fríggjadagur 5. apríl 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 5. apríl 2013 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
N
ú Ingi Samuelsen hevur sett
hol á tíðindasendingarnar
hendan fagra hósmorgum undir
heiðum himli, leskaði hann
tjóðina við nýggjheitini um, at
ES-fjeppararnir báðir á Danatingi
og rithøvundaduo´in Reistrup
& á Rógvu skulu spjalla saman í
Landstingssalinum, um vaksandi
útrásina av føroyskari heilamegi.
Í regi hjá Føroyanevndini, sum
Poul Nyrup Rasmussen fekk
skipaða fyri at gøllhalda føroy
ingum í Ríkinum danska, og
sum seinri bleiv brúkt sum
politiskt parkeringspláss til
undirmálarar í systeminum, eitt
nú hina meinaleysu Piu Larsen úr
Vinstraflokkinum. Nú er ES´duoin,
Edmund & Sjúrður, settir og
tjóðraðir á hesar básarnar, sum
ikki kunnu brúkast til annað enn
propandasnaring til teirra, sum av
góðum grundum ikki kunnu vita
betri um, hvat fyriferst á bonaðu
fjalunum á Christiansborg.
Har hendir í grundini lítið og onki,
og als onki, um teir valdu onga
politiska ætlan hava fyri landið
teir umboða. Hinvegin verða
sekretariatini undirdíkt í donskum
pengum, og teir skulu sjálvandi
brúkast til eitthvørt. Tað ræður
um at uppfinna ein gerandisdag.
Hjá Edmundi man dastið fara
í spunasmiðin, sum áhaldandi
heldur honum í politisku vatn
skorpuni og Sjúrður hevur plantað
eitt herlið av disciplum í sínar
kringumstøður, og hesi hava nú
skrivað partapolitiska frístílin: Ja
til Evropa.
Nýbrotið í hesum er, at Javnaðar
flokkurin nú ætlar at lima Føroyar
inn í ES-samveldið sum danskt
hjáland. Niðurstøðan kann ikki
vera onnur, hóast oddvitar flok
sins, Sjúrður og Aksel, hava roynt
at riðið á tveimum hestum, til
tess fyri fólksins ásjón at klúgva
flokkin í tvinnar lutir, har annar
parturin er fyri og hin ímóti
hesum sama limaskapi. Tað var
Javnaðarflokkurin sum stillaði
upp og fekk mann valdan á
Danating í 2011, og hesin mælir
nú til føroyskan limaskap í ES-
samveldinum, og harvið er tað. Í
grundini er hetta størsta hendingin
í føroyskari politiskari søgu í fleiri
ár, tí kennist tað løgið, so lítið
málið verður viðgjørt í almenna
rúminum.
Føroyingar søgdu ikki eitt rungandi
nei til EEC-limaskap, sum danskt
hjáland, í 1972-73. Tað fingu teir
ongantíð høvi til. Teir blivu ikki
spurdir. Politiska støðan var nú ikki
so eintýðug fyrst í sjeytiárunum,
sum hon seinri gjørdist. Ræðslan
fyri stjórnarrættarligu støðuni
og fiskivinnupolitikkinum lógu
ímillum, og tað er mest av øll
um Fólkafylkingini móti EEC og
Tjóðveldisflokkinum fyri at takka.
Trýstið av gøtuni, frá fólkinum,
gøtuparlamentinum, var avgerandi
í løtuni, táið tingmenn tóku av
gerðina um, at Føroyar skuldu
haldast uttanfyri hendan konti
nentala klubban av statum, sum
annars stóð í vøkstri.
Nógv er hent hesi 40 árini síðani.
Tað sum seinri gjørdist eitt sam
veldi í Europu, hevur nú sogið
dastið av nationalstatunum á
meginlandinum í seg, og ymiskt
er hvussu tað hevur vignast á
ymsu mótunum. Eitt nú hava
fleiri av statunum ligið í tungum
sjógvi búskaparliga í drúgva tíð
longu, og teir ana at kalla bara
av kunstigum andadrátti, frá
meginmotorinum, Týsklandi. Tað
búgva 500 milliónir fólk í hesum
samveldinum og hesi umboða
20% av heimsins tjóðarinntøku,
men hóast vørur, tænastur, fólk
og kapitalur hava havt frítt at fara
um gomlu landamørkini, so er
mistrivnaðurin vaksandi í fleiri av
hesum londunum, og búskaparligi
skjølurin so ringur, at útlitini eru
ræðandi eitt nú í Spania, Portugál,
Grikkalandi og Kýpros.
Sjálvandi skulu Føroyar vera ein
partur av heiminum. Sjúrður
væntar, at vit gerast tað í størri
mun, um vit lima okkum inn í ES
sum danskt hjáland. Psygologiskt
fer Danmark at fylla minni í
optikkini hjá okkum eftir hetta,
meinar hann, men føroysk
uttanríkismál eru undir donskum
ræði, og tað sindrið, sum hevur
verið á føroyskum hondum, man
nú vera ein viðfáningur, táið vit
síggja fakligu meginkompetansuna
flýggja úr Tingnesi yvir í privata
geiran, - tá kann tað ikki vera
serliga hugaligt at virka í uttan
ríkistænastuni í einum landi, sum
ongan uttanríkispolitikk hevur.
