Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 5. apríl 2013 · Nr. 38 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 20. juni 2011 kom Fólka­skúla­ ráðið við einum tilmæli um sernámsfrøði í Føroyum. Eitt av tilmælinum er, sum fyri­ byrgjandi tiltak, at børnini skulu fara í 1. flokk eitt ár fyrr enn tey fara nú og hava møguleika fyri at ganga 11 ár í skúla. Hetta fyrsta árið skal ikki hava sama innihald sum núverandi 1. flokkur, men hava eina meira spælandi læru­tilgongd. Á vári 2012 kom eitt til­ mæli frá skúlastýrunum í Tórshavnar kommunu, sum somuleiðis mælir til, at børn­ ini fara í skúla eitt ár fyrr. Felagið heim og skúli hev­ ur somuleiðis í lesara­brævi í Skúlablaðnum og í fjøl­ miðlunum mælt til, at børn fara í skúla eitt ár fyrr. Mikið kjak hevur í sein­ astuni verið um, nær børnini í Føroyum skulu fara í skúla. Spurningurin er, um hesi tilmæli byggja á faklig atlit ella um tað er ein persónligur ella politiskur hugburður, sum ger seg galdandi? Mentamálaráðið bjóðaði inn til eina ráðstevnu 10. mai 2010 í Norðurlandahúsinum, har tey vildu varpa ljós á og fáa eitt kjak um, nær børnini skulu byrja í skúla. Tríggir granskarar, Peder Haug, Niels Egelund og Ingmarie Munkhammar vístu á, hvat ymisk gransking vísti um hetta evni. Niðurstøðan var m.a., at granskingin vísir, at tað er hvørki verri ella betri at byrja í skúla eitt ár fyrr. Menningin hjá børnunum er ikki ávirkað av, nær tey byrja í skúla. At londini rundan um okkum hava valt at koyra børnini í skúla fyrr enn vit, er ikki fakliga grundað, men er ein politisk avgerð. Sum fakfólk á økin­um kenna vit bæði skúla­skip­ anina og dagstovnaøkið í Før­oyum, samstundis sum vit meta okkum at hava eina holla vitan um menningina hjá børnum. Hyggja vit eftir skúla­skip­ anini í Føroyum, so liggja stór­ar avbjóðingar í at geva næm­ingunum, sum eru í skip­anini í dag, eitt nøktandi skúla­tilboð. Samfelagið set­ir stór krøv til skúlan í dag, har øll børn skulu trívast og fak­ liga fáa nakað burtur­úr. Hetta krevur, at skúlin veitir næm­ ingunum næmingalagaða und­irvísing og heldur teim­ um til í arbeiðinum. Vit hava fá sertilboð í Føroyum, flokk­ arnir eru ofta stórir, sum oft­ ast við fáum læraratímum og stuðulstímajáttanin røkk­ur langt frá til tað, sum skúl­ arnir meta seg at hava tørv á fyri at kunna geva øllum børnunum eina góða undir­ vísing. Teir fysisku karm­ arnir, bæði innandura og uttan­dura á nógvum skúlum, eru trongir, sjálvt á teimum nýggju skúlunum, og ser­ undir­vísingarhøli eru ring at fáa eyga á. Børn sum eru 5 - 6 ára gom­ul, har vit skulu leggja dent á eina spælandi lærutil­ gongd, hava tørv á hóskandi fysiskum kørmum bæði inni og úti, sum er laga til teirra tørv og menning. Flestu skúla­garðar og skúlastovur nøkta ikki henda tørvin í dag. Børn hava tørv á nær­ver­ andi vaksnum fólk­um. Veru­ leikin er, at starvs­fólka­nor­ mer­ingin á dagstovnaøkinum er betur enn á skúlaøkinum og gevur hetta betri for­treyt­ ir fyri at børnini fáa hesa nær­veru. Flestu dagstovnar hava somuleiðis góðar fys­ iskar karmar og rúma í dag børnum millum 0 og 7 ár. Okkara ætlan er ikki at seta spurnartekin við