Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-05, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 5. apríl 2013 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 nøvn 2. apríl 1933 bleiv Sverre Ingolf Midjord borin í heim. Hettar var ein hørð og beisk tíð at vaksa upp í, tí ikki var nógvur peningur millum manna, og fólk royndist sum best at klára til dagin og vegin. Sverre var somikið hepp­in at koma at vaksa upp hjá fittum og hjartagóðum fólk­um, nemliga ommu og abba sínum, Juliu og Poul J. Mid­jord. Somikið stóran prís setti Sverre á sín uppvøkstur, og góðu fólk, ið uppaldu hann, at hann eftir fólkskúlan fór at sigla við Leivi Øssursyni, so hann kundi betra um og útbyggja barnaheimið, og tískil hjálpa til hjá teim gomlu. Hann fekk líka frá barna­árum lagt niður í seg at hugsa um onnur, og tey minnu­menti. Nakað sum hevur fylgt Sverra alla hans­ ara tíð. Sverre lærdi og kom at arbeiða á Posthúsinum, har hann arbeiddi frá 1950-69. Síðan arbeiddi hann á Gjald­ stovuni, seinni Toll og Skatt­ stovu Føroya, inntil pen­ sións­aldur. Sverre Midjord var í Tvør­ oyrar býráð árini 1966–1984 og 1989–2008, har­av borgmeistari 1967–1984. Sverre sat á Tingið fyri Suðuroynna 1978–1980, 1990–1994 og 2004–2008, og var fastur eykamaður fyri javnaldran, og bygdamannin Atla Dam árini 1975–1978 og 1985–1988. Men ikki bara politiskt hev­ur Sverre verið aktivur. Ser­stakliga innan ítróttin, hevur Sverre verið ein eld­ sál á Tvøroyri. Hann hevur verið uppihavsmaður til mangt meistaraheitið á pláss­inum, bæði innan fót­ bólt­in, hondbóltin og sum borð­tennis-spælari. Nevnir ein TB, kemur ein ikki uttanum Sverra, og hava tvørafólk nógv at takka honum fyri, fyri hans­ ara ótroyttiliga arbeiði, bæði sum venjari, spælari og sum formaður í elsta ítrótt­ar­ felagnum í landinum. Mang­ ar veitslurnar og saman­kom­ ur fyri spælarir og venj­ar­ar hevur Sverre staðið fyri, um­framt at hjálpt til, tá ung­ lingar eru farnir uttanlands á ítróttarskúla osv. Aktivir spælarir í dag, hava havt Sverra sum venjara, so enn er hansara ávirkan galdandi innan føroyska ítróttin. Sverre var eisini við, tá ítrótt­arhøllin varð bygd, og kann nú gleðast yvir, at nýggið vøllurin hjá TB ligg­ ur beint við høllina. Tað var ikki av tilvild, at Sverre sjálv­ ur setti fyrsta spakan í við vøllin við Stórá, nýggja stási­ liga heimavøllin hjá TB. Eisini tá flakavirkið varð bygt, var Sverre við, og má tað verð hugaligt nú at síggja, at vinnulívið enn einaferð blomstrar á Tvøroyri. Tú hevur upplivað nógv Sverre, tú upplivdi hvussu trongligt fólk høvdu tað, tá vit vóru ungir. Og kanska nettup tí er tað, at tú hevur ver­ið við til at betra um livi­korini hjá okum øllum, ungum sum gomlum her á hes­um klettum. Og tú byrjaði longu við teimum, ið tóku sær av tær tá tú vaks upp, nemliga ommu og abba tínum, ið tú av eintingum bygdi eini snoti­lig hús. Tú fór sjálvur til skips sum blaðungur, tí har var peningur at forvinna. Vit upplivdu eina harða og svára tíð sum óvitar. Kanska tí var tað, at vit sjálvur gjørdu nakað við støðuna, fyri at betra um. Alt gott um tey ungu í dag, men um tey høvdu upplivað tað vit gjørdu, ja kanska høvdu tey sett meiri prís uppá, hvussu gott vit hava tað í dag. Men lat tað bara liggja. Ja at Sverre eisini hevur verið sjómaður, eru kanska ikki nógv, ið vita av. Okur møtt­ust umborð á Rødul í Íslandi, og altíð var tað stutt­ ligt at møtast. Tú legð­ist seinni á land, har tú so sanni­ liga hevur gjørt ein mun inn­ an so nógv økir. Sjálvur helt eg áframm á sjónum. Nú eri okur gamlir báðir, men enn er tað líka so stutt­ ligt at møtast og práta, tí sjálvt um kroppurin er gam­ al, er vitið enn ungt og líka for­vitið, tíðanbetur. Eg fari við hesum fátæku orðum at heilsa tær vinurin. At tú fær ein blíðan byrð framyvir. Tú hevur