fríggjadagur 5. apríl 2013síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 38 · 5. apríl 2013
5
VIKUSKIFTI
myndir: Ólavur J. Hansen
– Nú kasti eg meg bara útí tað, og so síggja vit, hvussu eg fari at standa meg í kappingini, sigur Anny Davidsen
– Tað hevur verið øgiliga keðiligt
og strævið, hvat mati viðvíkur. Eg
havi fyri so vítt bara etið kjøt, fisk,
høsnarunga og grønmeti, men einaferð
um vikuna havi eg havt eina sokallaða
cheat-meal, tað vil siga eina máltíð,
har eg havi kunnað etið til dømis eplir,
rís ella pasta afturvið, greiðir Anny
Davidsen frá.
Hóast tað er strævið at skula venja
hart og samstundis eta eftir eini ávísari
kostætlan, hevur Anny Davidsen
ongantíð slakað við hvørki venjingini
ella kostinum hetta tíðarskeiðið.
– Samstundis, sum tað er strævið til
tíðir, er tað eisini ógvuliga spennandi.
Eg havi alla tíðina verið ótrúliga upp
sett upp á kappingina, og tað er ivaleyst
tann hugurin, sum hevur gjørt, at
eg klári at halda hetta út, tí tú skalt
veruliga hava psykuna við, tá tú fert
undir eitt slíkt tíðarskeið, sigur Anny
Davidsen, sum síðani januar mánað er
lætnað tíggju kilo.
– Men eg má viðganga, at tað, eg
sakni allarmest, er breyð, tí tað er ikki
partur av kostætlanini.
Bikini og gallakjóli
Luttakararnir í kappingini, sum hevur
heitið World Bodybuilding and Fitness
Federation, koma úr 20 londum kring
allan heimin og luttaka í ymsum grein
um. Anny Davidsen skal kappast við
aðrar kvinnur í greinini diva bikini.
– Um middagsleitið leygardagin
skulu dómararnir síggja meg fyrstu
ferð. Tá skal eg vera í bikini, meðan
eg gangi runt á pallinum og geri eisini
ymsar poseringar. Klokkan 18.00 byrjar
tað veruliga showið, tá eg aftur skal
út á pallin framman fyri dómarunum
og áskoðarunum, sum tá eisini eru til
staðar í konsertsalinum í Tivoli. Um
framt at gera poseringar í bikini skal eg
eisini út á pallin í einum gallakjóla, og
dómararnir gera so eina niðurstøðu út
frá teimum tveimum ferðunum, eg eri á
pallinum, greiðir Anny Davidsen frá.
Hon dylir ikki fyri, at tankin um at
standa í bikini á einum palli framman
fyri nógvum fólkum, er sindur ræðandi.
Serliga tí hon ongantíð hevur verið ein
framligur persónur.
– Hetta er ein stór avbjóðing fyri
meg. Eg havi altíð verið ein smæðin
týpa, men eg vil royna hetta og prógva
fyri mær sjálvari, at eg kann tað, eg vil.
Eg rokni við, at hetta kann hjálpa mær
við at ikki at vera so smæðin í framtíð
ini, sigur Anny Davidsen.
Vónirnar eru hampiliga góðar, hóast
hon ikki veit stórvegis um sínar kapp
ingarneytar leygarkvøldið.
– Tað er rættiliga torført at siga
frammanundan, hvussu eg fari at klára
meg til kappingina. Tað er ikki soleiðis,
at eg beinleiðis fari eftir einum fyrsta
plássi, men bara eg klári meg væl, eri eg
nøgd, sigur Anny Davidsen, sum longu
nú veit, hvat skal henda, tá hon trínur
av pallinum leygarkvøldið.
– Tá skal eg alt fyri eitt hava sjoko
látu og onkra kaku, tí tað havi eg leingi
mungað eftir.
Tað hevur verið øgiliga keðiligt og strævið,
hvat mati viðvíkur. Eg havi fyri so vítt bara
etið kjøt, fisk, høsnarunga og grønmeti