fríggjadagur 5. apríl 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 5. apríl 2013 · Nr. 38
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
Leiknir eitt gott
val fyri meg
Heri Simonsen
Miðjan januar í ár fór fugl
firðingurin, Dánjal á Lakjuni
til Reykjavíkar at royna fót
bóltseydnuna í næstbestu
íslendsku
fótbóltsdeildini.
Felagið Dánjal hevur skrivað
sáttmála við er reykjavíkar
felagið, Leiknir, sum hevur
havt eina tunga ítróttarliga
gongd tey seinastu árini, og
hevur verið nær við at flyta
niður í triðbestu íslendsku
fótbóltsdeildina. Nú hevur
felagið bjálvað seg við bara
íslendskum spælarum, og
einum fuglfirðingi, Dánjali á
Lakjuni.
Dánjal var heima í Føroy
um í páskafríi, tá vit fingu
orðið á hann. Hann undir
strikar, at hann hevur altíð
droymt um at sleppa uttan
lands at spæla fótbólt, og tá
so fyrsta veruliga tilboðið
kom, so valdi hann at taka av
beinavegin. Hóast talan ikki
er um ta fremstu íslendsku
fótbóltsdeildina.
Tungt í byrjanini
Dánjal á Lakjuni virkar ógvu
liga fegin um sítt val, tá vit
tosa við hann:
– Tað hevur eftir mínum
tykki gingið væl hjá mær
higartil. Eg slapp ikki at royna
meg í einum fótbóltsdysti,
fyrr enn fimm vikur vóru
farnar, sjálvt um talan eisini
varð
um
venjingardystir.
Hetta var eitt sindur harmi
ligt, men aftaná hesar fimm
vikurnar vóru farnar gekk
betur.
Byrjanin av venjingini
hjá Leiknum var ógvuliga
hørð, tí talan var um harða
likamliga venjing, sum ein
ikki er vanur við í Føroyum.
Talan var eisini um harðar
kondisjónsvenjingar, og tá
eg samstundis ikki slapp
at royna meg í dysti fyrstu
tíðina, so gjørdist tað rætt
iliga
tungt.
Íslendsku
reglurnar eru soleiðis, at út
lendsku spælararnir fáa ikki
leikaraloyvi fyrr enn aftaná
21. februar. Men síðani 21.
februar
hevur
alt
verið
uppá stás, bæði venjingar,
liðfelagar, og alt rundan um
felagið, greiðir Dánjal frá.
Eitt gott familjufelag
Ofta frættist frá føroyskum
fótbóltsútisetum, at talan er
um eitt kalt umhvørvið, og
tað er ofta lítið sosialt, sum
knýtir spælararnar saman.
Hetta fær eisini ofta før
oyskar fótbóltsútisetar at
seta kósina heimaftur.
Men soleiðis er tað als ikki
í Leiknum, sambært Dánjali
á Lakjuni:
– Hópurin hevur tað
ótrúliga gott saman sosialt.
Spælararnir tóku ordiliga
væl ímóti mær, og eg kendi
meg ordiliga vælkomnan
í felagið. Fólkini í leiðsluni
og fjepparar tóku eisini
ótrúliga væl ímóti mær. Tað
hevur havt stóran týdning
fyri meg, at ein hevur kent
seg væl í Leiknum frá fyrsta
degi. Íslendingar eru eitt fitt
fólkaslag, og júst Leiknir er
eitt gott familjufelag, sum
teir ofta sjálvir framhevja.
Vunnu Reykjavíkar-
kappingina
uttan Dánjal
Leiknir hevur longu vunnið
eitt heitið, sum vónandi gev
ur eitt tekin um betri dagar:
– Tíverri hevði eg ikki
leikaraloyvið tøkt, tá Leiknir
í februar vann Reykjavíkar-
kappingina, tá teir í finaluni
vunnu 3-2 á KR, sigur Dánjal
eitt sindur harmur. Talan er
um fyrstu ferð í søguni, at
Leiknir vinna Reykjavíkar-
kappingina.