í hvussu so er uppiborið tað, tú Føroya sonur. Hjartaliga tillukku Sverre. Heilsan ein vinur Sverri Midjord áttati Eldhugaður undangongu­ mað­ur í ítrótti, politikki og ann­ars innan alt tað, hann hevur fingist við og havt áhuga fyri – og tað er ikki so lítið millum ár og dag. So­ leiðis kann í stutt­um gevast ein lýsing av føð­ing­ar­dags­ barn­inum, Sverre Mid­jord, sum 2. apríl fylti 80 ár. Sverre er eitt av hesum fólkunum, ið gera vart við seg, har tey eru, og sum seta sær varandi spor, tí viljin er sterkur, sum drívur verkið. Alt hetta nógva verður gjørt so inniliga og sannførandi, at ofta hevur tú ivast í, hvussu tað ber til hjá einum menn­ iskja at vera so tætt knýtt at áhugamálum og arbeiði, ið altíð hevur til endamáls, at fjøldin og – ikki minst – upp­ vaks­andi ættarliðið kann njóta gott av tí. Talan er ikki um at gera vart við seg sjálvan ella at laða sær sjálvum varð­ar, men alt hetta nógva er og hevur verið merkt av ein­um eina- stand­andi samfelagssinni, ið so ómetaliga nógv menniskju kunnu njóta gott av. At Sverre er tvøramaður av heil­um huga, hevur eingin nakran­ tíð havt orsøk til at ivast í, og hevur hann vart býin og staðið við hond og fót alla sína tíð, bæði í orð og í tal. Í ítrótti og politikki hev­ ur Sverre Midjord havt ótelj­andi álitisstørv, ið hava kravt ikki so lítið av honum. Men gjøgnumgangandi hev­ ur verið ein ótroyttiligur ar­ beiðs­innsatsur, ið alla hans­ ara lívsleið hevur borið við sær, at úrslit hava ligið eftir, og mál eru rokkin. Sjálvt, tá onnur hava hildið, at nú hevur verið siktað ov høgt, hevur tað hepnast honum at stýra og skipa so væl fyri, at øll hava ásannað, at kósin var tann rætta og úrslitið har­eftir. Bæði í lokalpolitikki og landspolitikki hevur Sverre verið ein av teimum, ið hava notið stóra virðing millum manna – bæði hjá samdum og ósamdum. Og sum ágrýtin samfelagskjakari hevur hann ikki verið bangin fyri at sett orð á mangt av tí, vanliga fólkið hugsaði, men kanska ikki hevði møguleika fyri at bera fram upp á sama máta sum hann. Í nógvar mátar má sigast, at Sverre í sínum polit­iska yrki veruliga hevur verið ein fólksins maður. Ikki minni hevur hann lagt nógv og gott eftir seg í sín­um yndisítrivi, ið øll árini hevur verið ítróttin. Sjálvur hevur hann roynt seg í bæði hondbólti og fót­ bólti, men serliga er tað inn­ an borðtennis, at hann sum virkin íðkari hevur gjørt vart við seg. Hann eig­ur sín stóra lut í, at hesi ítrótta­grein hevur verið lív lagað í Før­ oyum, tí hann var við til at legði lunnar undir føroyskt borðtennis, og taldist millum tey virknu við battinum langt upp í árini. Drúgvur og trúgvur hev­ ur Sverre Midjord eisini ver­ ið, tá talan hevur verið um at arbeitt fyri alla føroyska ítrótt, tí í meira enn 40 ár sat hann í stjórnini í Ítrótta­sam­ bandi Føroya, har hann eisini í meiri enn 25 ár sat sum varaforseti. Fyri trúgva og drúgva virkið sítt innan ÍSF hevur Sverre fing­ið øll tey heiðurs­merki, Ítrótta­sam­ band­ið gevur. Í starvstíð síni í Ítrótta­ sam­bandi Føroya hevur Sverre upplivað og ver­ið part­ur av nógvum broy­ting­ um, og menningin innan ítrótt­ina hevur verið sera stór, men avbjóðingar tó ong­an­tíð størri enn so, at Sverre var altíð klárur. Altíð hevur hann verið til reiðar at tikið eitt tak, har brúk hevur verið fyri tí, og á serliga fyri­ skipanaðarliga økinum hevur hann innan landsítrótt víst sínar dygdir. Vit báðir hava samstarvað leingi og væl í felags tíð okkara í Ítróttasambandinum, men eisini hava vit havt nógv sam­an og nógv til felags á øðr­um økjum. Vinsælur er Sverre sum fáur, og tí er tað mær av sonnum ein gleði at kunna bera honum hesa føð­ ingardagsheilsan. Góði Sverre, hjartaliga til­lukku og takk fyri gott vin­arlag og trúfesti. Alt tað besta frameftir. Heðin Mortensen Sverre Midjord 80 ár