Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-05, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 38 · 5. apríl 2013 4 VIKUSKIFTI Samrøða Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo Leygarkvøldið fara fitnessmodellir, bikini­modellir, bodybuildarar og aðrir fitness­íðkarar úr øllum heiminum at lut­ taka í stórari fitnesskapping í konsert­ salinum í Tivoli í Keypmannahavn. Millum luttakararnar verður 23 ára gamla Anny Davidsen úr Sandavági. – At standa á pallinum í Tivoli bara ílatin bikini og vísa meg fram er ein stór avbjóðing, men nú kasti eg meg bara útí tað, og so síggja vit, hvussu eg fari at standa meg í kappingini, sigur Anny Davidsen, sum í løtuni lesur til fysio­terapeut í Keypmannahavn. Mátti sleppa rógvingini Tað var annars ikki ætlanin, at Anny Davidsen skuldi brúka so nógvar tím­ ar í venjingarmistøðum og luttaka í fitness­kappingum. Anny Davdsen hevur í nógv ár fingist við kappróður, og fyrraárið gjørdist hon fjóðrbesti rógvarin í heim­ inum í inni­róðri, tá hon luttók í HM í Boston. Men ætlanin at halda fram við rógvingini gekk ikki, sum hon annars hevði hugsað sær. – Tá eg í fjør flutti til Danmarkar í sambandi við útbúgvingina, hevði eg ætlanir um at gera meira við rógv­ing­ ina og venja rógving miðvíst, so­leiðis at eg aftur kundi sleppa við til heims­ meistara­kappingina í inniróðri. Tíverri fekk eg trupulleikar við lungunum og mátti sleppa tí dreyminum og rógv­ingini sum heild, greiðir Anny Davidsen frá. Hóast hon ikki kundi venja rógving á elitustøði, vildi hon ikki gevast við at íðka. – Eg fór undir at venja styrkivenjing í venjingarmiðstøðini Target, sum Herman M. Hermansen eigur og rekur, for­telur Anny Davidsen og leggur afturat, at tað eisini var Herman M. Hermansen, sum fortaldi hana um kappingina, sum verður nú leygardagin. – Herman var venjari hjá mær og bað meg luttaka í kappingini, tí hann helt, at tað var akkurát nakað fyri meg at royna. Og ja, eg helt eg skuldi taka av hesi avbjóðingini, sigur Anny Davidsen. Eitt strævið tíðarskeið Síðani januar mánað í ár hevur hon vant miðvíst fram til kappingina. Nógv­ ir tímar eru brúktir hvørja viku í venj­ ingar­hølunum, har hon serliga hevur vant styrki. – Eg havi altíð vant rættiliga nógv kondi, men síðani januar havi næstan bara vant harða styrkivenjing, sigur Anny Davidsen, sum seinastu tíðina hevur vant einar tvær ferðir um dagin. Um­framt hørðu venjingarnar hevur ger­andisdagurin eisini verið merktur av, at hon hevur livað eftir eini serligari kostætlan. at eg kann eg vil prógva – Hetta er ein stór avbjóðing fyri meg. Eg havi altíð verið ein smæðin týpa, men eg vil royna hetta og prógva fyri mær sjálvari, at eg kann tað, eg vil. Soleiðis sigur 23 ára gamla Anny Davidsen, sum um vikuskiftið luttekur í stórari fitnesskapping í Danmark Herman Hermansen var venjari hjá mær og bað meg luttaka í kappingini, tí hann helt, at tað var akkurát nakað fyri meg at royna