fríggjadagur 5. apríl 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Fríggjadagur 5. apríl 2013 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fótbóltur effodeildin upptakt
ítróttur
Rene klárur aftur
Tað verður Rene Tórgarð, sum skal verja málið hjá EB/Streymi móti KÍ. Sundalagsmenn eru
kroystir undan dystinum móti í Klaksvík. Upptakt og gitingar til komandi umfar
Tróndur Arge
Fimta umfar í Effo-deildini
sær út til at blíva eitt spenn
andi umfar, har fleiri lið
hava nakað at prógva. EB/
Streymur hevru bara trý stig,
men er styrk til dystin móti
oddaliðnum, KÍ. Hetta gevur
so aftur KÍ ein møguleika at
prógva, at teir veruliga meina
tað í ár.
Argjamenn hava einki
stig fingið enn og eru á vitjan
við Stórá. Grannauppgerð
er í Sarpugerði, meðan NSÍ
framvegis leitar eftir sínum
fyrsta sigri.
KÍ - EB/Streymur
KÍ hevur ikki vunnið
á EB/Streymi síðani
lagnudagin í 2006,
tá
EB/Streymur
á
seinasta
spælidegi
misti FM heitið til HB, tí
KÍ vann á Mølini móti EB/
Streymi. Í so máta er EB/
Streymur
favorittur
at
vinna, men nógv er broytt til
hetta kappingarárið. Hóast
Sundalagsmenn
vunnu
meistaraheitið farna kapp
ingarár, so hevur felagið
fingið eina torføra byrjan
upp á hetta kappingarárið.
Fráflyting og skaðara hava
gjørt sítt til ringu gongdina.
Levi Hanssen verður við og
tað verður Rene Tórgarð eis
ini.
Hinvegin, so hevur KÍ
fingið eina góða byrjan upp
á hetta kappingarárið. Teir
hava ikki roynt at tapt enn
og spælið hevur til tíðir verið
gott. Men higartil eru stigini
komin móti liðum, sum eru
í niðari hálvu á stigatalvuni
eftir fýra umfør.
EB/Streymur er somu
leiðis í niðari hálvu, men
helst sterkari enn hini mót
støðuliðini. Tí er hetta í ávís
ar mátar ein styrkiroynd, ið
kann siga nógv um KÍ.
Kanst tú minnast sein
ast
EB/Streymur
tapti
fýra dystir upp í slag? Nei?
Heldur ikki eg. Tí trúgvi eg,
at EB/Streymur fær stig. Sjey
mál eru farin í gjøgnum upp
á tríggjar dystir og tí vænti
eg nøkur mál, tí EB/Streym
ur skapti møguleikar í Gøtu
í farnu viku sjálvt um teir
taptu 3-0. Ein málríkur javn
leikur.
Víkingur - ÍF
Víkingur hevur
higartil vunnið
allar dystirnar á
heimavølli. Spurningar hava
verið settir við miðvøllin, sum
er nýggjur. Móti EB/Streymi
sóu vit ein miðvøll, ið riggaði
væl. Hetta hevur helst størri
týdning fyri Jógvan Martin
Olsen og Víking enn sjálv
stigini móti EB/Streymi. Tó
hevur Finnur Justinussen
ikki gjørt nógv um seg í
tveir dystir, meðan Kaj Leo í
Bartalsstovu brillieraði móti
Víkingi.
ÍF helt HB í skák leingi,
men tá HB fyrst kom á odda,
so megnaði ÍF ikki at leggja
HB undir trýst. Tað eru fleiri
mál og stig at heinta á ÍF
liðnum, men sunnudagin fáa
teir tað torført í grannaupp
gerðini í Gøtu. Teir megnaðu
ikki at skapa nógvar møgu
leikar móti HB og tað er ikki
óhugsandi, at tað verður
støðan í Sarpugerði. Víkingur
vinnur tepran sigur.
HB - 07 Vestur
HB hevur sum
væntað lagt seg í
oddin frá byrjan.
Hóast munurin
var lítil á vøllinum
móti EB/Streymi og ÍF, so
vísti HB styrki aftaná at teir
komu á odda. HB tykist ikki
sum eitt lið, ið fer at vinna
fleiri stórsigrar.
07 Vestur hevur fingið
eina lutfaldsliga góða byrjan
upp á kappingina og tykist
ikki detta niður í millum leik
liga. Tað er alíkavæl ivasamt
hvat teir klára at gera við
HB í Gundadali. Tað er sum
so heldur ikki í dystunum
móti HB, at útfallið av kapp
ingarárinum hjá 07 Vestur
verður avgjørt.
Hetta verður helst ein
dystur, sum HB kemur at
hava tamarhald á leikliga,
men munurin verður ikki
størri enn tvey mál. Ibrahima
Camara er heitasti áleyparin
í løtuni og skorar. HB vinnur
3-1.
NSÍ - B36
Hvørki NSÍ ella
B36 eru í eini
ynski støðu. NSÍ
hevur framvegis sín fyrsta
sigur til góðar, meðan B36
hevur fleiri skaðar, sum
taka nakað av glansinum frá
góðu byrjanini. Fleiri høvdu
góðar vónir til NSÍ hetta
kappingarárið, men okkurt
riggar ikki sum tað skal. Móti
07 Vestur misti teir sigurin í
evstu løtu.
Veikleikin hjá B36 var
allatíð breiddin. Vera Høgni
Eysturoy, Adeshina Lawal og
Lukasz Cieslewicz heldur ikki
við í Runavík er ilt at síggja
hvar málini skulu koma frá.
Tað mátti brotsspark til, áðr
enn B36 skoraði móti TB.
Eg vænti ein rótutan dyst
har NSÍ kemur í størri mun
at mynda dystin. Runavík
ingar fáa sín fyrsta sigur til
høldar móti einum B36 liðið,
sum ikki megnar at hótta í
nóg stóran mun í skjótálop
unum.
TB - AB
T v ø r a m e n n
fingu eitt týdn
ingarmikið
stig
móti B36, sum eisini má
geva trúgv upp á tingini.
Argjamenn spældu væl í
ein hálvleik móti KÍ, men so
gekk galið. AB verður uttan
Morten Overgaard, sum er
stýrimaður í miðverjuni, Teit
Jóannesarson, sum somu
leiðis spælir í miðverjuni
og Dion Splidt er meir enn
ivasamur. AB hevur higartil
verið eitt ov stutt til at fáa
stig, meðan TB móti NSÍ og
B36 hevur prógvað, at teir
eru áleið har teir skulu vera.
TB vinnur tepran sigur í
dysti, sum kann blíva mál
ríkur um liðini opna fyri
posabandinum, men meiri
sannlíkt er ein meiri varin
dystur, tí hóast AB einki stig
hevur fingið enn, so er tað
so mikið tíðliga upp á kapp
ingarárið, at liðini ikki eru
í beinleiðis niðurflytingar
vanda.
S
o
s
i
a
l
u
r
i
n
t
i
p
p
a
r
:
2-2
S
o
s
i
a
l
u
r
i
n
t
i
p
p
a
r
:
2-1
S
o
s
i
a
l
u
r
i
n
t
i
p
p
a
r
:
3-1
S
o
s
i
a
l
u
r
i
n
t
i
p
p
a
r
:
2-0
S
o
s
i
a
l
u
r
i
n
t
i
p
p
a
r
:
2-1
rené klárur
René Tórgarð verjur aftur málið hjá EB/Streymi, tá sundalagsmenn vitja í Klaksvík
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Poul Ingason og TB vinna dystin móti argjamonnum
Mynd: Álvur Haraldsen