Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-05, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 38 · 5. apríl 2013 6 VIKUSKIFTI TIPS FRÁ innu inna@sosialurin.fo 1. Tá hann vil út við telti ... … og hugurin hjá tær er heldur minni. Tá er hendan sofan perfekt. Hon eitur »Camp Daybed«, og sniðgevin Stephanie Hornig hevur gjørt hana. Perfekt til okkum, sum halda at sofan er nógv betri enn ein kaldur soviposi. www.stephaniehornig.com 4. Vekkar­ klokkan sum rýmur Hevur tú eisini trupulleikar við at koma upp um morgunin? Tá skalt tú keypa hesa vekjaraklokkuna – Clocky. Tá hon vekkar, hoppar hon niður á gólvið og tagnar ikki, fyrrenn tú hevur fangað hana og sløkt – og tá er tú helst eisini vaknað. Snilt! www. coolstuff.se 5. Besta stovutaskan Hvar er fjarstýringin til sjónvarpið og til dvd-spælaran? Og hin filmurin, hvar er hann? TV Tools taskan er til okkum øll, sum altíð missa hesi tingini vekk. Við einari tasku er alt á sama staði, og vónandi missa vit ikki hana burtur … www.bluebox.dk 3. Skøkjulampa Listamaðurin Kelly Kerrigan heldur, at lampur kunnu eggja hugflogið meira, enn vit vanligu halda. Hann hevur gjørt hesa »Tramp Lamp«, sum er gjørd av Moulin Rouge undirklæðum. Riggar væl í stovuni, tá sviger kemur á vitjan, ha? www.etsy.com 2. Skógva­ snurla Eru tað nógvir skógvar í gongini? Tað er tað hjá teimum flestu. Við hesum hjólinum - Shoe Wheel - ber til at halda skil á teimum, og hevur tú torført at avgera, hvønn skógvin tú skalt í, ber til at klistra ein píl uppi á hjólinum og hava eydnuhjól, áðrenn tú fer út um morgunin. Vinningur hvørju ferð. www.coolstuff.se 5 ting tú ikki visti at tú mátti eiga Summi ting ána vit ikki, hvussu góð tey eru, fyrr enn vit eiga tey. Her eru nøkur slík, sum kanska enda við at verða eitt »must« í tínum heimi