fríggjadagur 5. apríl 2013síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 38 · 5. apríl 2013
7
VIKUSKIFTI
Starv?
Kreativa inntøku, luksus anarkist og kreativur hippie
við nógvum sjálvboðum arbeiði fyri heimleys.
Útbúgving: Skipsverkfrøðingur og skipsførari.
Hvat er tað besta við starvinum?
At fáast við menniskju, at læra nakað og at visuellisera
dreymar. Sjálvboði arbeiði dámar mær væl, tí tey
heimleysu eru erlig og geva nógvan kærleika. Tað
kennist rættvíst at geva fólki nakað sum onki hava
og uttan autoritet so lurta tey heimleysu betur.
Hvat ger teg í góðum lag?
Ein bláur himmal og fólk sum hava yvirskot at heilsa,
smílast og tosa pent. Góðar samrøður vin vinir, langir
dagar við ferð á og at sova væl um náttina. Erlig fólk
og orginalar sum ikki ganga upp í status. Men at tosa
í telefon við foreldur míni hevur størsta týdning.
A ella B-menniskja?
Meira A-menniskja við aldurin.
Hvørjar ítróttargreinar dámar tær og hví?
Øll rørsla góð og tað sosiala við at síggja stórar
fótbóltsdystir er stuttligt. Annars haldi eg við ÍF og
H71. Eg súkli sjálvur nógv dagliga á Amager, stýri
Oldgirls hjá Smyril og sum nakað nýtt renni eg við
við góðari vinkonu nakrar ferðir um vikuna. Eg trúgvi
ikki so nógv uppá greinir og mannamúgvur sum so.
Kapping er ikki altíð ein fyrimunur fyri øll, tá t.d.
børn eru við, tí tað setir fleiri uttanfyri. Eisini haldi
eg tað vera løgið at síggja raskar menn fáa niðurtúr
á Facebook tí eitt enskt ella spanskt lið tapur í
fótbólti. Eg rann annars einaferð eitt ½ maraton
uppá 1 tíma og 28 minuttir og eg havi prógv fyri tí.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Pu ha... tað broytist við árunum, ..Cream, Deep
Purple, The Kinks, ymiskt føroyskt, Janis Joplin og Kris
Kristofferson, men Elvis var mín allar fyrsta størna,
tá eg var barn. Tónleikur er ein gleði fyri sálina.
Hvat er besta lag, sum er gjørt?
When A Blind Cries við Deep Purple er tað allar besta.
Men eisini Rock n Roll Suicide hjá David Bowie og
Forever Young hjá Alphaville eru sera góð orð og løg.
Hvussu eru tínir matvanar?
Broytandi líka frá lekrum frokosti til føroyskan mat
og eisini ymiskt kreativt heima til vinfólk og gestir.
Havi júst fingið skerpikjøt og grindalykkju úr Føroyum
frá babba. Alt annað enn junk-food og kafé. Tá eg
gjørdist heimleysur, lærdi eg, at sunnur matur er lætt
at skaffa sær í Keypmannahavn ókeypis ella sera bíliga.
Hvør er tín lívrættur?
Havtaska ella hávur við kokusmjólk og øðrum
spennandi, sum eg sjálvur havi uppfunnið
umborð á einum trolara. Men føroyskur matur
bæði mettar og smakkar betur enn nakað annað
fjas, eg havi roynt. Mær dámar eisini sera væl
eplamos við sterkum sinoppi og leyki.
Hvør er tín fyrimynd?
John Lennon, men eisini Anisette, Ulrik Vilbæk
og onnur. Eg trúgvi ikki so nógv uppá viðfødd
tallent, men meira uppá mynstur og vilja.
Hvat gert tú í frítíðini?
Renni á Amager Strand og eri saman við vinfólki
og hugni um heimið hjá mær. Eg finni ofta
uppá okkurt stuttligt og nýtt, kanska tí eg eri
veðrur í stjørnutekni, og teir hava horn og nógva
orku, teir stanga og ganga nýggjar leiðir.
Hvat dámar tær at ferðast í egnum landi?
Í Danmark er tað serliga norður og suður Sæland, har
eg fari at fiska við einum góðum vinmanni. Men eg
ferðist eisini í hugleiðingum og metaforiskt, til dømis
tá eg longist til Føroya. Onkur segði, at tað er líkamikið
hvar ein er í heiminum, bara mann er forelskaður.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Eg havi blakað kaðalin í skápið vegna kríggj,
vánaligar journalistar og ov nógvar stereotýpir í
heiminum. Men eg gjaldi dansk sjónvarpsavgjald
enn. Besti gamlir filmar eg havi sæð eru Mytteri
På Bounty við Marlon Brando og Doktor Zivago við
Omar Sharif. Nýggir filmar eru The Dark Night við
Heath Ledger og Training Day við Ethan Hawke.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
TRO PÅ DIG SELV: Ulrik Wilbæk.
Lívið er eitt vaskibretti. Og vit
eru rukkurnar.
