Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 5. apríl 2013 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tíðindaskriv Hvørji vóru tey? Lisa Eidesgaard var fødd á Eiði 27. februar 1843. Hon var dóttir Marsannu Hansdatter úr Pállshúsi og Hans Andrea­ sen úr Garði, Hanus skúla­ lærara. Tey vóru trý systkin og hon var yngst. Hon doyði 25. august 1915, 72 ára gomul . Hon er grivin á Eiði. Eliesar Højsted var fødd­ ur í Funningi 27. oktober 1842. Hann var sonur Ják­up bónda uppi á Geil í Funn­ ingi og Pouline Sofie. Tey vóru 4 systkin og Eliesar var nummar 3 í raðnum. Mamm­ an var dóttir Jóannes tann Vísa. Eliesar gjørdist bert 41 ár, tí hann sjólátst á Norð­hav­ inum 21. mars 1883. Teir róðu út við 8-mannafari og beint fyri páskir hendi vanlukkan - eingin kom afturíaftur. Teir, sum fórust vóru um­ framt Eliesar og sonurin Ják­up Jógvan Joensen 20 ár, Jørgin Mørkøre 40 ár, Jógv­an Joensen 40 ár, Lau­rits Abra­ hamsen 29 ár, Pól Joen­sen 47 ár og Dánjal Lyse­dal 19 ár. Tað hevur ikki eydnast at finna eina mynd av Eliesari. Tey bæði giftast 16. sep­ tember í 1863 í Eiðis kirkju og búsettust í Hvanngarðinum á Eiði og fingu 11 børn. Hvar er Højsted ? Enn er okkum ikki greitt hvaðani navnið Højsted stavar, men tíðliga verður tosað um “bond­en på Højsted”, so møgu­liga er “uppi á Geil” so ovar­laga tá, at tað kundi kall­ ast Højsted - møguliga. Lisa og Eliesar fingu 11 børn, men ikki øll komu und­ an. Elsti sonurin 1) Jákup er føddur 26. august 1864 á Eiði. Hann rør út saman við páp­anum, og gongur burtur saman við honum í 1883, sum greitt er frá omanfyri. 2) Marsanna er fødd 18. ok­tober 1867 á Eiði. Hon gift­ ist 30. mai 1889 við Jógvan í Skor­ini. Tey fingu 8 børn. Rasmus 1890, Elisabeth (hjá Olufi) 1892, Eliesar (skós) 1894, Karl 1897 (doyr 6 ár), Anna Sofía 1900, Edvard 1903, Karin 1906 og Karl 1910. Mar­ sanna doyði 9. mai 1951, 83 ára gomul. 3) Poulina er fødd á Eiði 1. desember 1870. Hon var ógift. Hon tænti eina tíð í Jógvansstovu í Leirvík, men tá systirin Anna Sofía doyði, tók hon húsið uppá seg í móð­ ur stað. Seinni búði hon eina tíð hjá systirdóttrini Lisu á Eiði, men seinnu árini búði hon hjá systirdóttrini Dudu í Havn. Haðani doyði hon út 28. juni 1964, 93 ára gomul og er grivin á Eiði. 4) Hans Dorius er føddur 23. mai 1873 á Eiði. Hann var skræddari og búsettist í Keypmannahavn. Hann gift­ ist 1. juli 1909 við Ellen Cath­ rine Hoffgaard av Bornholm. Tey fingu 5 børn. Elis Carlin 1908, Ernst Donald 1910, Carl Børge 1914, Skjold Pauli 1918 og Solveig í 1923. Hans Dori­ us doyði 19. juli 1946, 73 ára gamal. 5) Kristian er føddur 23. oktober 1874 á Eiði. Hann gift­ist við systkinabarni sín­um Siggu hjá Fredriki í Garði. Tey búsettust á Eiði men flyta umleið 1921, tá hann festir eina hálvmørk í Funn­ingi. Tey fingu synirnar Elies­ar 1908 og Fredrik 1917, sum báðir eru føddir á Eiði. Kristi­an doyði 5. januar 1955 í Funn­ingi, 80 ára gamal. 6) Hans Andrias Karl er føddur 20. desember 1875 á Eiði. Hann giftist 10. februar 1900 við Sannu Sumberg (Lop­rans-Sanna) og búsettist í Lopra. Tey fingu eina gentu Sigrid 1900. Hans Andrias, ella Karl, sum hann varð róptur har suðuri, doyði 31. juli 1947, 69 ára gamal. Síðani fingu Lisa og Elies­ ar tvey børn, sum ikki komu undan. 