tað ar­beiðið, sum verður gjørt á skúlum og dagstovnum í dag. Bæði lærarar og pedagogar gera eitt stórt og gott arbeiði á teirra øki. Vit seta hinvegin spurnartekin við, hvat henda politiska avgerðin og fakligu tilmælini at koyra børnini í skúla eitt ár fyrr, byggir á. Hyggja vit eftir menn­ing­ ini hjá børnum, so mennast og læra tey alt lívið, og henda spælandi lærutilgongdin at menna barnið til lívið fer fram longu frá barnið er føtt og enn tá áðrenn. At styrkja barnið sosialt, krops­liga, kognitivt, málsliga og per­ sónliga er týðandi alt lívið bæði undan og eftir skúla­ aldur. At geva barninum eina vitan um seg sjálvan og um verðina, er tað sum allur lær­dómur og víðari menning byggir á og henda menning er ikki avmarkað til eitt ávíst tíðar­skeið í lívinum. Vit meta, at tað verður trupult hjá fólkaskúlanum undir núverandi umstøðum at taka ímóti 5 til 6 ára goml­ um børnum, bæði viðvíkjandi hvussu skúlin er skipaður, nor­meringum, fysiskum kørm­um og tí fíggjarliga. Vit meta tí í verandi støðu, at vit heldur eiga at menna økið 0 til 7 ár, so at øll børn í Føroyum fáa eitt javnbjóðis tilboð. At tey fáa eina vitan um verðina og seg sjálvan og har tey trívast og mennast. At dentur verður lagdur á at seta orð á og samskifta við børnini um upplivingar og kenslur, at reflektera yvir verðina, seg sjálvan og onnur, at læra børnini at avlesa og samstarva við onnur, tolsemi, áhuga fyri bókstavum og bók­stavaljóðum, spæli­skriv­ ing, at fáa tal- og mongd­ar­ fatan, at savna seg um eina uppgávu, rørsluligar avbjóð­ ing­ar, kreativitet osfr. Hetta tilboð skal verða eins fyri øll børn, so tað ikki er tengt at, hvar barnið býr ella hvat dagtilboð barnið hevur. Vit eiga at menna okkara egna tilboð heldur enn at kopi­era aðrar skipanir fyri­ litar­leyst, tí fyrimunurin við at vera eitt lítið land er, at tað er lætt at røkka út til øll børn í Føroyum. Her mæla vit til eina meira fleksibla skipan, heldur enn at koyra børnini í skúla sum 5 - 6 ára gomul, har tey skulu møta kl. 8 og har tað er møtiskylda. Um børnini eru á dagstovni til tey eru 6 - 7 ára gomul, skulu tey bert fyrihalda seg til eitt tilboð allan dagin og ikki fyrihalda seg til eitt skúla­ tilboð nakrar tímar og eitt frítíðartilboð nakrar tímar. Tankin um at hava eitt ávíst innihald fyri tey 5 - 6 ára gomlu er góður. Okkara uppskot er at víðka hetta til at hava eitt ávíst innihald til øll 0 til 7 ára gomul børn í Føroyum, so øll fáa eitt javn­ bjóðis pedagogiskt tilboð við greitt defineraðum málum, har vit miðvíst og tilvita menna og styrkja børnini. Sum nevnt hevur skúlin fleiri óloystar avbjóðingar at arbeiða við. At koyra fleiri børn inn í hesa skipanina og enntá yngri børn seta vit spurnartekin við. Hví skulu vit tyngja skúlan enn meira við at koyra ein árgang aftrat inn í skipanina? Gev heldur skúlanum møguleika til at loysa núverandi uppgávur, áðrenn vit leggja fleiri byrðar á teirra herðar. “Føroyingar eru lukkligir og eydnusamir.” Tað vísir nýggj kanning hjá Fólkaheilsuráðnum. Gott nokk læra vit ikki so nógv, men vit eru nøgd. Vit eru enntá nøgdari enn fólk í grannalondunum, sum annars verða søgd at vera heimsins