So segði ein herfyri. Og eg eri
ikki heilt ósamdur.
Hetta er eitt føroyskt orðatak
burturav. Tí tað kann ikki umset
ast til danskt, ikki beinleiðis, tí
í Danmark eru ongar rukkur. Tí
kann tað heldur ikki flytast aftur
úr donskum til føroyskt sum alt
annað. Tað er serføroyskt.
Lívið er eitt vaskibretti. Og vit
eru rukkurnar.
Vaskibrettið er brúkt sum
ljóðføri, meira fyrr enn nú, nú
hava tónleikarar ráð at keypa sær
eitt rættiligt ljóðføri og noyðast tí
ikki at brúka húsarhaldsamboð at
spæla uppá.
Spælt var upp á rukkurnar.
Soleiðis er eisini við okkum
rukkum í lívsins vaskibretti. Vit
noyðast at spæla við, um so vilja
tað ella ikki. Vit sleppa ikki altíð,
verri enn so, at velja okkara egna
leiklut og tóna.
Lívið er eitt spæl, siga summi.
Tey lættlyntu og bjartskygdu,
sum stýra uttan um øll skerini
og altíð eru á rættari, beinari
sjálvandi, kós, sum verður stillað
hvørt ár.
Nógv brúka alt lívið til at
hugsa um lívið. Hví tað er, hví
tað er sum tað, hví tað ikki er
okkurt heilt annað og betri. So
nógv er sagt, so nógv er skrivað
um lívið, at einki er eftir at leggja
afturat. Men kortini verður lagt
aftur við alla tíðina. Alt tað besta
er longu sagt og skrivað. Nú er
langt millum dupultu durasnaps
irnar á gáttini til tankasmiðjuna
um lívið.
So er hitt lívið, tað næsta,
tað eftir deyðan. Deyðin er bara
hálvleikur. Dómarin leggur
ævinleikan aftur at seinna hálv
leiki. Hann endar ongantíð.
Júst sum í fótbólti, tá liðið, tú
heldur við, er á odda 1-0, og hitt
liðið trýstir og trýstir og hevur
hornaspark oman á hornaspark.
Fýra minuttir lagdir afturat.
Klokkan steðgar. 240 sekund
vara øgiliga, øgiliga leingi, tá
soleiðis er statt. Framvegis 1-0
og aftur hornaspark. Lort, eitt
gott hornaspark eisini. Soleiðis
er ævinleikin, 3,34, 3,35, 3,36. Tað
tekur bara tvey sekund at gera
eitt mál. Upp á gólvið at mala
og banna, hyggja út gjøgnum
vindeygað, har gongur ein
sorgleysur hundar og snoddar, nú
eru hasir lorta fýra minuttirnir
farnir. Tað tók næstan ein tíma,
men teir spæla av. Hví floytar
hann ikki av? Hví floytar hann
ikki av? Hann segði sjálvur fýra
minuttir, nú eru fýra minuttir og
22 sekund.
Og so, endiliga, endiliga.
Dómarin lyftir báðar armar fram
og bríkslar tvær ferðir. Vit vunnu
1-0. Uppiborið? Tað kann gera tað
sama.
Og lívið heldur fram í allar
ævir, nøkunlunda óskalað.
Og nú er so hetta lagt aftur
at øllum ódeyðiligum tankum
um lívið, hetta lívið her. Tað
ræður um at fáa so nógv burtur
úr hesum lívinum, lívinum fyri
deyðan, um so illa vil til, at einki
er eftir deyðan kortini.
Tað er ov seint eftir deyðan at
uppdaga, at einki er eftir deyðan.
Frægast man vera sum í øllum
øðrum lívsins viðurskiftum at
binda um heilan fingur og ikki
binda frið.
Summi halda seg vita so
væl, at tey lova eitt annað lív,
eitt lív eftir deyðan. Tað lívið
er, sambært lyftinum, ævigt, so
tað ræður bara um at doyggja
sum skjótast og sleppa sær inn í
ævinleikan og ongantíð doyggja
aftur. Tú livir tvær ferðir og doyrt
bara eina ferð.
Tað er eitt snilt býti. Seinna
lívið er ikki nakað vaskibretti.
Tað er ein harpa, og vit eru
streingirnir.
Hvør er munurin? Tað veit eg
ikki. Spyr onkran trúboðara.
Sum málað stendur í
brandstøðini í Keypmannahavn:
Livet er so kort og man er så
længe død.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Edmund Sofus Jacobsen
lagt til rættis: Rannvá Gaard Fossaberg
Skilir ikki fót
bóltsniðurtúrar
– Eg haldi, tað er løgið at síggja raskar
menn fáa niðurtúr á Facebook, tí eitt enskt
ella spanskt lið tapur í fótbólti. Tað sigur
Edmund Sofus Jacobsen, sum býr í Danmark,
har hann fæst við eitt sindur av hvørjum
Ljóðførið lívið