Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-04-05, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 5. apríl 2013síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 38 · 5. apríl 2013 11 VIKUSKIFTI sam­svar ímillum aldur og um setningar við sagnorði-noktan verða góðtiknir. Haraftrat er týðiligt samsvar millum aldur og munin í lutfalli millum sagn­ orð-noktan og noktan-sagnorð. Og tað stað­festir, at styrkin í tí, sum børn velja fram­um, økist við aldrinum. Samanumtikið vístu kanningarnar, at bæði í sínum metingum av setningum og í tí, sum tey sjálv søgdu, var nógv størri variatión í teimum báðu yngru bólk­unum. Har góðtaka og brúka børn­ini bæði orðarað so at siga hvørt um ann­að. Børnini í tí elsta bólkinum vóru nógv samdari í sínum málsliga at­burði. Mótsett øllum tí, sum væntað var – at børn undir skúlaaldur fóru at vísa færri dømi um sagnorð + noktan – vísa úrslitini í roynd og veru, at børn undir skúlaaldur bæði góðtaka og gera mun­ andi fleiri setningar við hesum orðarað enn 9–10 ára gomul skúlabørn. Hetta bendir á, at hetta mynstrið varir við hjá føroyskum børnum í minsta lagi upp til 7 ára aldur, sum er eldri enn sagt hevur verið frá bæði úr svenskum og norskum kanningum. Hetta orðarað er nú annars rættiliga sjáldsamt í málinum hjá teimum vaksnu. Tað er hugsandi, at tað at smá børn av og á brúka orðaraðið sagnorð-noktan fer óansað aftur við borðinum hjá for­eldr­ unum og tí ikki verður rættað, hvørki bein­leiðis ella óbeinleiðis. Hinvegin er tað møguligt, at foreldur av sínum ein­tingum eisini brúka slíkt orðarað av og á, og sostatt geva tey børnunum óbein­leiðis positiv dømi um, at til ber at orða seg á slíkan hátt. Hvørgan av hesum møguleikum ber til beinleiðis at eftirkanna við teimum háttaløgum, sum eru brúkt í umrøddu kanningum, men framtíðarkanningar kunnu fara at varpa ljós á hetta. Mynd 1 sýnir, at teir báðir yngru bólk­ar­nir gjørdu eykasetningar við orða­rað­num sagnorð-noktan um leið aðruhvørja ferð. Tað bendir á, at teirra lut­fals­liga høga tal, tá ið tað snýr seg um at góðtaka setningar við hesum orða­rað, ikki bara kann sigast at vera ein avleiðing av, at dømiroyndin var ov trupul fyri tey. Tað er eisini týdn­ ingar­mikið av leggja til merkis, at hesi børnini væl dugdu at finna teir setn­ ingar, sum heilt tilvitað vóru púrasta ómáls­ligir og ómøguligir. Myndin vísir eisini, at setningar við orða­raðnum noktan-sagnorð hjá øll­um trimum bólkunum eru teir mest góð­ tiknu, og at tað serliga eru tey elstu børn­ini, sum góðtaka tað orðaraðið. Har­næst sæst, at tað øvuta orðaraðið verður nógv minst góðtikið millum tey elstu børnini. Sostatt er eitt sjónligt nega­tivt samsvar ímillum aldur og um setn­ingar við sagnorði-noktan verða góð­tiknir. Haraftrat er týðiligt samsvar millum aldur og munin í lutfalli millum sagnorð-noktan og noktan-sagnorð.Tað stað­festir, at styrkin í tí, sum børn velja framum, økist við aldrinum. Dømi eru um, at smá børn, ið tala skandinavisk mál, har ið møguleikin fyri sagnorði undan noktan er horvin, kortini gera slíkar setningar, eisini har ið tað er púrasta útilokað hjá vaksnum. Í svenskum vísa kanningar, at setningar við orðaraðnum sagnorð-noktan eru horvnir, tá ið børnini eru fýra ára gomul. Ein norsk kanning úr Tromsø vísir, at har kunnu børn heilt um í seks ára aldur brúka orðaraðið sagnorð-noktan, men so skiftir tað brádliga til tað mynstrið, sum er vanligt hjá teimum vaksnu. 100% 90% 80% 70% 60% 50% 40% 30% 20% 10% 0% Bólkur 1 Orðaraðið sagnorð-noktan í lagi Orðaraðið noktan-sagnorð í lagi Ómálsligir setningar í lagi Sagnorð-noktan framleiðsla Bólkur 2 Bólkur 3 Mynd 1 Miðal góðtøka/framleiðsla 90% 80% 70% 60% 50% 40% 30% 20% 10% 0% Bólkur 1 Bólkur 2 Høvuðssagnorð Hjálparsagnorð Mynd 2 Sagnorð–noktan eftir høvuðssagnorð ella hjálpar­sagnorð í yngstu bólkunum Mótsett øllum tí, sum væntað var – at børn undir skúlaaldur fóru at vísa færri dømi um sagnorð-noktan – vísa úrslitini í roynd og veru, at børn undir skúlaaldur bæði góðtaka og gera munandi fleiri setningar við hesum orðarað enn 9–10 ára gomul skúlabørn. Hetta bendir á, at hetta mynstur varir við hjá føroyskum børnum í minsta lagi upp til 7 ára aldur, sum er eldri enn sagt hevur verið frá bæði úr svenskum og norskum kanningum.