fríggjadagur 5. apríl 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 38 · 5. apríl 2013
10
VIKUSKIFTI
Børn undir skúlaaldur og í skúlaaldri brúka ymist orðarað og tað
kemur serliga til sjóndar, hvar ið tey seta noktan inn í eykasetningin
Eru ikki ella
ikki eru
VITAN & vísindi
Í hesi greinarøð, sum er í 10 pørtum,
skriva vísindafólk á Fróðskaparsetri
Føroya um evni, tey granska.
Zakaris Svabo Hansen
Adjunktur í málfrøði
á Føroyamálsdeildini
Smá børn siga líka gjarna »minnist tú,
hví Pippi tímdi ikki at ganga í skúla«
sum »minnist tú, hví Pippi ikki tímdi
at ganga í skúla«. Tey halda sostatt fast
við orðarað, sum annars millum vaksin
tykist at vera á veg út.
Tá ið orð verða sett saman í setn
ingar, liggur oftast rímiliga fast, hvussu
orðaraðið er. Í høvuðssetningum kemur
noktanin eftir sagnorðið: »hann kemur
ikki í morgin«. Í eykasetningum hin
vegin kemur noktanin vanliga undan
sagnorðinum. Tó vísir ein variatión
seg í eykasetningum, og hon snýr seg
um, hvørjumegin sagnorðið noktanin
ikki stendur. Her er eitt dømi til at lýsa,
hvat ið meint verður við: »Alt í einum
varnast hon, at tey eru ikki heima«.
Vit síggja, at noktanin ikki stendur eftir
sagnorðið, men mong høvdu ivaleyst
líka gjarna valt orðaraðið »(…) at tey
ikki eru heima«, og tað er uttan iva
eisini tað vanligara í nútíðarføroyskum.
Tað er tó greitt, at tað fyrra er tað eldra
orðaraðið.
Hvat byggir hesin ymiskleiki í orða
lag á? Hevur hann við ávís bygdarmál
at gera? Ella skal orsøkin finnast í muni
millum ættarlið? Tað kundi hugsast, at
tilkomin og gomul høvdu lyndi at halda
seg til tað eldra orðalagið, meðan hitt
vinnur frama millum yngra fólkið.
Onkur hevur hildið, at eldra orðalagið
»at tey eru ikki« ikki longur er virkin
partur av mállæruni hjá ungum fólki
og at tey ikki natúrliga seta setningar
saman á slíkan hátt.
Hvat halda og siga børnini?
Nýggjar kanningar vísa, at millum børn
undir skúlaaldur er gamla orðaraðið
næstan líka vanligt sum tað nýggja,
men samstundis vísir tað seg, at tað
hvørvur, tá ið tey eru farin í skúla. Børn
ini í kanningini vóru í aldrinum 5-10
ár. Kanningin fevndi bæði um: 1) setn
ingar, sum børnini sjálv skuldu meta
um rættleikan í, t.e. at tey skuldu siga,
um setningarnir eftir teirra tykki vóru
rættir ella skeivir, og 2) um setningar,
sum børnini sjálv søgdu.
Tað vísti seg mótsett øllum tí, sum
væntað var, at meira var at finna av
hesum gamla orðaraðnum hjá børnum
undir skúlaaldur enn annars hevur verið
staðfest millum vaksin. Tað kom óvart
á. Og tað reisti spurningin: hvussu kann
nakað, sum hevur verið vanligt, men
tykist vera á veg út úr málinum hjá
teimum tilkomnu, vera so vanligt í mál
inum hjá børnum undir skúlaaldur?
Ávirkan frá teimum vaksnu?
Til tess at eftirkanna, um tað serliga
orðalag, sum var so eyðkent hjá teim
um smæstu, kundi stava frá máli, sum
tey vaksnu brúktu í sínum samskifti við
børnini, vórðu gjørdar nakrar video
upptøkur frá samskifti millum børn og
foreldur. Hóast nøgdin var avmarkað,
vísti tað tó, at tað ikki hevði nevniverda
ávirkan.
Í leitanini eftir keldum til øvuta
orðaraðið hjá børnum varð m.a. mett
um, hvørjum børnini eru fyri ávirkan
frá. Ein hugsandi kelda til variatión
hjá børnum er gamalt orðarað í ævin
týrum. Vit vita jú, at ævintýr eru væl
umtókt at lesa fyri børnum. Summir
granskarar ivast tó, um børn veruliga
eru ávirkað av slíkum innpoti í síni
mentalu mállæru, men tað er møguligt,
at børn eru ávirkiligari fyri markaðum,
avløgdum bygnaðum og ikki útiloka
teir í sambandi við variatión, sum er
í gongd og ávegis.
Hugsandi er eisini, at á hesum
aldursstigi eru børnini ikki farin at gera
mun á orðarað í høvuðs- og eykasetn
ingum, og ein sannroynd er tað eisini,
at eykasetningar eru als ikki serliga
vanligir í práti hjá børnum, og tí er
sjálvsagt hugsandi, at tey smæstu bara
endurtaka tað eina og sama orðaraðið,
sama um tað snýr seg um høvuðs- ella
eykasetning.
Ein kanning
Til at útvega upplýsingar um brúkið av
noktan í eykasetningum í føroyskum,
varð tilfar savnað frá til samans 38 børn
um í trimum aldursbólkum. Kanningin
var tvíbýtt. Í fyrsta lagi skuldu børnini
meta um setningar, sum tey hoyrdu.
Tað vóru setningar av ymsum slag, so
leiðis at tey ikki fingu varhuga av, hvat
ið ætlanin var at kanna. Tey fingu bara
at vita, at okkurt av tí møguliga ikki
var heilt rætt, men tað skuldu tey sjálv
meta um. Í øðrum lagi skuldu tey orða
nakrar spurningar um eina søgu, ið tey
júst høvdu hoyrt. Lagt varð soleiðis til
rættis, at tey í summum førum natúr
liga brúktu noktanina »ikki« í sínum
spurningum, men eingi orð vórðu løgd
teimum í munnin.
Úrslitini frá kanningini vístu, at
báðir yngru bólkarnir gjørdu eyka
setningar við orðaraðnum sagnorð +
noktan um leið aðruhvørja ferð. Tey
elstu børnini hinvegin gjørdu als ikki
setningar við hesum orðarað, men bara
við noktan + sagnorð. Í tí partinum av
kanningini, har ið børnini skuldu døma
um setningar, vísti tað seg, at í øllum
trimum bólkunum góðtóku børnini
mest setningar við noktan + sagnorð,
og tey elstu børnini hildu næstan øll,
at teir vóru rættir og natúrligir. Og
sama mynstur sæst eisini aftur í tí, at
tey elstu børnini góðtaka minst tað
øvuta orðaraðið. Tað fellur frá 63% hjá
teimum yngstu til 26% í tí elsta bólk
inum. Sostatt er eitt sjónligt negativt
ein málslig variatión
Nøkur dømi
um setningar frá einum barni
í tí yngsta bólkinum:
1 Minnist tú, hví Pippi ikki dugdi at skriva?
2 Minnist tú, hví Pippi liggur ikki í
seingini sum onnur børn?
3 Minnist tú, hví tey kunnu ikki traðka á gólvið?
Og um setningar frá børnum í ávikavist
miðbólkinum og elsta bólkinum:
4 Minnist tú, hví Pippi ikki tímdi at
vaska gólv sum hini?
5 Minnist tú, hví mamman ikki kláraði
at vaska hárið á Henry?