Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-05, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 2013síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 38 · 5. apríl 2013 8 VIKUSKIFTI apollo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Jeff Bezos er ikki eitt navn, sum fólk í gerandisdegnum hugsa um ella vita, hvør er. Men tá sagt verður, at hann er stovnarin og eigarin av Amazon.com, so kenna nøkur ta heimasíðuna. At vera hin fyrsti, sum gjørdi tað møguligt at keypa bøkur á internetinum, hevur ført til, at Jeff Bezos í dag er numm­ar 19 á listanum yvir heimsins rík­astu per­sónar. Hann sigur sjálvur, at hann altíð hevur havt sera stóran áhuga í rúmdar­ ferðum, og at hann sum smádrongur spentur fylgdi við, tá Apollo 11 gjørdi sína ferð til mánan. Eftir at verða blivin fleiri ferðir milliarderur stovnaði Jeff Bezos sína egna privata rúmdarfelag, Blue Origin, sum millum annað hevur fingist við at leita eftir rakettunum frá Apollo 11. Og her er tað, at klaksvíkingurin, Jógvan á Lakjuni, kemur inn í mynd­ ina. – Eg havi arbeitt hjá norska reiða­rí­ num í góð fýra ár nú, og havi verið við til fleiri spennandi uppgávur. Reiðaríið eitur Swire Seabed, og vit hava í løtuni tvey skip, sigur Jógvan á Lakjuni, ið er yvir­stýrimaður umborð á øðrum av skip­unum, Seabed Worker. Hann fór avstað 27. februar og var aftur á klettunum 27. mars, og í tí tíðar­skeiðinum hevur Seabed Worker fing­ist við at bjarga rakettunum frá Apollo 11. – Vit fingu útrokningar frá NASA um, hvar rakettirnar mest sannlíkt lógu, og vit leitaðu so har á leiðunum. Vit hava egnan undirvatnsbát, ein so­ nevnd­an ROV (Remotely Operated Vehicle), ið kann fara heilt niður á 5.000 metr­ar, sigur Jógvan á Lakjuni. Í nógvum miðlum Søgan um fundið av Apollo 11 rakett­ unum hevur funnið vegin til altjóða miðlar, og norðurlendsku miðlarnir vísa einamest til enska blaðið, The Independent. NRK skrivar, at »Historisk funn av rakettmotorer i Atlanterhavet kan stamme fra menneskets første ferd til månen«, og vísir til handilsmannin og stovnaran av netbókrisanum Amazon, Jeff Bezos, og tað, hann skrivar á sínari blogg, at hansara rannsóknarferð hevur bjargað tveimum rustaðum pørtum av F-1 motorunum frá Apollo 11 ferðini í Atlantarhavinum. NRK sigur víðari, at NASA stjórin, Charles Bolden, hevur sagt, at talan er um søgulig fund. – Eg ynski rannsóknarferðini til­ lukku fyri sína avgerðarstyrki og treyst­leika í bjarganini av hesum týdn­ ingar­miklu lut­um, sum hoyrir til okk­ ara fyrstu roynd at senda fólk upp á mánan, sigur Bolden. Eisini í norska Dagbladet verður rann­sóknarferðin umrødd. Blaðið skriv­ar, at rannsóknin hevði støð í Cape Canaveral, og at rustaðu lutirnir vórðu funnir á 4.300 metra dýpi 579 kilo­metrar frá Cape Canaveral. Blaðið skrivar eisini, at lutirnir eru illa farnir, tí bara 165 ssekund inn í ferð­ina, slepti høvuðsrakettin teimum báð­um motorunum 107,8 kilometrar uppi í luftini. Danska Ekstrabladet skrivar, at ætlanin hjá Jeff Bezos er at umvæla motor­arnar og stilla teir út. Talan er um tveir motorar, og annar skal eftir ætlan still­ast út á Smithsonians Institution's National Air and Space Museum, með­ an hin skal stillast út á Museum of Flight í Seattle, har Amazon.com hevur høvuðs­skrivstovu sína. Góða útgerð Jógvan á Lakjuni, yvirstýrimaður, sigur, at skipið er ógvuliga væl útgjørt. – ROV'arin er sera væl