fríggjadagur 5. apríl 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. apríl 2013 · Nr. 38
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
»Á, at hetjurnar skuldu falla!« 2. Samuelsbók 1,19. Hetta
skriftbrotið kom til mín, tá ið mín góði beiggi so brádliga varð
tikin frá okkum.
Hetta er ringt at skilja, hví Harrin tók hann burtur nú, nú
ið hann arbeiddi so nógv í víngarði Harrans, bæði í skrift og
talu, og hevði óivað nógv eftir enn, sum hann ætlaði at fáa
frá hondini.
Richard elskaði Jesus og livdi lívið fyri hann, sum leið og
doyði á Golgata krossi fyri okkum øll.
Richard var friðarmaður, var altíð við tí góða orðinum,
segði ongantíð nakað ringt um ein annan.
Tað er svárt hjá okkum øllum at hava mist Richard, men
svárast hjá tær, góða Ása, sum stóð so væl saman við honum
og stuðlaði honum so væl hesi knapt 15 árini, tit fingu saman.
Harrin styrki teg og lati teg koma væl gjøgnum hendan
brotasjógvin við, enn sum áður.
Vit vita, at vit skulu síggjast aftur har, sum ikki er broyting
ella skiftandi skuggi, Jákupsbræv 1,17. Vit fáa hann ikki aftur
her, men fara til hansara, 2. Sámuelsbók 12,23.
Eg vil enda við einum sangi, sum Richard umsetti til
føroyskt úr donskum, tá ið hann bert var ein smádrongur, og
sum stendur í Guds Fólks Songbók.
Leið meg heim til frelsuklettin! Ei eg líta kann á meg; Á tí kletti
kann eg hvíla, Skýli fyri meg og teg.
Niðurlag:
Á tí kletti kann hon byggja, Sál mín frelst og frí og glað; Undir
honum kann eg liggja, Har er stormfrítt hvíldarstað.
Undir hesum gamla kletti Er eitt gott og tryggjað stað;
Uttanfyri ýlir ódnin, Undir klettinum er læ.
Hesin klettur er mín frelsa, Náðistreymurin har rann; Har eg
drakk av lívsins keldu, Har eg frið við Harran fann.
Jesus, tú mín frelsuklettur, Eg vil syngja til títt prís, Til eg
einaferð í Himli Syngja skal á betri vís!
Lewis Hartsough (Amer.) 1828 - 1919
(Richard Danielsen týddi)
Ærað veri minnið um mín góða og elskaða beiggja, Richard.
Victoria Victorsdóttir Jacobsen
Til minnis um
Richard Danielsen, Fuglafirði
Minningarorð
um mammu mína
Hedvig Joensen
f. 08.09.1958 d. 16.09.2012
Mín góða, elskaða mamma,
ikki hevði eg væntað, at eg
skuldi missa teg í tínum
bestu árum, og júst sum eg
siti her og skrivi, flúgva tús
undtals tankar og minnir í
høvdinum um lívið, vit
hava havt saman.
Serliga hevði tú stóran
týdning í ungdómsárunum,
tú vart altíð tann, ið upp
muntraði. Næstan hvønn
leygardag vart tú við, tá
ið ítróttur var, eins og tú
gjørdi saman við Allan, tá
ið hann var yngri. Tú vart
altíð við okkum.
Sum vit blivu eldri og
broyttust, vart tú altíð tann
sama uggandi og stuðlandi
mamma, og klár at geva eina
hjálpandi hond, tá vit høvdu
brúk fyri tí. Tá tú fyri trim
um árum síðan fekst at vita,
at tú skuldi verða omma, var
tú so spent og glað og tá ið
ommusonurin bleiv føddur,
bleiv hann títt eitt og alt, og
gleðin var stór.
Men bara ein mánað
seinni fekst tú eini keðilig
boð um, at tú hevði fingið
krabbamein. Men hóast
hesa tungu lagnu, royndi
tú at berjast ímóti og hevði
tvey sera góð ár, inntil títt
ljós slóknaði. Her sita vit
eftir og sakurin er ómetaliga
stórur, men vit kunnu ugga
okkum við, at minnini um
teg, mín elskaða mamma,
eiga vit í frið og troystarorð,
sum prestur segði í kirkjuni:
Deyðin hevur tikið Hedvig
vekk frá okkum, men hann
hevur ikki vunnið á henni,
tí hon livir víðari í børnum
og ommubarni.