7) Jóhanna í 1877 og 8) Jóhannus í 1878. Bæði doyggja sama árið, tey eru fødd. 9) Sámal er føddur 15. mai í 1880 á Eiði. Hann giftist við Mariu Andersson, sum var svensk. Tey búðu fyrst í Næstved og seinni í Keyp­ mannahavn. Sámal var ar­ beiðs­maður ella “karl”, sum danir róptu tað. Tey fingu tvær gentur, Lisa (1910) og Elin (1912). Sámal doyði 17. oktober 1960 í Keyp­manna­ havn, 80 ára gamal. 10) Anna Sofía er fødd 11. februar 1882 á Eiði. Hon giftist 22. mai 1910 við Jóan Petur Ellingsgaard (í Durhúsi). Tey bygdu í Leirvík og fingu 7 børn. Óla 1910, Ester 1912, Dorthea (Dudan) 1913, Lisu 1915, Egil 1917, Knút 1919 og Adelbert 1921. Anna Sofía doyði í barnsferð 15. mai 1923 bert 41 ára gomul. 11) Jóhannus Eliesar er føddur uml. 7 vikur eftir at pápin og beiggin sjólátast. Hes­in drongurin doyr knapt 2 ára gamal. Um ættarstevnu fyri eftirkomarar hjá Lisu og Eliesar Højsted Nakrir eftirkomarar hjá Lisu og Eliesar Højsted eru í holt við at skipa fyri eini ættarstevnu.Tiltakið verður í ítróttarhøllini á Eiði leygardagin 20. juli 2013. Ætlanin er at hittast til móttøku og drekkamun í høllini kl. 15. A ftan á verður skipað fyri gongutúri í bygdini, har farið verður fram við Hvanngarði, kirkjuni, minnisvarðanum og Látrinum. Sjálv veitslan verður kl. 19 Ættarstevnan verður 20. juli Stevnan er fyri allar eftir­kom­arar við makum, men neyð­ugt er, at hvør í sín­um lagi meldar seg til. Lut­tøku­ gjaldið er kr. 400,- men lut­takarar undir 12 ár gjalda einki. Goldið verður á konto í Eik: Konto nr. 9181 – 0003829881 Ættarstevna Lisa og Eliesar v/ Petur Sørensen, FO 100 Tórshavn Tú kanst tekna teg til stevnuna við at senda mail til rs@januar.fo ella ringja til 263078 (Randfríð Sørensen). Minst til at upplýsa øll lut­tak­aranøvn saman við inn­ gjaldinum. Kvittanin fyri gjald­ið er atgongumerki. Tekn­ingarfreistin er 1. juni 2013. Tú kanst eisini biðja Rand­fríð melda teg til FaceBook- bólkin Ættarstevna eftir Lisu og Eliesar Højsted. Har fæst meiri kunning og tíðindi. Lisa Højsted Marsanna Poulina Hans Dorius Kristian Hans Andrias Karl Sámal Anna Sofía nøvn Føðingar 15. mars fingu Heidi Jacobsen, Signabø, og Rani Dahl-Olsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon vigaði 3840 gr og var 57 cm long. 21. mars fingu Annika Thomsen og Hans Petur Olsen, Hoy­ vík, ein son. Hann var 60 cm langur og vigaði 4380 gr. 23. mars fingu Bertha og Bassi Haraldsen, Fuglafirði, ein son. Hann vigaði 3890 gr og var 54 cm langur. 24. mars fingu Elsebeth og Jørgin Jacobsen, Leirvík, ein son. Hann vigaði 4810 gr og 55 cm langur. 27. mars fingu Elin Johnsdóttir og Oyvildur Haldansen, Vest­ manna, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4370 gr. Tann 22. mars fingu Sylvia og Ragnar Thomsen, Ánirnar, eina dóttur. Hon vigaði 3590 gr og var 54 cm long. Tann 20.mars fingu Annika og Hákun Djurhuus, Tórshavn eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 4230 gr. 16. mars fingu Olivar Johansen og Hanna Kristina Johannesen, Miðvági, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 3970 gr. 20. mars fingu Tóra og Hans Toftegaard, Fugla­firði, eina dóttur. Hon vigaði 4460 gr og var 57 cm long. Hon eitur Aura.