lukkuligastu. Føroyska lukkan byggir á tríggjar súlur, segði samskiparin í Kringvarpinum: vit hava góð netverk, vit kenna okkum vird, og vit eru trygg. Á einum stiga við trinum frá 0-10, enda vit á 7,9. Bæði norðmenn, íslendingar og danir liggja lægri enn vit á stiganum. Lýsingarátakið fyri føroyskum lívsnøgdsemi byrjaði týsdagin við samrøðu í Góðan Morgun Føroyar og nýggjum bólki á Facebook við heitinum “Ræðuliga gott,” har fólk kunnu skriva tær góðu søgurnar um at búgva í Føroyum. Eg gleði meg at hoyra meira um kanningina, men eg má viðganga, at skepsisin var stór týsdagin (tá hetta Eygamálið varð skrivað). Tí hvussu kann man gera eina kanning, sum í staðin fyri at byggja á eina ástøðiliga hypotesu, er grundað á eina greiða missión: “at lyfta stemningin í føroyska samfelagnum”? Nú burdi eg verið tann síðsta at grenja um slíkt aðalborið endamál. Eg havi mangan suffað um, hvussu fólkafráflyting knappliga gjøgnumsúrgar alt alment samskifti. Kvinnur skulu hava javnstøðu, tí annars rýma tær, tey ríku skulu hava lægri skatt, annars rýma tey, og námsfrøðingar skulu hava betri arbeiðsumstøður, annars rýma teir. Troyttandi grenj, havi eg hugsað. Og tá man skrivar blogg um gerandisgleðir, skal man nokk ansa eftir egnum glashúsi, áðrenn man finnist at jaligum nøgdsemiskanningum. Men eg loyvi mær álíkavæl at kasta ein stein í jubilmaskinuna. Tí kanska er fortreytin fyri eydnuni, at vit IKKI eru lukkulig. Norðlýsið vísti herfyri á vísindaliga týska kanning, sum staðfestir at pessimistar liva longri enn tey, sum síggja ljóst uppá framtíðina. Niðurstøðan í kanningini er, at tey sum hava lindi at stúra fyri framtíðini, hava betri heilsu, betri inntøku og liva longri. Tey, sum hinvegin vænta sær eina ljósa framtíð, eru ikki nóg væl fyrireikað, tá framtíðin verður veruleiki. Tey verða fátæk, sjúk og doyggja fyrr. Sambært Fólkaheilsuráðnum eru føroyingar sera bjartskygdir og “vænta at vera á trini 8,5 um 5 ár.” Tað fegnast vit um, tí tað er gott at vera glað og enn betri at vera optimistisk. Men er tað nú tað? Hvussu hevði føroyska vinnulívið sæð út, um forfedrar okkara vóru nøgdir við tað, sum var? Og um forfedrar okkara høvdu væntað eina ljósa, lætta framtíð, høvdu teir so stríðst fyri einum føroyskum vælferðarsamfelagi? Er tað ikki stríðið og ónøgdin, sum hava lagt lunnar undir føroyska framburðin? “Veruleikin er nakað lort,” segði maðurin, tá ið vit annað páskakvøld gjørdu okkum til reiðar at fara í holt við gerandisdagin aftur. Orðini minntu meg um abba, sum plagdi at siga “Et strid vort liv monne være.” Eg hámeti báðar, tí veruleikin er nakað lort, og lívið er eitt stríð. Sjálvandi skulu vit gleðast um tað góða, men tá ið almennir stovnar seta nøgdsemi og “góðan stemning” sum samfelagslig mál, rennur tað mær kalt niður eftir bakinum. Hvussu verður framtíðin, um øll bara eru glað, og hvat hendir við framburðinum, um ónøgdsemi verður óynskt? DORIT HANSEN lærari og ritstjóri EYGA MÁLIÐ Veruleikin er nakað lort! kjak kjak Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Nær skal barnið í skúla? Marjun Nielsen sálarfrøðingur Johanna Lindenskov Joensen námsfrøðiligur ráðgevi