fríggjadagur 5. apríl 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. apríl 2013 · Nr. 38
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Eru 700 milliónir tað,
sum krevst av almennum
pengum fyri at venda gongd
ini í fólkatalinum í Føroyum,
er tað væl sloppið.
Tað heldur Johan Dahl,
landsstýrismaður í vinnu
málum
Tað var hann sum setti
arbeiðsbólkin, ið skuldi geva
politikarunum tilmæli og
hugskot um, hvussu vit aftur
kunnu fáa fólkavøkstur í
landinum.
Støðan er annars tann,
at fólkatalið minkar, og ser
stakliga er stórt undirskot á
kvinnum í Føroyum.
Tí eru bæði politikarar og
fakfólk samd um, at størsta
samfelagsliga
avbjóðingin
hjá Føroyum yvirhøvur, er
at venda gongdini og at fáa
fólkatalið aftur at veksa.
Úrslitið var, at í heyst var,
varð ein skjóttarbeiðandi
nevnd sett at útgreina spurn
ingin og at geva politisku
skipanini tilmæli og hugskot
um, hvussu gongdin kann
vendast.
Eitt vælaverk
Johan Dahl er sannførdur
um, at álitið, hann fekk í
hondina í morgun, er eitt
vælaverk og eitt avbera hent
amboð hjá politisku skipan
ini at byggja víðari á.
Tað sigst, at skuffurnar í
Tinganesi eru fullar av væl
meintum álitum um viður
skifti av øllum handa slagi,
sum aldrin síggja dagsins
ljós aftur.
Men Johan Dahl leggur
stóran dent á, at hetta álitið
um fólkaflyting skal ikki
sleppa at liggja og fúna í eina
skuffu í Tinganesi.
- Hetta er eitt dygdar
verk, tí hetta er eitt sera
hent amboð hjá politisku
skipanini, fult av møguleik
um, hugflogi og góðum hug
skotum.
Hann vísir á, at hesi
næstu sjey árið fer hetta at
kosta einar 700 milliónir
krónur, men hann heldur, at
tað er væl sloppið.
- Er tað hetta, sum skal til
fyri at venda gongdini og fáa
okkara ungdóm at støðast í
Føroyum, eru tað øgiliga væl
brúktir pengar, sigur Johan
Dahl.
- Tað er gott og væl ein
Skúladepil í Marknagili, ella
ein nýggjur Smyril, skuldi
hann verðið smíðaður í dag.
- Spurningurin er eisini,
hvat tað kostar okkum at
lata vera at brúka hesar
pengarnar, tí fáa vit fólka
vøkstur, skapar tað eisini
vøkstur og trivnað í sam
felagnum.
Tískil skulu útreiðslurnar
til hetta endamálið, meiri
metast sum ein íløga í okkara
framtíð og tilverugrunda
rlag.
- Ístaðin fyri at hugsa um,
hvussu nógv hesi tiltøkini
kosta, eiga vit at spyrja,
hvussu nógv vit missa hvørt
einasta ár í virðisøking í sam
felagnum og skattainntøkum
við tað, at so nógv fólk flyta
av landinum og ikki flyta
heimaftur.
Taka lógvatak
Men hvussu ætlar Johan
Dahl at tryggja sær, at tað
eisini ber til at fíggja øll
tey nógvu átøkini, nevndin
skjýtur upp fyri at venda
gongdini?
Hann ásannar, at nógv av
tiltøkunum síggjast ikki aft
ur í játtanarkarmunum, sum
nú liggja í Løgtinginum.
Hinvegin ásannar hann
eisini, at summi av tilmæli
num eru longu á kanningar
støði.
Eitt nú eru tey í Vinnu
málaráðnum longu farin at
kanna, hvussu tað ber til at
bøta um barsilsskipanina
og, hvussu tað ber til at geva
teimum, sum akkurát eru
liðug at lesa, betri umstøður
í ALS.
Samstundis eru støðugar
kanningar í verk fyri at bøta
um okkara atgongd til al
heims marknaðin.
Johan
Dahl
leggur
stóran
dent
á,
at
uppgávan at seta øll
tilmælini í verk, er ikki
bara ein uppgáva fyri
Sam-gonguna.
- Vit eru øll samd um,
at hetta er okkara størsta av
bjóðing og tískil er hetta ein
uppgáva fyri alt Løgtingið.
Tí heldur hann, at tað av
gerðandi, at bæði samgonga
og andstøða nú taka lógva
tak saman og fremja hesi til
mælini í verki.
Landsstýrismaðurin sær
fyri sær, at politiska skipanin
nú fer undir eitt miðvíst
arbeiði at útgreina, hvussu
tað ber til at fíggja tilmælini.
Sjálvur heldur hann ikki,
at uppgávan er ræðandi.
-
Hesi
næstu
sjey
árini snýr tað seg um 100
milliónir um árið í miðal og
eg haldi ikki, at hetta er ein
ørandi upphædd.
Sjálvur heldur, at skuldi
tað hent, at politiskur vilji
ikki er til at seta fleiri av hes
um tiltøkunum í verk, vildi
tað verið stórt spell.
Hann sigur, at skal hetta
fíggjast, er tað sjálvandi ein
spurningur um raðfestingar
á fíggjarlógini.
- Vilja vit Føroyum væl,
eiga vit at finna fígging til
endamálið.
Men
skuldi
tað verið, er Johan Dahl
eisini sinnaður at viðgera
spurningin um at selja onkur
almenn partafeløg fyri at
fíggja hesa
ætlan
i n a ,
eitt nú BankNordik, Føroya
Tele, Posta, ella Atlantsflog.
- Hetta má rætt og slætt
ikki enda í eini skuffu, leggur
Johan Dahl dent á.
Hóast bæði Johan Dahl,
landsstýrismaður í vinnu
málum, og Kaj Leo Holm Jo
hannesen, løgmaður, báðir
eru samdir um, at álitið
um Fólkavøkstur, er eitt
vælaverk, halda teir kort
ini eisini báðir, at okkurt er,
sum manglar.
Og tað eru tilmæli um
vinnuligar útbúgvingar og
vinnuliga menning á ávís
um økjum.
Báðir vísa teir til Vinnu
háskúlan í hesum sambandi.
Sjóvinnuútbúgvingarnar
í Føroyum eru sera høgt í
metum og vit eiga at kanna,
hvussu tann parturin eisini
kann brúkast í royndunum
at menna føroyska sam
felagið, siga teir báðir.
Teir hugsa um at mark
naðarføra Vinnuháskúlan
uttanlands og fáa út-lend
ingar higar at læra til
maskinmeistara og naviga
tør.
- Tað er ein kjarnuførleiki
hjá føroyingum og tað skul
di verið sjálvsagt at vit sel
du hana til útlendingar, sig
ur løgmaður.
Annars saknar Johan
Dahl eisini átøk í sambandi
við at menna gransking,
útbúgving, vørumenning í
fiskivinnuni fyri at virðis
økja okkara fiskatilfeingi.
Hann heldur, at hetta er
eisini eitt øki, tað er sjálv
sagt at leggja dent á.
Hann sigur, at hetta eru
viðurskifti, sum politiski
myndugleikin eigur at taka
við, tá ið álitið kemur til
politiska viðgerð seinni í ár.
700 milliónir
er bíliga sloppið
FÓLKAVØKSTUR Landsstýrismaðurin í vinnumálum er sinnaður at
brúka 700 milliónir upp á at fáa fólkatalið í Føroyum aftur at veksa
Vinnan manglar
Tí heldur hann, at tað avgerðandi,
at bæði samgonga og andstøða nú
taka lógvatak saman
Hesi næstu sjey árini
snýr tað seg um 100
milliónir um árið í miðal
og eg haldi ikki, at hetta
er ein ørandi upphædd
Vælaverk
Hetta er eitt vælaverk, fult av møguleikum,
hugflogi og góðum hugskotum, sigur Johan
Dahl um nýggju heildarætlanina, sum skal
fáa fólkatalið í Føroyum aftur at veksa
fólkaflyting og fólkavøkstur