Í
steypakappingini
»Lengju-bikarið«
hevur
Leiknir spælt fimm dystir
higartil. Eg var ikki við tann
fyrsta dystin, men eg var við
í tí næsta dystinum, og tá
gekk framúr. Vit vunnu 3-1
á Haukum, og tá skoraði eg
tvey mál. Dánjal og liðfelag
arnar hava síðani tapt ímóti
trimum liðum úr tí bestu ís
lendsku fótbóltsdeildini.
Ímóti KR gjørdist talan
um 1-3 tap, har Dánjal skeyt
einasta málið hjá Leiknum.
Arbeiðir sum
rørleggjari
Dánjal arbeiðir eisini við síð
unnar av fótbóltinum. Heima
í Føroyum varð hann í læru,
sum rørleggjari, og tað er júst,
sum rørleggjari, at Dánjal
starvast í Reykjavík. Tó er
tað skipað soleiðis fyri at
hava Dánjal og liðfelagarnir
ein dyst á skránni, ella eina
harða venjing, so ber til hjá
Dánjali at fáa frí eitt sindur
fyrr. Bæði í Leiknum, og á
arbeiðsplássinum
heldur
Dánjal seg hava funnið góðar
felagar, sum eru vinsælir.
Hann byrjar at koma eftir
tí íslendska málinum. Hann
sigur seg skilja 80 prosent
nú, og hann vónar, at ikki ov
long tíð gongur, áðrenn hann
hevur tak á tí íslendska mál
inum.
Fyrimunur við
innandura hallum
Dánjal á Lakjuni dylur ikki
fyri, at íslendskur fótbóltur
hevur ein risastóran fyrimun
framum føroyskan fótbólt, tá
talan er umstøður.
Íslendingar hava nakrar
góðar innandura hallir, sum
gera tað møguligt hjá íslend
ingum at venja og spæla
fótbóltsdystir alt árið.
– Føroyingar eiga veruliga
at øvunda íslendingum hes
ar umstøðurnar, og stremba
eftir at fáa eins góðar um
støður í Føroyum, tí hetta
krevst um vit skulu menna
føroyskan
fótbólt,
undir
strikar Dánjal.
Droymir um landsliðið
Dánjal á Lakjuni hevur ikki
givið upp dreymin at um
boða føroyska A-landsliðið,
aftaná nøkur góð avrik á tí
føroyska
U21-landsliðnum
í undanfarnu undankapp
ingini.
Hann vónar, at um Lars
Olsen kemur ein túr til
Reykjavíkar at hyggja eftir
Jónasi Thór Næs, at høvið
eisini býðst hjá Lars Olsen
at síggja Dánjal í dysti fyri
Leiknir. Men tað má tíðin so
vísa.
Fyrst ætlar Dánjal at
gera sítt ítarsta fyri Leiknir,
og hann vónar, at hann og
liðfelagarnir megna at vinna
sær uppflyting upp í fremstu
fótbóltsdeildina, men har
eru nógv lið um boðið, og
har skal arbeiðast hart í ein
ari intensivari kapping, sum
koyrir í 22 umførum frá fyrst
í mai til seinast í september.
Men tað er ein arbeiðssetn
ingur, sum Dánjal gleðir seg
til.
heris@sosialurin.fo
Hóast talan er um eitt lið í
næstbestu íslendsku fótbólts
deildini, so heldur fyrrverandi
ÍF-profilurin, Dánjal á Lakjuni
tað verða eina góða íløgu, at
hann hevur skrivað undir ein
sáttmála við íslendska høvuðs
staðarfelagið, Leiknir
Føroyingar eiga veruliga stremba
eftir at fáa eins góðar umstøður í
Føroyum, tí hetta krevst um vit
skulu menna føroyskan fótbólt