fríggjadagur 5. apríl 2013síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Fríggjadagur 5. apríl 2013 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Gullbrúdleyp
Mikudagin 24. apríl hava Ragnhild og Jafet Rasmussen í
Søldarfirði verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin í Bygdar
húsinum í Leirvík kl. 18. Tey, ið vilja gleðast saman við teimum,
verða biðin um at siga frá innan 7. apríl á tlf. 441122, 211191 ella
215121.
Brúdleyp
Leygardagin 6. apríl kl. 13:00 giftast í Ebenezer Beinta Fjallsá,
Tórshavn og Joshua Philip Glyn-Davies, Belper Bretland.
Øll eru hjartaliga vælkomin til vígslu og móttøku í Ebenezer.
100 ára føðingardagur
Í dag, 5. apríl, verður Sanna
Rosa
Danielsen,
vanliga
nevnd Sanna á Høvdanum,
av Strondum 100 ár. Dagurin
verður hildin á Eysturoyar
Røktar- og Ellisheimi í Runa
vík kl. 15-19 og øll eru hjarta
liga vælkomin.
Brúdleyp
Leygardagin 20. apríl kl 12:00 giftast í Rituvíkar kirkju Arna
Forná Olsen, Rituvík og Høgni Ziska Joensen, Klaksvík.
Vælkomst verður í Kfum-k kl 19.30 -24:00.
Øll eru hjartaliga vælkomin
90 ára føðingardagur
Leygardagin 6. apríl verður
Olli í Lágabø, í Vági, 90 ár.
Dagurin verður hildin vesturi
í VB húsinum leygardagin frá
kl 13-17. Øll eru hjartaliga væl
komin vestur at heilsa upp á
hann.
Silvurbrúdleyp
16. juli hava vit verið gift í
25 ár. Í tí sambandi vilja vit
bjóða í silvurbrúðleyp 13. juli
kl 19 í HB húsinum. Tey, ið
ynskja at hátíðarhalda dagin
saman við okkum, verða bið
in um at siga frá innan 15.
juni á turid@kallnet.fo ella
ringja á tlf 318221/518221
Turið og Jón Svein
Brúdleyp
Leygardagin 27. apríl kl. 14.00 giftast í býráðshøllini í Klaksvík,
Una Olsen og Allan Váðklett. Vælkomst verður í Skálanum frá
kl 19.00 og øll eru hjartaliga vælkomin.
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum,
sum gleddust saman við
okkum á hjúnabandsdegnum
tann 11.08.2012. Eisini ein tøkk
fyri alla ta hjálp, vit fingu.
Blíðar heilsanir
Elin og Einar Petersen
Gullbrúdleyp
Leygardagin 11. mei hava hjúnini Ingibjørg & Heini Heinesen,
Tórshavn, verið gift í 50 ár. Dagurin verður hildin sama dag
kl 18.00 í Skúlaheiminum, Marknagilsvegur 75. Tey, ið ynskja,
at gleðast saman við okkum, verða biðin at siga frá seinast 30.
apríl á tlf. 315213/ 515216.
60 ára føðingardagur
Leygardagin 1. juni verður
Arnfríður Jacobsen í Skála
firði seksti. Veitslan verður
hildin í Bygdarhúsinum á
Strondum kl. 19.00. Øll eru
hjartaliga vælkomin! Tey, ið
vilja gleða tann gamla drong
in hendan dag, vera vinarliga
biðin at siga frá á tfl. 270216,
235026 ella aja@altfyrieitt.fo,
innan 15. mei.
Prógv
25. jannuar 2013 fingu Maria Johannesen, Hanus Eliasen og
Sarita Vesturdal Vesturtún prógv sum bachelor í fysioterapi
frá professions højskolen metropol í Keypmannahavn.
Tøkk
Hjartaliga takki eg tykkum øllum, sum gjørdu mín 80 ára
føðingardag so hugnaligan og góðan. Takk fyri gávur, blómur
og heilsanir. Ein serlig tøkk til børnini, svigarbørn, ommu- og
langommubørn.
Kærar heilsanir
Elin Brekkstein
Jarnbrúdleyp
Mikudagin 10. apríl hava hjúnini Elly & Eivind Niclasen,
Klaksvík, verið gift í 70 ár. Dagurin verður hildin fyri
teimum nærmastu..
merkisdagar & tøkkir