Trupulleikin hjá Javnaðarflokk
inum er og hevur verið, at hann
er mesti sambandsflokkur í
landinum. Aksel forsømir ikki ein
møguleika í almenna rúminum fyri
at staðfesta hesa støðu, og Sjúrður
hevur á Danatingi gjørt greitt,
at Føroyar verða ein partur av
danska Ríkisfelagsskapinum í allar
ævir, hvussu so víkir og vendir í
ókomnum døgum. Teir vilja ikki út
úr hamstrarakringekjuni – lokaðu
karusellini – heimastýrinum.
Hvørja ferð teir stíga eitt fet
kvinkar karusellin, men støðan
broytist ikki. Botnplaseringin
er okkara. Nú royna teir so eitt
flikk-flakk inni í kringekjuni,
við at avreiða føroysk áhugamál
umvegis Danmark, koloniveldið,
inn í ES-samveldið, men hetta fær
ikki afturljóð í einum landi, sum
frammanundan hevur demo
kratiskt undirskot, og fær tað
í uppaftur størri mun í nýggja
lutfallinum 1:10.000.
Hesin danskt fíggjaði frístílurin
hjá Sjúrði kennist eisini eitt
sindur malplaseraður í hesum
tíðum, tá júst støðan á fiski
vinnupolitiska økinum er truplari
enn nakrantíð, tí rætt hava teir
sum halda, at okkara partur
í strandalandasáttmálunum
hevur verið í lakara lagi, hóast
hugsaninar kunnu vera ymiskar
um, hvussu hetta skal loysast.
Vóru vit partur av felags
fiskivinnupolitikkinum hjá ES-
samveldinum í hesum døgum, var
búskaparligi standurin í landinum
líka ringur sum í kreppuárunum,
nú botnfiskastovnarnir ikki hava
verið í verri standi í okkara tíð.
Fólkatingsmaðurin hevur hesar
dagarnar, meira enn hálvhjartaður
tykist tað nú kortini, roynt sum
frægast at verja síni sjónarmið
um, at Føroyar fult og heilt skulu
geva seg upp í hendurnar á ES-
syteminum ígjøgnum donsku
bakdyrnar. Hóast treytaleysu
miðlar hansara altíð standa tøkir til
eitthvørt endamál, Miðlahúsið og
Portalurin/FøroyaTele, so dovnaði
hendan debattin líka skjótt sum
allar hinar, sum hava tikið seg upp
í kjalarslóðini á øllum álitunum,
sum skrivað eru um Føroyar og
hendan kontinentala klubban av
nationalstatum.
Havi ikki havt stundir at lurta
eftir øllum kjakinum, sum hevur
verið um partapolitiska frístílin
hjá Javnaðarflokkinum og Sjúrði,
men í kjakinum í Degi & Viku um
málið, tókti mær hjartaliga synd
í nýslokta javnaðarmanninum,
fólkatingsmanninum, nú hann
sat yvirfyri sínum fyrrverandi
meistara og harra, Høgna Hoydal,
og sá út sum ein nevaleikari, ið
hevði fingið tann seinasta upper
kuttin, og eyguni snúraðu ráða
leys runt í høvdinum á honum.
Hvussu skuldi fyrrverandi
politiski advokaturin hjá Høgna
nú eisini sannføra sín áður so høgt
estimeraða harra um rættleikan
av tí øvuta, sum áður hevur verið
kredda hansara. Hetta gjørdist
næstan líka komiskt sum sceansan
í Læraraskúlahøllini í jólavikuni í
2004, táið Sjúrður hevði Strelnikov
leiklutin á avrættingarpelotongini,
tá ein løgtingsmaður hjá Tjóð
veldisflokkinum skuldi eksklu
derast. Tað eydnaðist heldur
ikki. Og í hesum førinum fer tað
heldur ikki at eydnast, sjálvt
ikki við hjálpini frá politiska
tvíburðinum í Miðlahúsinum –
socialdemokratiska redaktørinum
– hinum føroyska parallellinum hjá
Canis Fæcalis í javnaðarhøpi (les
Brahmadellarnir blaðsíða 138, 139
og 140).
Sjálvandi skulu Føroyar vera ein
partur av heiminum, men hetta
málið hjá Javnaðarflokkinum fær
ikki verið meira øvut, tí teir megna
ikki at taka ta einastu støðuna, sum
kann gera okkum til ein javnbjóðis
part í altjóða samfelagnum, tað er
at loysa Føroyar statsrættarliga frá
Danmark, at skipa nationalstatin
og síðani at fara undir at reka
okkara egna uttanríkispolitikk.
Tástaðni ber til at tosa um hvørjar
alliansur vit skulu gera í heims
samfelagnum. Henda leið treytar
kortini, at Javnaðarflokkurin flytir
seg úr heimføðisalliansuni við
Danmark og gerst ein partur av leið
Tjóðveldisfloksins, einasta gongda
leiðin, bara blokkur og aðrar
imperialistiskar blokkeringar verða
fingnar av vegnum.
ES, - Edmund & Sjúrður
tíðargrein
Tórbjørn Jacobsen
fyrrverandi løgtings- og
landsstýrismaður fyri Tjóðveldi
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen