl at orða teg á føroyskum og skriva tekst til netmiðlar, eins og eitt ávíst tev fyri KT er neyðugt. Tað er av týdningi, at tú ert væl skipað/-ur, jalig/-ur og sær menningarmøguleikar í talgildum samskifti. Setanartreytirnar eru sambært viðkomandi fakfelag. Starvið verður sett skjótast til ber. Umsóknin saman við prógvum og møguligum ummælum skal í seinasta lagi 22. apríl 2013 latast: Tórshavnar kommunu · Postsmoga 32 · FO-110 Tórshavn, ella sendast til torshavn@torshavn.fo Merk umsóknina „Samskiftisfólk til torshavn.fo“. Fyrispurningar um starvið kunnu setast Róki Tummasarsyni, deildarleiðara, á telefon 30 20 10 ella á rokur@torshavn.fo. Samskiftisfólk til torshavn.fo