útgjørdur við ørmum nærum sum eitt menniskja. Á ROV'aranum eru saksar, sum kunnu klippa ígjøgnum og sum kann skræða plát­ur sundur, og alt verður sum nevnt stýrt frá skipinum, sigur Jógvan á Lakjuni. Hann sigur, at enn vantar at stað­ festa, um nakrir av lutunum eru frá Apollo 11. – Vit vita, at nakrir av lutunum eru frá Apollo 12 og frá Apollo 13, so nú skulu lutirnir kannast fyri seriunummur og annað, ið kann staðfesta, um nakrir lutir eru frá søguliga Apollo 11, sigur Jógvan á Lakjuni. At Jeff Bezos hevur stóran áhuga í rúmdarferðum og rúmdarviðurskiftum vísir, at hann var við á ferðini. – Har vóru bæði Jeff Bezos, mamma hansara, fosturpápi hansara, ein bróður og ein svágur við, og tað var ógvuliga áhuga­vert at práta við kenda mannin, sig­ur Jógvan á Lakjuni. Rakettmotorarnir frá Apollo ferð­ unum er eitt fund í sjálvum sær, og ann­að er, at teir vórðu funnir á knapt 4.300 metra dýpi. – ROV'arin kann fara niður á 5.000 metrar, men hóast rakettmotorarnir vórðu funnir á 4.300 metrum, er hetta kortini ikki djúpsta bjargingin nakran­ tíð, sigur Jógvan á Lakjuni. Bezos spentur Inni á heimasíðuni hjá Jeff Bezos, www. bezosexpeditions.com ber til at lesa, hvat høvuðspersónurin sjálvur sigur. Hann er ógvuliga fegin um hepnu rannsóknarferðina og umrøður teir nógvu lutirnar, sum eru bjargaðir. »Fleiri av upprunaligu seriu­ numm­urunum er burtur ella partvíst burtur, og tað fer at gera tað trupult at eyðmerkja lutirnar. Kanska kemur meira undan kavi undir umvælingini. Lutir­nir sjálvir er ótrúligir«, skrivar Jeff Bezos. Víðari skrivar Bezos: »Vit taka við til lands nógvar lutir, ið er nóg mikið at samla tveir F-1 motor­ar. Umvælingin fyri framman fer at stabilisera lutirnar og forða fyri víð­ari rustan. Vit vilja hava lutirnar at siga sonnu søguna, ið umfatar 5.000 fjóðringa ferðina inn aftur í atmos­ feruna við fylgjandi niðurslag í sjógvin. Vit eru spentir upp á at hava fingið hend­ur á lutunum og at stilla teir út«. Eisini nýtir hann høvi at takka ølluim teimum mongu, ið vóru við á ferðini. Vanliga eru teir um 30 umborð, men hendan túrin vóru tey heili 59 fólk við. 48 tons av silvuri Hetta hevur sjálvandi verið ein áhuga­ verdur túrur hjá Seabed Worker og Jógvani á Lakjuni, men teir hava havt enn meira krevjandi uppgávur. – F-1 rakettmotorarnir lógu á knapt 4.300 metra dýpt, men í fjør summar bjarg­aðu vit silvuri, ið lá á 4.700 metra dýpi, sigur Jógvan á Lakjuni. Á heimasíðuni hjá Swire Seabed stend­ur at lesa, at hetta arbeiðið var gjørt fyri Odyssey Marine Exploration. Talan var um tilsamans 1203 silvur barr­ur svarandi til 1,4 milliónir troy unces. – Talan er um tvey skip, Mantola og Gairsoppa, og roknað verður við, at um 200 tons av silvuri er umborð á teim­um báðum skipunum, sigur Jógvan á Lakjuni. Farið verður undir at bjarga silvuri úr skipunum aftur í summar. – Fáa vit øll 200 tonsini upp úr skip­ unum verður roknað við, at tað hevur eitt virði av 1,2 milliardum krónum, sigur Jógvan á Lakjuni, ið nú eigur nakr­ar dagar heima, áðrenn leiðin gong­ur umborð aftur á knapt 89 metur langa Seabed Worker. Tað hevur eftir øllum at døma eydnast millum øðrum Jógvan á Lakjuni at bjarga nøkrum rakettum frá søguligu Apollo 11 ferðini til mánan, har Neil Armstrong gjørdist ódeyðiligur við orðunum: »Hetta er eitt lítið fet fyri mann, men eitt risalop fyri mannaættina« Apollo 11 rakettum Jógvan hevur bjargað