Eg sakni teg sera nógv,
mamma, men eri eisini glað
fyri ta tíðina, tú og Lukas
høvdu saman, og fyri tey
ár, eg hevði teg her hjá mær.
Eg elski teg, mamma, og við
sanginum, sum tær dámdi
so sera væl, vil eg hervið
siga takk fyri alt.
So rótleyst er sinni títt, altíð á ferð
tað tykist, sum gloymir tú virðini her.
Hví droymir tú heldur um fjarskotin lond,
enn síggja tað vakra, sum er í nánd.
Tær tykir at lívið er keðiligt, grátt,
hvønn er tað tú saknar - hví falla í fátt?
Tá aldri tú unnar tær hvíld ella frið,
fæst einki at grógva við tína lið.
Far innar í stovuna um hon er trong,
og lurta - hon syngur ein stillan song.
Hon rúmar tó nakað, sum tú leggur í,
har vantar bert tað, at tú varnast tí.
Tann eydnan, tú hómar um blánandi fjøll,
hvør sigur, hon finst ei í heima høll.
Tú átti ei friðleysur leitað so fjart,
men lært teg at elska tað, sum tú sært.
Hvíl í friði, elskaða mamma.
Jónfríð
Sunnudagin 7. apríl fyllir
Flóvin Tyril í Norðragøtu
70 ár. Flóvin er sonur Jákup
og Annilenu Zachariassen í
Mortanstovu.
Hann er giftur við Sunn
evu (f. Joensen úr Vági) og
eiga tey 5 børn: Birnu, Búa,
Marna, Jón og Maluna. Til
samans eiga tey 12 barnabørn.
Seinni í hesum árinum hava
Sunneva og Flóvin verið gift
í 50 ár.
Flóvin er útbúgvin rør
smiður. Hann lærdi hjá pápa
sínum, og arbeiddi hann eina
tíð á Skála Skipasmiðju, síðani
sjálvstøðugur, og er hann
kendur sum ein framúr góður
handverkari. Eisini hevur
hann handilsútbúgving og
arbeiddi í fleiri ár sum heil
sølumaður.
Men við sínum framúr
góðu málsligu evnum, kom
lívsleið hansara at liggja
innan
tað
bókmentaliga.
Hann vann sæt útbúgving
í føroyskum á fróðskapar
setrinum og hevur týtt fleiri
bøkur til føroyskt. Flóvin
hevur eisini góðar skalda
gávur og hevur yrkt og týtt
nógvar sálmar og sangir.
Nógvir teirra eru sannar
perlur á høgum málsligum
stigi. Musikalskur sum hann
er, hevur hann eisini sett lag
til onkran kendan og nógv
sungnan sang.
Flóvin er teldusnillingur
við lít og hevur skannað og
gjørt bæði bíbliutýðingina
hjá Victor Danielsen og
“Songbók Guds Fólks” teldu
tøkar.
Saman
við
Arvid
Hansen hevur hann gjørt
forritið “Skriftin” við fleiri
bíbliutýðingum og øðrum
bókmentum, umframt at
hava savnað væl yvir 2000
sálmar og sangir við til
hoyrandi nótum til hvønn
einstakan sang. Hetta avrik
hevur nærsagt verið lívsverk
hansara.
Eisini hevur Flóvin verið
við í tilevningini av nýggju
útgávuni av “Songbók Guds
Fólks”, sum vónandi skjótt
kemur út.
Eitt tað størsta avrikið
hjá Flóvin er útgávan av
tíðarritinum “Leirkerinum” og
teimum hundraðtals bókum,
bløðum og bóklingum, sum
hann, saman við bróður
sínum,
Zachariasi,
hevur
givið út seinastu 30 árini.
Tey eru mong, sum nú,
Flóvin fyllir sjeyti, fagna
honum og takka honum
fyri eyðmjúku og lítillætnu
framferð hansara. Hann ger
ikki nógvan háva burtur úr
sær sjálvum.
Hjartaliga
tillukku
og
Harrin signi teg og øll tíni.
Skyldmaður
Flóvin Tyril 70
www.sosialurin.fo